Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 208 - 27. oktober 2006 tíðindi Soleiðis eitur bók, sum tíðindakvinnan Tórun Ellingsgaard hevur skrivað um ta menningartarnaðu Janu Samuelsen. Bøkur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tórun hugsaði seg væl um, tá Óli spurdi hana, um hon vildi skriva eina bók um systir hansara, Janu. Óli eggjaði henni til at taka av. Hann hevði lisið bók­ ina, sum Tórun og ein starvs­felagi hennara høvdu skrivað um Peter Brixtofte, og Óli helt hana vera so væl skrivaða, at Tórun saktans kundi skriva eina bók um Janu. Tað gekk næstan eitt ár, áðrenn Tórun svaraði játtandi. Men hvussu er tað at skriva eina bók um ein persón, sum ikki dugir at siga nakað sjálvur? – Ja, tað hugsaði eg eisini, tá eg bleiv spurd, og eg spurdi meg sjálva, um tað yvirhøvur mundi bera til. Men sum frá leið helt eg, at kanska var hetta serliga spennandi og ein serlig av­bjóðing, so eg valdi at siga ja. Av tí at høvuðspersónurin ikki kann greiða frá sínari egnu søgu, hevur Tórun tosað við ein hóp av fólki, sum kenna Janu. Fyrst og fremst foreldrini og beiggj­ an sjálvandi, men hon hev­ ur eisini verið víða í sínum rannsóknararbeiði, sum bók­in eisini vísir. Drúgv óvissa Jana er fødd tann 25. mai í 1966. Hon var fullborin, og ta fyrstu tíðina tóktist alt vera, sum tað átti at vera. Men sum frá leið, varnaðust foreldrini, at alt var ikki, sum tað átti. Jana mentist ikki eins og onnur børn, og meðan javnaldrar hennara spældu í túninum uttanfyri, lá Jana inni og orkaði ikki at lyfta høvdinum. Eitt var at skilja, at gent­ uni bagdi okkurt, men nak­ að heilt annað var at fáa staðfest, hvat henni bagdi. Soleiðis var tað tá í tíðini, og tað var ikki, fyrr enn Jana var fýra ára gomul, at foreldrini fingu at vita, hvat bagdi henni. Tey boð­ ini fingu tey ein dagin á Ríkissjúkrahúsinum í Keyp­ mannahavn: Fjáltur var á teimum. Bæði vóru spent, hvat Plum hevði at siga teimum, men samstundis óttaðust tey fyri tí, sum var í væntu. Boðini fóru ikki at vera góð - tað vistu tey. Spurningurin var bara, hvussu ringt brekið hjá Janu mundi vera. Tank­ in um, at Jana møguliga var so ússalig, at hon ongantíð fór at mennast, ella at tey noyddust at lata hana verða eftir á sjúkrahúsinum hjá fremmandum fólki, fekk tey næstan at fella í fátt. Men nú høvdu tey livað so leingi í óvissuni, at tað fór at verða gott umsíðir at fáa greið boð. Boðini frá professaranum vóru eisini greið: Jana fór ongantíð at gerast fullfør. Javni Søgan um Janu er ikki bara søgan um Janu, men eisini og ikki minst tær serligu umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu. Her var høvundurin heppin at hava júst foreldrini hjá Janu, Helenu og Hanus, at greiða sær frá. Tey, sum kenna Helenu, kenna henn­ara stóra áhuga fyri um­støðunum hjá teimum, ið fingu eitt ella annað brek í viðføri, og tað eru fá, ið duga søguna hjá teimum minni mentu føroyingunum betur enn hon. Tá Jana varð fødd fyri 40 árum síðani, vóru meiri enn hundrað føroyingar við likamligum og sálarligum breki á stovnum í Danmark. Tann best kendii mundi vera Rødbygaard, har einir 80 føroyingar vóru. Tað var nú ikki av egnum vilja, at tey vóru har, og heldur ikki tí at foreldrini so fegin vildu tað. Men tá var snøgt sagt einki tilboð til teirra í Føroyum. Á ein hátt kunnu vit siga, at Jana gjørdi, at foreldur og onnur fóru at