sunnudagur 1. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 27. oktober 2006
9
tíðindi
Danir skylda nógv
Síðani teir donsku politikararnir gjørdu av at leggja
skattamyndugleikarnar saman, hevur tað gingið stak
illa at fáa fatur á írestandi skatti og øðrum gjøldum
til kommunurnar og tað almenna. Nýggj tøl frá
skattamálaráðnum í Keypmannahavn vísa, at nú standa
heilar 22 milliardir krónur úti í skatti og gjøldum, og at
upphæddin bara veksur. Umframt skatt er talan um eitt nú
gjøld fyri barnagarðspláss og bøtur, sigur DR.
Asfaltið kókaði
Fyri nøkrum døgum síðani kom eldur í ein tangabil, sum
stoytti saman við ein persónbil inni í Eidsvoll-tunlinum
í Noregi. Hitin frá eldinum var so nógvur, at asfaltið
á koyribreytini kókaði. Sambært bjargingarmonnunum
kom eldur í asfaltið, og tað mesta dampaði burtur. Tá tað
kølnaði aftur, var breytin so ósløtt, at myndugleikarnir
høvdu ikki annað í at velja enn at skava tað, sum eftir var,
omanav og at leggja nýtt asfalt á.
Finn Nørbygaard
og Jacob Hauggard
hava síðstu vikuna
framført kring
landið til 100 ára
hátiðarhaldið hjá
Føroya Banka.
Teir báðir greiða í
samrøðu frá teirra
vinalag og yrkisleið.
Jacob sigur, at hann
føldi sera stórt trýst á
sær til framførsluna
á Tvøroyri, tí at tað
var so kensluborið hjá
honum at framføra í
heimbygdini
FINN & JACOB
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin møtti Finn Nør
bygaard og Jacob Hauggard
”backstage” í ítróttarhøllini
á Nabb áðrenn gallakvøldið
á gjár. Teir høvdu sett ein
hálvan tíma av til eina sam
røðu. Teir hava verið sera
upptiknir hesar dagarnar, tá
ið teir hava verið Føroyum.
Nú eru teir farnir aftur til
Danmarkar.
Stuttligu menninir úr Dan
mark hava verið í Føroyum
í eina knappa viku. Teir
hava framført fyri Føroya
Banka til gallakvøldini,
sum verða hildin í samband
við 100 ára hátíðarhaldið
hjá Føroya Banka.
Hálvur føroyingur
Jacob Hauggard er hálvur
føroyingur. Mamma hans
ara er av Tvøroyri, og
hann varð sjálvur føddur í
Føroyum. Tey fluttu tó niður
stutt eftir, men hann var
í Føroyum hvørja summar
frítíð sum barn. Hann sigur
sjálvur, at hann hevur eitt
tætt tilknýti til Føroyar.
Samskiparin hjá teimum
spurdi teir ein dagin, um
teir høvdu hug at luttaka
í einum tiltaki hjá Føroya
Banka. Hetta var nakað, sum
serliga Jacob var spentur
uppá, tí at hann vildi fegin
vísa Finn sítt ”heimland”.
Hesar dagarnar, teir hava
verið í Føroyum, hava teir
tó ikki havt tíð til at uppliva
oyggjarnar.
– Eg hevði eina keðiliga
kenslu, tí at eg einans steðg
aði í 12 tímar á Tvøroyri.
Tað kendist ikki væl, tí at
eg hevði fegin viljað fingið
tíð til at heilsað uppá fólk.
Eg havi ongantíð steðgað
so stutt fyrr.
– Vit hava báðir konurnar
við, og tær hugna sær meðan
vit arbeiða hart. Tær shoppa
og uppliva oyggjarnar, sigur
Finn flennandi.
Føroyingar misskiltir
Teir báðir tykjast at hugna
sær í samveru við hvønn
annan. Teir sita og tvætla
og flenna at hvør øðrum.
– Eg haldi, at nógv fólk
hava misskilt føroyingar.
Tað eru nógvir danskarar,
sum halda, at føroyingar
eru líka sum vit ”jyder”,
men tað er als ikki so, sigur
Finn.
– Føroyingar eru eitt
heilt serstakt fólkaslag
við egnari mentan. Nógvir
danskarar hava ikki skilt
tað. Oyggjarnar eru so væl
vardar, og føroyingar hava
nøkur sterk virði, sum teir
halda fast um, sigur Jacob.
Teir halda ikki, at føroy
ingar eru turrisligir. Fólk
hava tikið væl undir við
skemtinum hjá teimum báð
um.
– Eg haldi, at vit hava
fingið
góðan
respons
hini kvøldini. Fólk hava í
øllum førum flent. Tað er
sjálvandi onkur einstakur,
sum situr hendur í favn
og sær súrur út, meðan vit
framføra, men tað uppliva
vit eisini í Danmark, sigur
Finn smílandi.
Kensluborið
á Tvøroyri
Fyri Jacob hevur hesin
túrurin verið heilt serligur,
tí at hann kennir, at ein
stórur partur av hansara
samleika er føroyskur.
