sunnudagur 1. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 27. oktober 2006
tíðindi
Næsta ár stendur
Tórshavnar Komm
una fyri virksemi fyri
slakar 140 milliónir.
Hetta gevur arbeiði
til nógvar hendur og
sigur ikki so lítið um,
at kommunan er í
stórum vøkstri.
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóskvøldið var býráðs
fundir í Tórshavnar Býráð.
Nógv mál vóru á skránni,
eitt nú var fíggjarætlanin
fyri 2007 til 1. viðgerð,
og verður hon helst sam
tykt,
uttan
tær
stórar
broytingarnar. Fíggjarætl
anin skal vera endaliga
samtykt innan 1. desember.
Skattaprosentið næsta ár
verður helst óbroytt 19,75
prosent og barnafrádrátturin
framvegis 5000 krónur fyri
barnið.
100 milliónir til íløgur
Fíggjarætlanin fyri 2007
javnvigar við 530 milli
ónum í mun til í fjør, har
hon var 317 milliónir. So
hóast virksemið í býnum
er ovurhonds stórt, so eru
ikki tær stóru broytingarnar
at finna. Nógv tann størsti
posturin á fíggjarætlanini
er barnaansingin, sum fer
við 122 milliónum. Tekn
iskar veitingar fara við 93
milliónum, og einar 40
milliónir fara til skúlamál.
Mentan og frítíð fara við 26
milliónum og almanna og
heilsumál fáa 33 milliónir.
Íløgurnar eru settar til 100
milliónir næsta ár, umframt
at játtaðar eru 5 milliónir
til smábátapláss. Av teim
um 100 milliónunum er
ætlanin at nýta 20 milliónir
til viðlíkahald av kloakk
netinum, og hevur tað
sum heild verið ein stórur
postur á fíggjarætlanini hjá
kommununi seinastu árini.
Nýggjur íbindingar
vegur
Farið verður nú undir at
byggja sambindingarvegin
Klingran-Løgmannabreyt
við íbinding í landsveg,
sum tilsamans fer at kosta
upp ímóti 30 milliónum.
Tekniska nevnd hevur mett
verkætlanina at kosta 2
milliónir av kontoini fyri
íløgur í 2006, 14 milliónir
í 2007 og 13.6 milliónir
í 2008. Vegurin skal vera
liðugur í juni 2008.
Tveir nýggir skúlar
Av nýggjum kann verða
nevnt, at nýggi skúlin í
Hoyvík, sum fer at liggja
uppi við Løgmannabreyt,
er mettur at kosta 120 milli
ónir krónur. Skúlin, sum
verður tvísporaður, skal
verða liðugur í 2008. Har
umframt eru ætlanir um
nýggjan skúla á Argjum.
Smábátapláss
Sum nevnt hevur býráðið
ætlanir um at seta 5 milliónir
av til smábátahavn. Sambært
borgarstjóranum standa eini
500 fólk á bíðilista, men
er veruligi tørvurin helst
nakað væl lægri.
-Vit ætla at nøkta tørvin á
smábátaplássum innan fyri
nøkur ár, og fara at seta 5
milliónir av til endamálið
um ári, sigur Heðin Morten
sen, sum vísir á, at pláss er
fyri bátabrúm í Álakeri, við
Gomlurætt, í Vágsbotn og
aðrastaðni.
Nógvar útstykkingar
Av teimum umleið 1700
fólkunum,
sum
standa
á bíðilista til at fáa eitt
grundstykki í kommununi,
fara omanfyri 300 fólk at
fáa eitt tilboð næstu mán
aðirnar. Sambært Heðini
Mortensen, ætlar komm
unan at útstykkja til 62
sethús og 43 randarhús í
Hoyvíkshaganum
suður,
oman fyri verandi Hoyvíkar
Skúla. Har er eisini ætlanin
at byggja barnagarð og
vøggustovu, við plássi fyri
eini 60 børnum.
Uppi á hamrinum á Argj
um, norðanfyri barnagarðin,
er ætlanin at útstykkja til 77
sethús. Harumframt verða
40 grundstykki útstykkjað
á Velbastað, 20 í Nólsoy, 20
í Kollafirði og millum 25
og 50 stykki í Kaldbak.
Ítróttur og mentan
Viðvíkjandi ítróttini, eru
ætlanir um at umbyggja høll
ina á Hálsi fyri 40 milliónir
yvir 4 ár. Nú eru 2 milliónir
játtaðar til projektering av
útbyggingini, men annars
er verkætlanin ikki endaliga
samtykt enn.
- Vit vóna at kunna
útbyggja høllina so hon
fær ein bana afturat og væl
betur pláss til áskoðarar.
3 milliónir vórðu játt
aðar til útbygging av
Norðurlandahúsinum, og
ein heildarætlan fyri Tórs
havnar
kommunuskúla
varð samtykt, har millum
annað av avgjørt, at taka
Kongagøtu uppí skúlan, so
Grasagarður verður partur
av heildini, hjá skúlanum.
Garðurin aftanfyri húsini
hjá frk. Cohr verður eisini
tikin uppí skúlan, so næm
ingar og almenningur slepp
ur inn í garðin.
Nógv virksemi í Tórshavnar Kommunu
Grønlendski Teitur í Føroyum
Spennandi
verður
at
vita,
hvat
kemur
burtur
úr
sangskrivaraverkstaðnum hjá Brett Perkins, sum verður um
vikuskiftið í Musikkskúlanum, og sum endar við eini konsert
í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið kl. 19.30. Eitt av heilt
stóru nøvnunum er Angu Motzfeldt úr Grønlandi, sum í løtuni
býr og arbeiðir sum tónleikari í Keypmannahavn. Hann varð
í ár nomineraður sum ársins nýggja navn á Danish Music
Awards – í kapping við millum onnur Anna David og Magtens
Korridorer. Harafturat er hann eisini blivin spældur á MTV.
Angu skrivar tekstir og syngur á enskum.
Vígdis var í vanda
Framførslan hjá Vígdis í síðstu Kan Du Danse? sending var frálík, men hesa vikuna gekk verri. Tá
hon og nýggi partnarin Martin høvdu fingið dansistílin pop við lutakasti, var fyrsta viðmerking
hjá Vígdis “Hvad er pop?”. Bæði modernaði dansarin Vígdis og sportsdansarin Martin høvdu
sera trupult við at læra popp dansin, og framførslan var ikki betur enn næstbest.
Tá øll pørini høvdu dansa, skuldi dómsnevndin velja frá tey trý pørini, ið høvdu havt veikastu
framførsluna. Hesuferð fall valið millum annað á Vígdis og Martin, Katinku.
Hvør hyggjari kundi atkvøða 12 ferð í hesi kappingini. Hetta merkir sjálvandi at vandi er fyri
vina og kenninga politikki. Í gjárkvøldið var sera tætt visti verturin Thomas Mygind at siga, men
Vígdis slapp altso víðari við flest atkvøðum av kvinnunum.
Verri gekk hjá dansipartnaranum hjá Vígdis Martini, ið var sera skuffaður og græt, tá hyggjararnir
sendu hann heim.
Farið verður nú undir at byggja sambindingarvegin Klingran-Løgmannabreyt við íbinding í landsveg