hugsa øðrvísi. Í bókini um Janu lesa vit, at Helena tók eina avgerð, tá hon og Hanus høvdu verið á Ríkissjúkrahúsinum og har fingið at vita, at dótturin fór ongantíð at mennast eins og onnur børn. – Tey komu fram á tað triðja busssteðgistaðið, og tárini runnu niðúr eftir kjálkunum á Helenu. Hanus steðgaði á og troystaði hana. Helena summaði seg og segði: “Nei, ikki talan um. Eg ætli mær ikki at ganga í Keypmannahavn og gráta. Eg ætli mær til Føroya at gera okkurt.” Hanus nikkaði. Helena og Hanus hildu orð. Heimafturkomin fóru tey saman við øðrum at virka fyri at stovna eitt felag, sum skuldi bøta um korini hjá teimum evna­ veiku føroyingunum og ikki minst at fáa tey, sum vóru í Danmark, heimaftur. Úr­slitið gjørdist felagið Javni – evnaveikum at bata. Tískil er søgan um Janu eisini ein partur av søg­ uni hjá Javna, og tað sigur seg næstan sjálvt. Hugtikin høvundur Tórun dylur heldur ikki fyri, at hon gjørdist hugtikin av teimum, sum gingu undan: – Eg haldi, at tað var eitt bragd. Hetta er ein spenn­andi søga. Tey máttu stríðast á øllum frontum. Ikki minst at vinna teimum menningartarnaðu virðing. Í eygum Hanusar og Helenu var eingin ivi um, at Jana hevði somu rættindi sum øll onnur, og tey menn­ ingartarnaðu skuldu ikki dyljast burtur, sigur Tórun og leggur afturat: – Tey arbeiddu av berum eldhuga, og teirra arbeiði gav føroyingum ein víðari sjónarring. Tað var eisini ein lætti hjá øðrum foreldrum, at tað vóru nøkur, sum tosaðu opið um síni egnu og tey brekaðu børnini hjá øðrum. Í bókini lýsir høvundurin eisini sjálvt stríðið fyri rætt­ ind­unum hjá teimum menn­ ingar­tarnaðu í sjeytiárunum, sum í eygunum á nútíðar lesarum ivaleyst fer at kenn­ast bæði strævið og óskiljandi ísenn. Tí, sum Tórun sigur: – Bókin vísir, hvussu lítl­ an avgerðarrætt føroysku myndugleikarnir høvdu tá. Tórun Ellingsgaard er út­búgvin tíðindakvinna. Hon hevur sum omanfyri nevnt skrivað eina bók fyrr, men bókin um Janu var øðrvísi at skriva, sigur hon. – Tað hevur verið spenn­ andi at fáa tað fram, sum skal standa eftir. Hendan bókin er meiri ein frásøgn enn bókin um Brixtofte. Jana – eitt hjartabarn Tað tykist í fleiri mátar skelkandi, hvussu umstøðurnar hjá brekaðum hava verið í Føroyum Trúboða og undirvísa í Kenya Jens og Malena Meitilberg úr Tórshavn eru trúboðarar í Nakuru. Tey eru partur av New Life Ministry, sum Leif og Susanne Madsen úr Danmark stovnaðu í 1994. Endamálið við hesum arbeiði er at hjálpa børnum, sum eru illa stødd. Børnini fáa mat, klæði og skúlagongd, so tey kunnu klára seg seinni í lívinum. Hallgerð Næs Simonsen úr Hvannasundi og Alberta Malena Gaard­ lykke av Glyvrum hjálpa til á skúlanum. Tær undirvísa børnunum. Í tveir mánaðir hava tær verið í Nakuru, og verða tær har í ein mánað aftrat. Í løtuni vitja fýra føroyingar í Nakuru. Teir eru: Tummas Jacobsen, Fríðtór Debes, Sjúrður Joensen og Rúni Rasmussen. Teir hjálpa til við undirvísing í samkomuni Filadelfia. Klokkan skal flytast Seinasta sunnunátt í oktober verður klokkan flutt frá summar- til vetrartíð. Tað vil siga, at tá klokkan verður 2 sunnunáttina, skal hon flytast aftur til klokkan 1. Kanska ikki so galið hjá teimum, sum eru ein túr í náttarlívinum hetta kvøldið, ella hjá teimum, sum hava hug at fáa sær ein eyka tíma upp á eygað. Tórun Ellingsgaard, tíðinda­ kvinna, hevur skrivað bókina um Janu Mynd: Óli Poulsen