– Tað var sera kenslu
borið fyri meg at framføra
á Tvøroyri. Tað var ikki
so lætt. Eg kenni, at eg
umboði mammu mína og
systir mína og alla familj
una hjá mammu, tá ið eg
komi til Tvøroyri. Eg eri
fyrr spurdur um at koma til
Tvøroyri og framføra, men
eg havi sagt nei, tí at tað er
so kensluborið fyri meg.
Tað er eitt eyka trýst, tí at
eg vil ikki skuffað fólkini
í mínari heimbygd, sigur
Jacob álvarsamur.
Finn Nørbygaard gjørdist
kendur, tá ið hann møtti
Jacob Hauggard í 1984.
Teir báðir spældu nøkur
sjónvarpsinnsløg saman,
og tá byrjaði eitt samstarv,
sum síðani skuldi vísa seg
at geva góð úrslit.
– Tað var sera løgið.
Eg møtti Finn, og tað var
eins, og vit høvdu kenst alt
lívið. Vit vóru beinanvegin
á somu bylgjulongd, sigur
Jacob, meðan Finn nikkar
samdur.
– Vit arbeiddu væl saman
og gjørdust kendir. Nøvnini
Finn Nørbygaard og Jacob
Hauggard hanga mestsum
saman. Vit valdu tó at royna
okkum hvør sær í 90´unum.
Vit skiltust í semju og hava
altíð verið góðir vinir, sigur
Finn.
Fólkatingslimur
– Ja, vit høvdu nakrar per
sónligar uppgávur, sum
skuldu gerast, og tá var tað
betri at vera hvør sær. Finn
skuldi prógva - einamest
fyri sær sjálvum - at hann
kundi klára seg uttan meg.
Eg var longu kendur, áðrenn
eg og Finn møttust. Hann
skuldi so royna at klára seg
væl solo, og tað gekk jú
framúrskarandi hjá honum.
Eg skuldi líka sleppa mær
av við mína rúsdrekka
misnýtslu, og tað fór við
nógvari tið og orku. Seinni
vísti tað seg, at eg skuldi
ein túr inn á Fólkatingið, og
tá kundi eg ikki hava Finn
hangandi aftaná mær, sigur
Jacob smílandi.
Jacob Hauggard varð
í 1994 sum tann fyrsti í
donsku søguni valdur inn
á ting sum leysgangari.
Hansara valstríð minti sera
nógv um tað, sum vit fyri
nøkrum árum síðani sóu frá
Jóhan í Kollafirði og Hinum
Stuttliga Flokkinum.
– Tað var ein løgin upp
living. Eg hevði nøkur val
lyfti, sum eg visti, at eg ikki
kláraði at halda. Tað gjørdi
eg, tí at eg vildi vera ein
rættur politikari, sigur hann
við einum skeivum smíli.
– Millum annað lovaði
eg betri veður, viðvind á
súkklubreytunum og meira
Nuttella-smyrjisjokolátu
til teir donsku soldatarnar,
sigur Jacob.
Skemtið fekk tó ein steðg,
tá ið Jacob púra óvantað
varð valdur inn á Fólka
tingið við heili 23.000 per
sónligum atkvøðum.
– Tað kom sera óvæntað
- serliga fyri meg. Eg hevði
als ikki ætlað at verða
valdur inn. Tá gjørdist alt
so álvarsligt. Eg sat í fýra
ár og stillaði ikki upp aftur
til valið í 1998.
Finn´sk fjernsyn
Finn Nørbygaard er serliga
kendur fyri sendingina
”Finn´sk fjernsyn”. Hann
hevur tó ikki fingið nógvar
viðmerkingar um hetta frá
føroyingum.
– Nei, eingin hevur sagt
nakað um tað. Eg visti
als ikki av, at tit sóu tað
her uppi. Men tað er bara
stuttligt, at tað eisini er kent
her uppi, sigur Finn.
Nú fimtan ár eftir, at teir
fóru hvør til sítt, hava teir
funnið saman aftur í eitt
samstarv. Hóast nøkur ár
eldri, eru teir enn fúsir at
undirhalda áhoyrarunum.
Vóna at koma aftur
Hóast móðir og moyrir eru
teir vælnøgdir við túrin.
Teir báðir rigga væl saman
og síggja ikki út til at gerast
troyttir av hvør øðrum.
– Vónandi koma vit aftur
upp eina aðru ferð, sigur
Finn.
– Ja, og tá vóni eg, at eg
fái tíð til at vísa tær runt. Tá
verður tað nógv stuttligari
hjá tær. Tú skalt bara banka
á eitt tilvildarligt hús í
Føroyum og siga ”jeg er
Jacob´s ven”. Fólkini í hús
unum eru heilt vist onk
ursvegna í familju við meg,
og so verður tú móttikin
sum ein greivi, sigur Jacob
við Finn, og teir flenna
báðir.
Vit verða avbrotin, tí
at teir báðir skulu til ljóð
roynd, áðrenn teir skulu
hava teirra síðstu framførslu
í Føroyum á hesum sinni. Í
morgun fóru teir so aftur til
Danmarkar.
Kensluborið at framføra á Tvøroyri
Finn Nørbygaard
og Jacob Hauggard
sungu nógvar sangir.
Finn hevur eina sera
vakrar rødd, meðan
Jacob hevur ein
humoristiskan tóna í
røddini
Mynd: Jens Kr. Vang