sunnudagur 1. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 208 - 27. oktober 2006
tíðindi
Tað kom óvart
á formannin í
Javnstøðunevndina,
at tingmenn blivu
so óðir, tá ið teir
umrøddu møguleikan
at fáa fleiri kvinnur á
Føroya Løgting
Javnstøða
Áki Bertholdsen
sosialurin” aki@sosialurin
- Eg hevði ikki væntað, at
løgtingsmenn skuldi blíva
so óðir.
Tað kemur púra óvart
á formannin í Javnstøðu
nevndini, at eitt uppskot
frá nevndini skuldi elva til
slíka øsing á Løgtingi.
Javnstøðunevndin
og
nevndin, sum skal virka
fyri størri kvinnuleikluti í
politikki, hevur skotið upp,
at tingmenn skulu víkja
sætið á Løgtingið í nakrar
dagar og lata kvinnuligu
varalimirnar koma á ting
hesar dagarnar.
Men hetta uppskotið vakti
sjáldsama sterkar kenslur
hjá løgtingsmonnum.
Summir vóru rættiliga
óðir og aðrir høvdu hug at
sláa tað upp í glens.
Teir sum vóru allar óðast,
vóru Tórbjørn Jacobsen
og Hendrik Old. Tórbjørn
Jacobsen
kallaði
hetta
idioti og Hendrik Old helt,
at hetta var eitt uppskot
um regulert statskvett. Og
báðir hildu, at framtíðin hjá
javnstøðunevndini
mátti
umhugsast av nýggjum.
Púra óvart
- Eg dugi væl at skilja,
at tingmenn vóru ímóti
tí. Men tað kemur óvart á
meg, at kenslurnar vóru so
sterkar, tí í veruleikanum
haldi eg, at talan er um eitt
ógvuliga hóvligt uppskot,
sigur Kári á Rógvi.
Hann heldur, at tað var
ikki vit og skil, sum stýrdu
summum
tingmonnum,
men teir lótu kenslurnar
taka seg av ræði.
- Tað kom óvart á meg, at
hetta skuldi stinga so djúpt,
sigur hann.
Eftir hansara tykki var
Bill Justinussen ein tann
mest konstruktivi, tí hóast
hann var ímóti, hevði hann
hóast alt eitt annað uppskot,
sum var at gera hvørjum
veljara tvær atkvøður, so
at øll skuldi velja ein mann
og eina kvinnu, hvørja ferð
val var.
- Men eg hevði ikki
væntað, at at reaktiónirnar
skuldi vera so sterkar, at
tingmenn vildu hava javn
støðunevndina frá og at
teir ikki so frægt sum vildu
hava orðaskiftið um hetta.
Fór av sporinum
Formaðurin í javnstøðu
nevndini heldur, at kjakið
í Løgtinginum fór av spor
inum og hann heldur at upp
skotið var rættiliga hóvligt.
- Tað, sum vit hava skot
ið upp, er samskipa tað
eitt sindur, sum tingmenn
kortini gera í heilum, nevni
liga at taka farloyvi í nakrar
dagar og lata kvinnuligar
varalimir sleppa í Løgtingið
ístaðin.
- Tað gera summir flokkar
av og á og tað kemur eisini
fyri, at flokkar fara nokk so
langt niður í valúrslitið fyri
at fáa eina kvinnu á ting í
eina tíð.
- Vit hava bara skotið upp
at samskipa hetta í nakrar
dagar, so at vit fingu fleiri
kvinnur á ting í senn.
Ein, sum var ímóti hes
um, var eisini Kristian
Magnussen, formaður Javn
aðarfloksins á tingi. Hann
metti, at Løgtingið kundi ikki
brúkast til sýningar, tí tað
kundi minka um virðingina
fyri Løgtinginum. Hann
nevndi eisini vandan fyri
politiskum uppreistri, tí í
prinsippinum kunnu kvinn
urnar samtykkja hvat sum
helst.
Hesum stúrir Kári á
Rógvi als ikki fyri.
- Gjørdu tær tað, høvdu
tær diskvalifiserað seg
sjálvar frá eini politiskari,
tí so vóru tær aldrin valdar
- Eg ivist tvørturímóti
ikki í, at høvdu tær fingið
sætið á tingi, høvdu tær
tikið uppgávuna í størsta
álvara og í størri álvara, enn
summir tingmenn kanska
gera. Tí ivist eg onga løtu
í, at tær høvdu tikið av
hesum høvi til at víst, at
kvinnuligi.
- Og skulu vit tosa um
virðing fyri Løgtinginum,
haldi eg ikki, at orðaskiftið
mikudagin var nakað, sum
beinleiðis økti um virðingina
fyri Løgtinginum.
- Orðaskiftið í Løgting
inum vísti, at tað er ongin
orsøk at stúra fyri, at tað
hevði lækka tignina hjá Løg
tinginum at fleiri kvinnuligir
tinglimir fingu sætið á
Løgtingi í nakrar dagar. Tað
klára tingmenninir ivaleysa
væl sjálvir!
Kvinnur í politiska
starvsvenjing
Kári á Rógvi vísir eisini á,
at vit hava eina tingskipan,
sum forðar fyri, at tingmál
verða skrumblað ígjøgnum,
so tað er ógvuliga avmark
að, hvat tí tingfólk, sum
sita í einar 10 dagar, kunnu
gjøgnumføra.
