Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 207 - 26. oktober 2006 ] – Vinna nógv í verjuni Eftir dystin fingu vit orðið á Ruth Thomsen hjá Drátti, sum spældi ein góðan dyst ímóti KÍF. Hon helt verjuna hjá Drátti vera ein av størstu grundunum til trygga sigurin í Kolla­ firði. – Ja, vit vinna nógv í verjuni í dag. Vit fáa nógvar ómøguligar bóltar upp aftur úr gólv­inum, og tí verður verri hjá KÍF at vinna bóltarnar. Men álops­ parturin er eisini betri í dag enn vanligt, og tí eru vit sera fegnar um henda sigurin. Ruth leggur aft­ur­at, at øll liðini í meist­ar­a­ deildini hjá kvinnum eru sera jøvn, og tí er ilt at meta um úrslitini undan einum dysti. – Alt gongur galið Eftir dystin spurdu vit venjaran hjá KÍF, Kristian Mikkelsen, hvat gekk galið hjá KÍF. Hann helt snøgt sagt alt ganga galið. – Eg haldi at kalla alt gekk galið hjá okkum í dag. Álopsspælið er ikki nóg gott, verjan fær ikki nóg nógvar bólt­ar upp av gólvinum og móttøkurnar eru ikki nóg góðar. So ja, eg meti at alt gekk galið! Hann leggur afturat, at liðini í deildini eru sera jøvn, men hann er ikki bangin fyri, at KÍF skal fara niður við høvdinum eftir ósigurin. Hann metir hinvegin, at liðið fer at koma sterkt aftur næstu dystirnar. Dráttur vann trygg­ an sigur á KÍF í Kollafirði í gjár, meðan SÍ vann á Mjølni í Sørvági. Við hesum sigrunum hava bæði Dráttur og SÍ lagt seg undir liðuna á ÍF og TB í oddinum FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tveir dystir vóru á skránni hjá meistaradeild kvinnum í gjár. Dráttur vitjaði hjá KÍF í Kollafirði, meðan SÍ tók ímóti botnliðnum Mjølnir. Kappingin hjá kvinnum hevur sæð óvanliga jøvn út í ár. Undan hvørjum dysti er ilt at meta um, hvat lið fer at vinna, og tað tykist, sum dagsformurin er avgerandi, hvat lið vinnur á hvørjum. Úrslitini í gjár lagaðu seg tó soleiðis, at fýra lið nú hava lagt seg jøvn í oddin, eftir at bæði vágaliðini, Dráttur og SÍ, vunnu tryggar sigrar í gjár. Dráttur hølvaði KÍF av KÍF tók ímóti Drátti í høllini í Kollafirði. Undan dystinum høvdu bæði liðini tvey stig, og tí var týdningarmikið hjá báðum liðunum at vinna dystin. Í fyrsta setti legði Dráttur væl fyri. Tær løgdu seg á odda við eini 3-4 stigum, og hesa leiðslu hildu tær langt út í settið. KÍF var tó alla tíðina væl við í dystinum, men tær høvdu stórar trupulleikar við at fáa servurnar yvir um netið, og við hesum fingu kvinnurnar úr Drátti nógv løtt stig. Móti endanum av settinum nærkaðist KÍF, og eitt skifti var bert eitt stig á muni, men so dróg Dráttur aftur frá og vann at enda settið 21-25. Í øðrum setti fekk KÍF nógv betru byrjanina, og tær løgdu seg á odda beinanvegin við trimum stigum. Men tað var týðiligt, at hetta var ikki dagurin hjá KÍF. Mót­tøkurnar vóru ikki nóg góðar, hevingarnar lógu illa, og so kempaðu kvinnurnar hjá Drátti sera væl. Mitt í settinum var gongdin vend, og nú hevði Dráttur lagt seg á odda. KÍF royndi tó at blíva við at stríðast, og seint í settinum koma tær aftur uppá javnleik 21-21. So hevði Dráttur fingið nóg mikið. Tær vunu fýra bóltar á rað, og sostatt vunu tær settið 21-25. Nú var støðan 2-0 til Drátt í settum, og tað stóð illa til hjá KÍF. Hjá Drátti stóð hinvegin heilt væl til. Verjan stóð væl, álopið hekk væl saman og so sá viljin út til at vera væl betri hjá vágaliðnum henda dagin, enn hann var hjá KÍF. So