Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 207 - 26. oktober 2006 ] Vilja styrkja felagið Eftir at hava nýtt mestu orkuna til uppbyggjandi arbeiðið hesi fyrstu árini, metir Jákup, at tíðin nú er komin til at styrkja grundarlagið undir NAFA. – Enn er einki endaligt komið upp á pláss. Men eg havi arbeitt við at styrkja um grundarlagið undir felagnum. Bæði fíggjarliga, men – ikki minst – ítróttarliga, sigur hann. Hetta seinasta skal ætl­­andi gerast við at knýta fólk afturat fel­ agn­um, sum higartil hev­­ur verið at kalla ein­­staklingavirksemi. Í fyrstu atløgu við at hava fólk í felagnum, sum kunnu vera við at menna leikarnar ítóttarliga. -mørk Okkurt hendir í vetur Nú sonevndu transfer- vindeyguni eru komin í altjóða fótbólt, eru onkur tíðarskeið náttúr­ liga meira deydlig enn onnur, tá talan er um spælarahandlar. Men hóast tað ikki hevur verið so nógv at hoyra seinastu tíðina, so tykist Jákup avkláraður, tá spurt verður, um nakað er í væntu í heyst og vetur. – Viðvíkjandi yngri spælarum verða helst onkrar venjingar á skránni. Bæði U-17 og U-19 eru júst liðug víð sínar kappingar. Og tá fleiri av hesum spæl­ar­ um samstundis hava upp­gávur fyri síni feløg, vilja vit helst bíða við venjingaruppihaldum utt­­anlands, til før­oyska kappingin og lands­liðs­ árið eru liðug. So tað verð­ur ikki fyrr enn nú, at gongd veruliga kem­ ur á sjónliga partin av fel­agnum. -mørk EB/Streyma-venjarar halda fram Tað verða eisini Piotr Krakowski og Sámal Erik Hentze, sum fara at venja EB/Streym komandi kappingarár. Teir báðir venjararnir vórðu í ár so sera nær við at føra liðið til fyrsta gullmerkið í søguni, men teir gjørdust nakrar fáar minuttir og stuttir í so máta. Komandi ár verður tó enn ein roynd gjørd í so máta skilst. Til hetta fara teir at hava á leið sama hópin, men tað tykist greitt, at onkur spælari skal finnast fyri Ronnie Samuelsen á miðvøllinum og Fróða Clementsen í verjuni, sum báðir rokna við at gevast við fótbóti á Formula-støði. Maradona sum landsliðsvenjari Fótbóltssambandið í Honduras sigst vera áhugað í at seta Diego Armando Maradona í sessin sum landsliðsvenjari. Áður hevur Maradona verið settur í samband við okkurt starv nær argentinska landsliðnum, men sjálvur hevur hann tó ongan tíð váttað hesi tíðindi. Men tað ger hann nú. – Maradona hevur sagt okkum, at hann er til reiðar at átaka sær upp­gávuna hjá okkum. Og tí eru vit sjávlandi áhugaðir í. Hann er um nakar maðurin, sum kann geva okkum eitt navn í altjóða fótbólti, sigur forsetin í fótbóltssambandinum í Honduras, Rafael Callejas við Reuters. lvur fylla karmarnar hjá spælarunum, eitt nú við at fáa fólk hendanvegin at eygleiða leikaran og skipað fyri venjingaruppihaldum og tað kann eg best gera við sjálvur at hava kontaktina við útlendsku feløgini. Men tað er soleiðis at eg kann skapað møguleikan, men tí ítróttarliga stendur leikarin fyri og so er tað upp til hvørt einstakt felag at meta um leikarin er nakað fyri teir. Vegurin er ikki altíð so stuttur sum mong halda, tað kunnu teir leikarnir, ið hava roynt seg uttanlands, skrivað undir uppá. Tað krevur hart arbeiði og eina stóra trúgv uppá egin evnir. – Og eg verði ofta spurdur hví er hasin og hasin ikki uttanlands. Tað eru nógv við­ urskifti sum spæla inn, men ongin skal yvast í at feløgini í Evropa vita um Føroyar og føroysku leikarnir. – Tá eg byrjað í ’98, arbeiddi eg saman við útlendskum um­boðsmonnum. Men utt­ an at siga nakað negativt um tað, so var tað ikki al­ tíð, at hesir góvu sær nóg stór­ar gætur um Føroyar og føroyskar spælarar. Ofta var møguligur peningavinningur tkin framum, og tí valdi eg fara í holt við at skipa mítt egna kontaknet. Tað er sera umráðandi at vit sum vilja føroyska fótbóltinum væl draga somu línu í menningini av fótbóltinum Menningin er avgerandi tað hevur verið sjónligt at Jákup hevur góð sambond í Norðunlondum og Evropa sum heild. Eitt nú vóru nógv europisk stórfeløg millum tey vitjandi, tá U-17 NM varð hildið í Føroyum í summar. Eitt, sum fólk í hesum sam­bandi ofta hava bitið merki í, er, at tað ofta eru stóru feløgini, sum leita eftir spælarum á slíkum stað. Men er tað ikki eins gott fyri ein ungan spælara at koma til eitt felag, har hann kann fáa møguleikan á besta liðnum, heldur enn at fara til eitt stórfelag, har talan aloftast bert verður um ungdóms- ella eykaliðsfótbólt? – Er talan um blaðungan spælara, er tað sjálv menn­ ingin, sum hevur størsta týdn­­ingi, og møguleikin fyri hesum er ikki altíð eins stórur í tí minna felagnum. Tá er krøvini ofta, at tú rættiliga skjótt skalt verða á besta liðnum, og er hetta vil til at økja um trýstið á spælaran. Tá er ofta betri hjá einum ungum spælara at fara til eitt nú Manchester City. Møguleikin at fara til eitt minni felag eftir loknan sáttmála er kortini altíð til staðar. – Og samstundis skal minnast til, at feløgini ikki gera hetta til stuttleikar. Er tað so, at eitt stórfelag keypir ein føroyskan spælara, so er tað eisini tí, at tey rokna við, at hesin hevur møguleikan at standa seg. Og tað er væl hetta, sum hevur størstan týdningin. Í NM-kappingini í summar var greitt, at alt størri feløg sýna føroyskum fótbólti áhuga. Ikki minst man tað vekja ans, at oddvitin í ungdómsdeildini hjá Chelsea, Frank Arnesen, var á føroyavitjan. Sum skylst er hettar bert ein av sera góðu kontaktunum jákup hevur í evropeisku stórfeløgunum