Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 27. oktober 2006 5 tíðindi Trý áhugaverd sekund Ferðmátarin umborð á flogfarinum hjá Atlantsflog, sum fór út av í Stord herfyri, fekk so mikið nógvan skaða, at hann varð sendur til Florida í USA, har tey skuldu arbeiða við at fáa upplýsingar út úr honum. Og í dag boðar NRK Hordaland frá, at 15 sekund av upptøkum er tað, tey í Florida hava fingið burtur úr. Ferðmátarin hevur skrásett ferð, kós og flúgvihædd hjá flogfarinum, og hesir upplýsingar verða nú settir upp í móti upptøkunum. Kanningarleiðarin Birger Bull sigur, at nógv bendir á, at tað er eitt samsvar millum hesar báðar faktorarnar, og lýsir hann tey síðsu trý sekundini áðrenn vanlukkuna, sum áhugaverd. Open by night - ella langur leygardagur Langur leygardagur - ella ”open by night”. Í øllum førum fara fleiri handlar í Runavíkar kommunu at hava longri opið í morgin enn vanligt. Hetta verður gjørt í sambandi við mentanarvikuna, sum alla hesa vikuna er í Runavíkar kommunu. Handlarnir, sum fara at hava opið til klokkan 17, eru Shop In, Trend Floor, Shari, Orkis, X- it og Føroya Keypssamtøka. Brotið og Bónus fara at hava opið til klokkan 16 í morgin. Bill Justinussen setir stórt spurnartekin við listan, sum fólk kunnu skriva seg á og stuðla undir, at tey samkyndu í Føroyum fáa betri sømdir enn tey fáa í dag SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Um eg fari í tingið og biðið teir gera eina lóg, sum loyvir mær at fara á seiðaberg og teir siga nei, so merkir tað kortini ikki, at tað er mær ólógligt at fara á seiðaberg. Tað er tað sama við lógini um samkynd, tí hóast vit onga lóg hava, sum forbjóðar diskriminatión av samkyndum, so merkir tað ikki at tað er fullkomiliga lógligt at diskriminera sam­ kynd, sum tað altso stendur á hasi heimasíðuni. Orðini eigur Bill Just­in­us­ sen hjá Miðflokkinum. Hann finst eisini at øðrum tingum í tekstinum á heimasíðuni, sum eggja fólki til at skriva sítt navn á ein lista og harvið mótmæla og gera vart við, at vit í Føroyum onga lóg hava, sum verjir rættindini hjá teimum samkyndu. Millum annað finst Bill Justinussen at, at tað á heimasíðuni stendur, at tíverri er støðan nú tann, at tað ikki er óvanligt, at fólk gera seg inn á og diskriminera samkynd. – Tað passar ikki, at tað ikki er óvanligt. Vit hava havt eitt dømi um nú, men tað merkir ikki, at tað er ikki er óvanligt at slíkt kemur fyri, sigur Bill Justinussen, sum eisini setir spurnartekin við sjálvan listan. – Tú kanst skriva teg inn á listan so ofta sum tú vilt, tí har er onki frámerki ella annað sum sigur, at tað veruliga er tú, sum skrivar teg inn á, so eg ivist í hvussu eftirfarandi listin er. Til dømis sá eg, tá eg hugdi inn á listan, at Jenis av Rana stóð uppskrivaður, sigur Bill Justinussen, sum var skjótur at printa listan út, tá hann sá hetta. Sum at lóggeva fyri seiðabergi Tað var ikki hissini endabrestur, sum Føroya Banki hevði upp á gallakvøldini, sum hava verið kring alt landið. Á seinasta gallakvøldinum, sum var í Havn, handaði Føroya Banki Herberginum eina gávu, sum hevur eitt virði millum hálvaaðru og tvær milliónir FØROYA BANKI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gjárkvøldið helt Føroya Banki tað seinasta av gallakvøldunum, sum hava verið kring alt landið. Á hvørjum av hinum kvøldunum hevur verið boðað frá, at okkurt serligt fór at henda hóskvøldið í Havn. Serligt var tað eisini á Hálsi í gjár. Móti endanum á kvøldinum vórðu Sámal Jákup Joensen og Niels Edvard Olsen frá Frelsunarherinum bidnir um at koma upp á pallinum. Har handaði nevndarformaðurin í Føroya Banka, Jóhan Páll Joensen, teimum báðum og Frelsunarherinum eina gávu, við einum virði millum hálvaaðru og tvær milliónir krónur. ”Vit arbeiða øll fyri status, pengar, arbeiðsinnihald. Í grundini sjálvsøknar orsøkir til at fremja okkara arbeiði. Men tað eru tó undantøk. Tað finnast menniskju í okkara samfelag, sum seta sjálvsøknu motivini til síðis fyri at tæna.” Síðani varð ein filmur vístur á stórskermunum, sum lýsti støðuna á Herberginum hjá Frelsunnarherinum, og eftir sýningina av hesum filminum greiddi Jóhan Páll Joensen frá, at bankin hevði valt at geva eitt herðaklapp til hetta megnar arbeiðið á skuggasíðu lívsins, sum verður gjørt fyri hesar borgarnar millum okkara, ið eru komin illa fyri. Gávan er ein stór og umfatandi víðkan og umbygging av Herberginum. Herbergið verður sera nógv brúkt, og bara í oktobermánaði hava omanfyri 300 gistingar verið har. Á Herberginum er trongligt í løtuni. Eitt kamar er 23 fermetrar og har standa ikki færri enn fimm sengur, men hetta verður nú broytt. Eftir umbyggingina skulu íbúgvarnir hava einkultkømur við skápi, hondvaski og øðrum hentleikum. Tað eru MAP-arkitektar, sum hava skitsað projektið, sum skal geva teimum á Herberginum tíðarhóskandi og virðiligar umstøður. Eisini skal verkætlanin hjá teimum knýta báðar bygningarnar hjá Frelsunarherinum saman við eini glastrappu. Hetta arbeiði, sum varð víst fram á gallakvøldinum í gjárkvøldið, hava teir eisini gjørt ókeypis. Listamaðurin og provo­kat­ ørurin, Ole Wich, hevur latið enn eitt argandi avrik frá hondum sínum. Teakrati ella demokrati, spyr hann og svarar hann samstundis sjálvur, at tað er tað, tað heila snýr seg um. Á síðu tvey á viku­skiftis­ síðunum í blaðnum, er eisini ein klumma, sum viðger júst henda spurn­ ingin. Føroya Banki 100 ár: Milliónagáva til Herbergið Tað er spurningurin Jóhan Páll Joensen handar Sámal Jákup Joensen og Niels Edvard Olsen frá Frelsunarherinum milliónagávuna Mynd: Jens Kristian Vang MAP-arkitektar hava gjørt tekningarnar av projektinum, sum skal knýta bygningarnar hjá Frelsunarherinum saman og geva íbúgvunum nútímans umstøður