fóru bæði liðini í gongd við triðja sett. Hjá KÍF var hetta seinasti møguleiki at venda dystinum, og tíðliga í settinum sást, at tær vildu gera alt fyri at vinna. Tær kempaðu væl, og sjálvt um tær vóru aftanfyri við fýra stigum, so fingu tær kempað seg upp á javnleik 14-14 mitt í settinum. Ilt er at meta um, hvat hendi eftir hetta. Men knappliga steðgaði fullkomiliga upp hjá KÍF. Dráttur vann allar bóltarnar í álopinum, og verjan fekk teir mest ómøgu­ liga bóltarnar yvir um aftur netið. Frá støðuni 14-14 økti Dráttur støðugt, og løtu seinni høvdu tær vunnið settið 16-25. Hetta var ein sera góður endaspurtur hjá Drátti, men hetta var kanska ikki so óvænt­að. Tær vóru betra liðið allan dystin, og teirra spæl hekk nógv betur saman enn spælið hjá kvinnunum úr Kollafirði. Tær vóru betri í verjuspælinum, betri í álopsspælinum og so kemp­ aðu tær eisini meir. Stutt sagt var sigurin fult uppiborin. SÍ vann á Mjølni Í hinum dystinum tók SÍ ímóti Mjølni í Sørvági. Mjølnir hevur havt tað trupult í ár, og undan dystinum høvdu tær enn einki stig fingið. Tí var SÍ stórur favorittur undan dystinum, og hesum trýstinum kláraðu tær væl at standa ímóti. Tær vunnu nevniliga ein tryggan 3-0 sigur. Sjálvt um dysturin end­ aði 3-0, so var munurin á lið­unum ikki so stórur. Í fyrsta setti lat SÍ ongantíð nakran iva vera um, hvat var betra liðið. Hetta settið vunnu sørvágskvinnur trygt 25-19. Annað sett bleiv væl javn­ ari. Her kempaði Mjølnir væl, og tær fylgdu SÍ alt settið. Men enn einaferð gjørd­ust sørvágskvinnur drúgvar, og at enda vunnu tær hetta settið 25-22. Nú skuldi Mjølnir vinna restina av settunum, um tær vildu hava síni fyrstu stig á stigatalvuna. Hetta hendi tó ikki, og sjálvt um tær vóru væl við í triðja setti eisini, so vann SÍ eisini hetta settið 25-23. Nú hava so bæði SÍ og Dráttur fýra stig, og tær hava sostatt lagt seg undir liðuna á TB og ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum. Vágaliðini vunnu tryggar sigrar – Vit vinna nógv í verjuni í dag. Vit fáa nógvar ómøguligar bóltar upp aftur úr gólvinum, og tí verður verri hjá KÍF at vinna bóltarnar, sigur Ruth Thomsen hjá Drátti, eftir at Dráttur vann tryggan 3-0 sigur á KÍF í gjár Silkeborg sekkja venjaran Saman við liði sínum hevur Viggo Jensen bara fingið átta stig til høldar í fyrstu 14 umførunum í donsku SAS-liguni. Og tað er ov lítið heldur leiðslan í felagnum, sum í gjár gav Viggo Jensen sekkin sum venjara hjá felagnum. Fyrr í ár longdu partarnir annars samstarvið sínamillum, men síðani hava úrslitini verið út av lagi vánalig, og tí hevur leiðslan tikið hetta stigi. Hjálparvenjarin higartil, Peder Knudsen, tekur nú yvir sum venjari. Stórfeløgini víðari Favorittarnir vunnu seg víðari, tá triða umfarið í ensku liga-cup varð spælt í gjárkvøldi. Men nakra staðni stóð tó heilt nógv á. Eitt nógv broytt Manchester United hevði tó sera trupult við at knógva Crew Alexandra úr triðbestu ensku røðini. Ole Gunnar Solskjær legði annars United á odda, men eitt korter fyri leiklok javnaði Luke Warney fyri Crewe. Tann støðan helt sær, og tí mátti longd leiktíð til. Og her eydnaðist Kieran Lee at avgera dystin til fyrimunar fyri United. Aðrastaðni vann Newcastle 3-0 á Portsmouth, Tottenham vann 5-0 á Milton Keynes Dons (fyrr Wimbledon), Chelsea vann 2-0 á Blackburn, og Liverpool vann 4-3 á Reading.