Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 208 - 27. oktober 2006 Herfyri skipaðu Menningarstovan og Norðurlanda­ húsið fyri ráðstevnuni “At fóta sær í London”, ið endaði við sýningini “Funky Faroe Islands” í The Somerset House mitt í London. Á Funky Faroe Islands upplivdu nógv umboð fyri móta- og tónleikaídnaðin í Bretlandi nøkur av fremstu føroysku veitarunum á hesum økjum. Føroyski umboðsmaðurin í London Sigmundur Is­feldt gleddist um, at Menningarstovan hevði tikið stig at skipa fyri eini ráðstevnu, ið setti fokus á føroyska mentan. “- Hetta er eitt týdningarmikið stig, at fokus verður setta á hesa vinnu. Hetta slag av vinnu er fokus ikki á í Føroyum. Fiskivinnan breyðføðir okkum og fær av røttum nógv fokus á seg, eini 90% av fokus. Men aðrar vinnur eru eisini, kanska vinnur, sum peika meira út í framtíðina”, segði hann. Tað er vert at gleðast um, at Menningarstovan í størri mun tekur kreativu vinnurnar í álvara. Bæði innan móta og tónleik eru Føroyar væl fyri við evnaríkum fólki. At almennu Føroyar nú velja at seta fokus á hesar vinnur, er eitt stig rættan veg at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á. Tað var eisini gleðiligt at síggja, hvussu væl fyri­­skipað tiltakið í London var. Í samstarvi við tey røttu fólkini á staðnum: mótablaðkvinnuna Wendy Scott og íslendska tónleikaumboðið Annu Hildur Hildibrandsdóttir, fekk tiltakið savnað nógv týdningar­mikil fólk innan hesar vinnur. Týdningurin av teimum netverkum, ið vórðu skapt hesar dagar, kann gerast stórur fyri føroysku veitararnar. Barbara í Gongini, ið var ein av luttakarunum, segði um Funky Faroe Islands sýningina, at hetta var sum at fáa eina hurð sparkaða upp inn í ein heim, ið tey ikki høvdu atgongd til frammanundan. Menningarstovan og Norðurlandahúsið skipaðu fyrr í ár fyri Atlantic Music Event í Reykjavík, so hetta er annað tiltak, ið kemur í lag í hesum samstarvi. Men umboðini úr móta- og tónleikaídnaðinum vístu á, at hetta tiltak var ein góð byrjan, men at fyrireikararnir ikki skuldu vænta, at nú var komið á mál. Hetta skuldi heldur verða sæð sum fyrsta stigið á eini ferð. So er spurningurin, hvat er næsta stigið? Her er tilboðið frá umboðnum hjá Danish Trade Counsil í London um vegleiðing og hjálp við royndunum at fóta sær á bretska marknaðinum og við fyriskipan av tiltøkum ein møguleiki, ið føroyskt vinnulív og almennu Føroyar eiga at umhugsa. Sosialurin Eitt stig rættan veg Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Nú kunnu vit ikki tiga longur! Latið okkum ikki bara vera passivar áskoðarar til tað, sum fer fram á politiska pallinum. Komið og gerið vart við okkum. Og latið okkum øll standa saman um at verja samkynd. Vit heita á teg, um - saman við okkum - at ávirka Løg­ tingið at samtykkja broyt­ ingaruppskotið til revsu­ lógina, soleiðis, at grein­in í framtíðini verður soljóð­ andi: “§ 266 b. Den, der of­fent­ligt eller med forsæt til ud­bred­else i en videre kreds frem­sætter udtalelse eller anden med­delelse, ved hvilken en gruppe af per­ soner trues, for­hånes eller nedværdiges på grund af sin race, hud­farve, natio­nale eller etniske op­rindelse, tro eller seksu­elle orien­tering, straf­fes med bøde, hæfte eller fæng­sel indtil 2 år.” Vit stúra fyri, at uppskotið fellur. Og gera vit ikki vart við okkum