- Men fingu tær møgu
leikan at koma á ting, kundi
tað givið teimum eitt sindur
av politiskari starvsvenjing
og tað kundi verið ógvuliga
mennandi.
Hann sigur, at tað er
ongin sum sigur, at hetta
skal vera, nú fíggjarlógin
er til viðgerðar. Men tað
kundi verið gjørt í februar,
tá ið Løgtingið ikki hevur
so nógv á skránni.
- Eg kann ikki lata vera
við at fáa tann tanka, at
tað eru summir tingmenn,
sum stúra fyri kapping frá
kvinnunum um tingsessin.
Samstundis
søgdu
næstan allir tingmenn, at
teir vóru fyri javnstøðu
– bara ikki har tað rakar
teir sjálvar og tað er eitt
keðiligt tekin at senda frá
sær, heldur formaðurin í
Javnstøðunevndini.
Kortini heldur hann als
ikki, at hetta var til fánýtis.
- Bara tað, at vit høvdu
hetta orðaskiftið, ger sítt til,
at seta javnstøðuna á bredd
an og fer fólk at hugsa,
leggur hann afturat.
Tikin á bóli av óðum
tingmonnum
- Eg hevði ikki
væntað, at tingmenn
skuldu øsa seg so
upp um eitt so
meinaleyst uppskot,
sigur forkvinnan
í nevndini til
frama fyri øktum
kvinnuleikluti í
politikki
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg haldi, at tingmenn
skutu spurv við kanón.
Eyðgunn
Samuelsen,
forkvinna í nevndini fyri
øktum
kvinnuleikluti.
Heldur at tingmenn gjørdu
alt ov nógv av, tá ið teir
mikudagin umrøddu upp
skotið um at tingmenn
skuldi víkja sætið í Løg
tinginum í nakrar dagar
og lata kvinnuligar vara
tinglimir sleppa á løgting
hesar dagarnar.
- Hetta var ógvuliga yvir
drivið, tí í veruleikanum
er talan um eitt rættiliga
meinaleyast uppskot, held
ur hon.
Hon vil ikki gera við
merkingar til hvønn ein
stakan tingmann fyri ikki
at stoyta bensin á bálið.
- Men tað tykist sum um
at vit alla tíðina misskilja
hvønn annan. Ístaðin fyri
at viðgera sjálvt málið,
leypa tingmenn á at við
gera tey formligu viður
skiftini.
Hetta var í veruleikanum
eitt rættiliga meinaleyst
uppskot, sum ikki varð
sett fram fyri at taka ræðið
av nøkrum men fyri at
vísa, at hetta er eitt, sum
ber til.
- Men tað er spell, at ting
menn ikki vilja umrøða
sjálvt málið, men beinan
vegin fara at viðgera fólka
ræði og hvør er valdur ella
ikki.
- Hetta snýr seg ikki
um at taka ræði, men at
tað letur seg væl gera
at fáa betri javnstøðu á
Løgtingi og tær kvinnur,
sum høvdu fingið sætið á
tingi, hava hóast alt eisini
fingið fitt av atkvøðum og
teimum atkvøðunum eiga
vit eisini at hava virðing
fyri.
- Tað er bara ein spurn
ingur um vilja, leggur hon
afturat.
Boykott av føroyskum vørum kann gerast veruleiki
Á týska kjakforuminum ”Das Forum für Freunde der Färöer-
Inseln” skrivar ein av gestunum, at hann so ikki ætlar sær
til Føroyar aftur eins og hann áður hevur verið, nú hann er
vorðin greiður yvir hvørja støðu Føroyar hevur til samkynd,
somu hugsan vísir ein samkyndur dani í lesarabrævi í føroysku
bløðunum. Hetta eru tvey dømi um boykott av Føroyum
fyri støðuna hjá Føroya Løgtingi mótvegis rættinum at gera
mismun vegna kynsliga sannføring. Men hetta er møguliga bert
byrjanini. Tí í Danmark fyrireika fólk eitt boykott av ferðum til
Føroyar og av føroyskum vørum, um Løgtingið velur av havna
uppskotið um at tryggja samkynd móti mannamuni.
Sambært føroyska blaðmanninum Fróða Holm Knudsen, eru
Føroyar í vanda fyri einum fíggjarligum smeiti, velur Føroya
Løgting ikki at tryggja samkynd móti mannamuni. Hann er
ikki sjálvur við at skipa fyri boykotti, men hann sigur at fólk í
Danmark ætla at skipa fyri einum stórum boykotti.
Fróði Holm Knudsen, ið sjálvur er samkyndur vísir á, at við
alnetinum er møguleikin fyri at tílík boykott breiða seg skjótt,
og tí heldur hann, at hetta er eitt mál, ið føroyingar eiga at taka
í størsta álvara.
– Allir tingmenn søgdu, at teir vóru fyri javnstøðu. Tað skal
bara ikki vera, har tað kann raka teir sjálvar. Eg kann ikki lata
vera við at fáa tann tanka, at tað eru summir tingmenn, sum
stúra fyri kvinnuligari kapping um tingsessin, sigur Kári á
Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini
Tingmenn
plaffaðu spurv
niður við kanón
– Eg haldi, at tingmenn
skuldu sligið kalt vatn í
blóðið, heldur Eyðgunn
Samuelsen, forkvinna í
nevndini til frama fyri
størri kvinnuleikluti í
politikki