hósdagur 26. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 207 - 26. oktober 2006 ]
Nýggjar bóltar
og tiltøk til ung
dómsfótbólt vórðu
endamálini, sum
vinningarnir hjá KÍ
og EB/Streymi frá
innandura-FM í vár
vórðu nýttir til
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu undan kappingarbyrj
an var fyrsta FM-kappingin
í fótbólti. Hendan var, tá
Jákup á Borg skipaði fyri
innandura-FM kapping,
har fremstu fótbóltsfeløgini
í landinum høvdu hvør sítt
lið við.
Tey bæði fremstu liðini
í kappinginin vunnu her
kontantar vinningar, men
ein treyt var áløgd teimum,
sum tóku ímóti. Nevnliga
at vinningurin skuldi nýtast
til ungdómsarbeiðið í fel
agnum.
Og nú er eisini greitt,
hvussu peningurin er nýtt
ur. Klaksvíkingar gjørd ist
fremstir, og fyri hetta fingu
teir ein kekk á 15.000 krónur.
Tann peningurin varð
nýttur til at endurnýggja
bóltagoymsluna hjá yngru
liðunum, soleiðis at hesi í ár
hava verið serstakliga væl
útgjørd á tí økinum. Júst
bólturin er jú tað mesta
grundleggjandi amboðið
í fótbóltsspælinum, og hjá
børnum og ungdómi er ein
nýggjur bóltur mest sum at
meta við nýggjan Mercedes-
bil hjá pápanum.
Silvur vinnarar í kapping
ini gjørdust EB/Streymur,
sum vunnu 5.000 kr. Har
er avgjørt, at peningurin
verð ur nýttur til ymisk
tiltøk, sum eru tengd at
sparkivøllunum, sum eru
gjørdir í teirr a øki, og vóna
tey, at hetta kann styrkja enn
meira um annars blómandi
fótbóltsmentanina
í
økinum.
Tað var Jákup á Borg, sum
skipaði fyri kappingini, og
hann ætlar, at hetta verður
afturvendandi táttur.
– Eg haldi, at kappingin
var væl-eydnað, men nakrir
lutir kunnu sjálvandi betrast.
Beint nú er trupulleikin at
fáa hallarpláss, og tí veit
eg ikki, júst nær kappingin
verður aftur, men tað kem
ur vónandi upp á pláss.
Og uttan stuðlar ber tað
so heldur ikki til. Seinast
varð kappingin stuðlað av
Føroya Banka, Føroya Bjór,
3’aranum og Sosialinum,
og teirr a hjálp í hesum skal
avgjørt ikki undirmetast,
sigur Jákup.
Nú er vinningurin
brúktur
Finalan í kappingini, sum í vár varð hildin í Hoyvíkar
høllini, stóð millum KÍ og EB/Streym. Úrslitið ta ferðina var
1-0 til klaksvíkingar
Fróði heldur fram í B36
Ein av týdningarmestu spælarunum hjá B36, Fróði Benja
minsen, verður eisini í árstalsfelagnum komandi ár. Enn
er sáttmálin ikki undirskrivaður, men sum skilst eru allir
lutir í hesum greiðir. Í aðrar mátar verður hópurin hjá B36
eisini at kalla óbroyttur. Obi er farin til Skála, og í hansara
stað skal ananr áleypari finnast. Hartil roynir Sylla at fáa
sáttmála uttanlands, men í útgangsstøðinum verður roknað
við, at hann verður partur av hópinum.
Kortini øl í Parkini
Ágangurin frá dønum hevur verið harður, síðani UEFA
gjørdi av, at FCK ikki slapp at selja øl við alkoholi í til
heimadystirnar í Champions League. Og hesin ágangur
hevur nú fingið UEFA at boyggja seg. Nú verður nevnliga
sagt, at FCK fær loyvi at selja øl við alkoholi í, men at
alkohol-innihaldið tó ikki má fara upp um 2,6%.
Tað er bert við at hava
so nógvar leikarar
sum gjørligt á so
høgum støði sum
gjørligt, at vit veruliga
kunnu fremja eina
menning innan
føroyskan lands
liðsfótbólt, heldur
Jákup í Stórustovu,
leikaraumboðsmaður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn er bara eitt føroyskt
virki, sum burtur av virkar í
vinnuni, har fótbóltsspælarar
verða keypir og seldir. North
Atlantic Football Agency
við Jákupi í Stórustovu,
hevur nú fýra ár á baki, og
er ikki frítt, at nakað er hent
á økinum. Sjálvur byrjaði
Jákup í yrkinum í 1998, tá
hann saman við útlendskum
umboðsmanni var við til at fáa
Julian S. Johnsson til norska
Kongsvinger, síðani havur
hann fingið flestu av føroysku
leikarunum sum hava verið
uttanlands sáttmálað.
