Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 207 - 26. oktober 2006 – Eingin skal ivast í at feløgini í Evropa vita um Føroyar og føroysku leikarnir Jákup í Stórustovu, spælaraumboðsmaður ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 Beint sum Veselin Topa­ lov tapti HM-dystin ímóti Vladimir Kramnik, fór hann hann til Hoogoven, Holland, at telva í 10th Essent Tournament. Judit Polgar, Shakhriyar Mamedyarov og Ivan Sokolov eru hinir telvararnir í Essent. Tey telva tvær reisir móti hvørjum øðrum. Eftir fyrstu tvey umførini er støðan tann, at Polgar og Mamedyarov hava 2 stig, meðan Topalov og Sokolov hava tapt bæði síni talv. Niðurtúrur Topa­ lovs tykist tískil at halda fram. Í 2. umfari varð fyrr­ verandi heimsmeistarin nið­ urspældur av Polgar. Polgar, Judit (2710) - Topalov,Veselin (2813) 10th Essent Hoogevee (2), 23.10.2006 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6 6.Be3 e6 7.g4 h6 8.Bg2 g5 9.Fe2 Ribd7 10.0–0–0 (Báðir telvararnir brynja seg til rættiligt stríð í miðspælinum) 10... Rie5 11.h3 Rifd7 12.f4 (Áhugaverdur leikur. Møguliga ikki tann besti, men hinvegin letur leik­ ur­in upp fyri taktiskum møgu­leikum, umframt at f-linjan verður latin upp) 12...gxf4 13.Bxf4 b5 14.Rhf1 Bb7 15.Ff2 Rc8 16.Rice2 Bg7 17.Rig3 Rh7 18.Rih5 Bh8 19.Kb1 Ric5 20.Bg3 (Polgar hevði hendan møguleikan: 20.Rif5!! exf5 21.Bxe5 Bxe5 22.Fxf5 sum vinnur) 20...Rixe4 21.Bxe4 Bxe4 22.Bh4 Fc7 23.Bf6 Bg6 24.Bxh8 Rxh8 25.Rif6+ Kd8 26.h4 Fc5 27.h5 Bh7 28.Fh4! (Polgar hevur greiðan fyrimun) 28... Bxc2+ 29.Rixc2 Fxc2+ 30.Ka1 Rc4 31.Rie4+ Kc7 32.Rixd6 Rf4 Støðumynd eftir 32...Rf4 33.Fe7+ Kb6 34.Fb7+ Ka5 35.Fa7! (Nú er eingin vón hjá Topalov. Rib7+ er ein hóttan) 35...b4 36.Rfe1 Rif3 37.Rc1 Rixe1 38.Rxc2 Rixc2+ 39.Kb1 1–0 Talvið hesa vikuna 34 telvarar stríddust sunnudagin seinnapart á tamb um heiður, Grand Prix stig og pening Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen carl_eli@hotmail.com Tann fyrsta Grand Prix kapp­ ingin varð telvað í Klaksvík fyri einum mánaði síðani. Tá vunnu Rani Nolsøe og Carl Eli N. Samuelsen, meðan Martin Poulsen varð nr. 3. Í Gøtu endaðu heili fýra telv­ arar fremstir. Sjey umfør skuldu telvast, og hvør telvari hevði 15 minuttir til talvið. Tá ið fjórða umfar varð liðugt telvað, hevði Finnbjørn Vang fult stigatal. Torkil Nielsen var í hølunum við 3,5 stigum, og síðani høvdu fleiri 3 stig, eitt nú føroyameistarin Martin Poulsen. Torkil vann í 5. umfari odda­brakið ímóti Finnbirni, og í roynd og veru hevði Torkil telvað sera væl fyrstu fimm umførini. Gongdin tóktist at halda fram í næst­seinasta umfari, tá ið Torkil leikti væl, trygt og skjótt ímóti Carl Eli, men í vinnandi støðu flutti Torkil skeivt og tapti talvið. Martin og Haldur Suni hálaðu inn Áðrenn seinasta umfar var støðan hendan: Finnbjørn og Carl Eli høvdu 5 stig. Martin, Torkil Nielsen og Haldur Suni Johansen 4,5 stig. Fleiri høvdu 4 stig, eitt nú Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe. Toppdysturin millum Carl Eli og Finnbjørn endaði við javnleiki. Teir høvdu sostatt tryggjað sær deilt fyrsta pláss. Martin vann á Torkili og kom sostatt ájavnt toppin. Og tá ið Haldur Suni - sum telvaði stak væl í Gøtu - vann á Ólavi, endaðu heili fýra telvarar á 1. plássi. Ein heldur óvanlig støða, men kortini ikki so óvæntað, tá ið einans sjey umfør verða telvað. Eisini vórðu serligar rating­virðislønir latnar. Tann besti millum 1000 og 1200 í rating varð Símun Skorastein við 4 stigum. Hjalti Toftum Jógvansson, 4,5 stig, stóð seg best millum telvarar við 1200-1600 ratingstig. Grand Prix stig Triðja og seinasta Grand Prix kappingin verður í Havn 9. desembur. Fimm teir fremstu telv­ar­ arnir í hvørjari í kapping fáa sokallað Grand Prix stig. Nr. 1 fær 5 stig, nr. 2 fær 4 stig, nr. 3 fær 3 stig, nr. 4 2 stig og nr. 5 1 stig. Í Gøtu býttu vinnararnir Grand Prix stigini millum sín, soleiðis at fýra teir fremstu fingu 3,5 Grand Prix stig. Nr. 5 (Rani N.) fær 1 Grand Prix stig. 9. des­embur verður endaligi vinnarin funnin. Toppurin í 2. Grand Prix í Gøtu Carl Eli N. Samuelsen 5,5 av 7 Haldur Suni Johansen 5,5 Finnbjørn Vang 5,5 Martin Poulsen 5,5 Rani Nolsøe 5,0 Helgi á Mallorka Ratingjagstrarin Helgi Dam Ziska er í hesum døgum á Mallorka og telvar í 3rd Calvia International Open. Helgi hevur 2364 altjóða ratingstig, og honum vantar tí einans 36 ratingstig fyri at fáa IM-heitið (International Master). Í Calvia hevur helgi hig­ar­til 2 stig av 4. Hann hev­ur vunnið á lægri rat­ aðum telvarum og tapt móti stórmeistarunum Pia Cramling (2528) og Friso Nijboer (2641). Níggju um­før skulu telvast, og kapp­ ingin endar 28. oktobur. Fýra vinnarar í Gøtu Flogbóltsstøður Meistaradeild kvinnur v t d v - t sett sett +/- stig 1 TB 3 2 - 1 7 4 3 4 2 ÍF 3 2 - 1 8 5 3 4 3 SÍ 3 2 - 1 6 4 2 4 4 Dráttur 3 2 - 1 7 5 2 4 5 KÍF 3 1 - 2 4 6 -2 2 6 Mjølnir 3 0 - 3 1 9 -8 0 Meistaradeild menn v t d v - t sett sett +/- stig 1 ÍF 3 3 - 0 9 3 6 6 2 Fram 2 2 - 0 6 2 4 4 3 SÍ 3 1 - 2 6 6 0 2 4 Fleyr 3 1 - 2 5 7 -2 2 5 Mjølnir 3 1 - 2 6 8 -2 2 6 Nøvan 2 0 - 2 0 6 -6 0 Triða og seinasta Grand-Prix umfarið verður í Havn tann 9. desember