Tá FIFA-broytti reglu
gerðina til kravið um
góðkendar spælara umboðs
menn, var Jákup eisini mill
um teirr a, sum stóðu fyrstu
royndina.
Vil skapa møguleikar
Við valinum av føroyskum
yrkisspælarum í huga, var
ikki frítt, at fólk yptu øksl,
tá Jákup upprunaliga fór í
gongd við virksemið sítt,
men sjálvur sigur hann, at
hann alla tíðina hevur havt
eina trúgv uppá, at hetta
er nakað, sum kann bera
til. Og at hann hevur stórt
álit og tiltrúgv til føroysku
leikarnir
– Sjálvandi kanst tú siga,
at talið av spælarum er
avmarkað her hjá okkum.
Men fyrst og fremst var eg
sannførdur um, at tað var
møguleiki at fáa hetta tal
longur upp. Gjøgnum ár og
dag havi eg fingist nógv við
fótbólt, og eg bæði var og eri
sannførdur um, at tað gevur
stórar menningarmøguleikar
fyri føroyskan fótbólt, um
bestu spælarar okkara kunnu
sleppa út um landoddarnar at
royna seg. Við stødd okkara í
huga, vil talið av hesum altíð
sveiggjað nakað, men eg
vildi mett, at vit í miðal eiga
at hava einar 12-14 spælarar
uttanlands, tey næstu árini,
meðan talið kann økjast enn
meira um eini 4-5 ár
– Men tað krevur eitt enn
miðvísari arbeiði. Ikki minst
er tað nærum eitt krav, at vit
fáa eitt U-21 landslið. Her
hevur FSF so meldað út, at
tað verður arbeitt miðvíst
við hesum, men enn er ikki
staðfest, hvørt hetta arbeiði
ber á mál.
– FSF og feløgini, gera
eisini eitt alsamt miðvísari
arbeiði fyri at menna ung
dómsarbeiðið, og hetta
gevur eisini úrslit. Tú kanst
bara hyggja at hvussu nógvir
ungir leikarar eru í formula
og 1. deild. Og saman við
hækkandi fakliga støðinum
hjá venjarunum, hevur hetta
eisini verið viðvirkandi
til alsamt betrað úrslit hjá
ungdómslandsliðum okkara.
– Tað er umráðandi at sam
starvi við tey føroysku fel
øgini er gott og at tá leikarar
fara uttanlanda at venja
verður hettar gjørt í tøttum
samstarvi við tey.
– Havast skal eisini í huga
at flestu leikarnir í dag hava
sáttmálað við felag sítt
her og kunnu tí ikki frítt
fara, tað er umráðandi at
føroysku feløgini fáa ágóða
av tí miðvísa ungdómsar
beiðinum, tá leikari fer av
landinum ,men tað vil altíð
vera so at um leikari er sátt
málaleysur hevur hann, eftir
ávísum reglum sum so frítt
at fara.
Skapar
møguleikarnar
At tað tykist so, at aðrir gjarna
vilja koma inn á føroyska
marknaðin, nú FSF aftur
hevur hildi FIFA-próvtøku,
tykist hetta ikki vera nakað,
sum Jákup vil gera tær stóru
viðmerkingarnar til.
– Tað stendur frítt til ein
og hvønn at fara upp til próv
tøku. Men støddin á okkara
landi er ikki serliga stór.
Við hesum sipar Jákup
helst til, at tað í sjálvum sær
er avmarkað, hvussu nógvar
spælarar føroyingar kunnu
rokna við at selja til útlendsk
feløg.
Og heldur ikki vil hann
gera viðmerkingar til, um
ein kappingarstøða á lítla
føroyska
marknaðinum
kann bera við sær, at onnur
atlit enn tey hjá spælarunum
verða tikin framum.
– Hesi fyrstu árini er so
nógv tann størsti parturin av
mínari orku farin við at skapa
mær eitt kontakt-net. Tað er
jú altavgerandi, at eg kenni
tey røttu fólkini, um eg skal
vera ein hjálp hjá teimum
spælarum, sum eg umboði.
Mín uppgáva er fyrst og
fremst at skapa møguleikar
Spælarin má sjál