nú, eru vit við til at fella uppskotið við okkara tøgn. Tað tykist vera trupult at fáa ein meiriluta í tinginum at samtykkja uppskotið. Men tað er okkara sannfør­ ing, at ein meiriluti av fólk­ in­um í Føroyum er fyri, at vit skulu hava eitt samfelag sum er merkt av tolsemi og virðing fyri øllum – eitt sam­ felag, har eins stórt rásarúm er fyri allar borgarar. Tí fara vit við hesum undir at savna inn undir­ skriftir. Og vit heita á teg um at stuðla tiltakinum við at senda okkum eitt teldubræv til grein266b@ hotmail.com (við fullum navni, postnummari, býi/ bygd og føðingardegi) ella við at skriva undir seðlar, ið liggja á almennum støðum. Undirskriftirnar verða hand­ aðar Edmundi Joensen, løg­tingsformanni, áðrenn upp­skotið fer til endaliga við­gerð í tinginum. Alda í Ólavsstovu, Birta Biskopstø, Drós í Ólavsstovu, Guðrun Eysturlíð, Ingun Hentze, Jeanette Ellefsen Blåsvær, Karin Dahl og Kristianna Winther Poulsen Tann, ið tegir, samtykkir! Móttøkan, ið uppskotið frá javn­støðunevndini, um at ting­ menn í eitt styttri tíðarskeið góvu sætið frá sær til eina kvinnu á list­anum, fekk á tingi, var ikki óvæntað, og tey brot av viðmerkingum haðani, ið vóru at hoyra í út­varpinum, vóru eftir bók­ ini. Róp, skrál og djúpasta forargilsi var tað sum setti dám á djúpmælta kjakið, og ikki var trupult at køva tær jaligu viðmerkingarnar við gangi og harðmæltum við­ merkingum. Tá innslagið var endað, sat eg eftir við einari kenslu av at hava lagt oyra til eitt sokallað lugarprát ( í vanligari fatan, sum ikki inniber sakliga viðgerð av einum kjakevni) – og at tað, ið sagt varð, enntá var uppaftur verri meint enn tað ljóðaði. At sersømdir virka, eru lim­irnir í Føroya Løgtingi liv­andi dømi um. Tað er ikki av tilvild, at so nógvir menn sita á tingi, nú tað skjótt fara at verða hundrað ár síðan føroyskar kvinnur fingu val­ rætt (1918). Og tað er ikki av tilvild, at uppskot um ser­ sømdir fyri kvinnur fáa øði í summar menn, tí sersømdir virka, og tær sersømdir, sum menn hava fingið á politiska, eins og øðrum økjum, í øldir, virka enn – skjótt hundrað ár aft­aná, at kvinnurnar fingu valrætt. Og hon virkar í hesum aktuella førinum enntá dup­ ult, tí negativ serviðgerð virk­­­­ar eisini í mong ættarlið, eftir at juridiskir batar eru framdir. Tað sæst innan allar sam­felagsbólkar, ið hava ver­­ið fyri vanbýti, antin tað er kyn, húðalitur, trúgv, etn­­iskur uppruni o.s.fr., ið hevur verið grundarlagið fyri, at ein samfelagsbólkur hevur verið kúgaður. Onga staðni gerast hesir bólkar javn­settir við onnur, bert tí at tann avmarkandi ella kúgandi lógin hvørvur, og tað er góðtrúgvið at halda, at lógirnar eina standa fyri mismunum ella kúgan. Tað er tíverri nógv fløktari enn so, og tá mismunur hevur verið framdur leingi, kann hann í óteljandi frá­brigd­ um verða ein partur av ger­ andislívinum, sum kann liva sera leingi manna millum, uttan at verða stuðl­aður av nakrari lóggávu, og hava eins kúgandi árin, sum var lógin enn galdandi. Í USA var positiv servið­ gerð (Affirmative Action) sett í gildi til frama fyri tey svørtu í 1960-árunum, tí tað varð ásannað, at kúganin av teimum svørtu hevði so djúpar og fløktar røtur, at lítil og ongin vón um sosiala framgongd teirra vegna, kundi væntast uttan. Hon var seinni avtikin, tí hinvegin eru tað tey, ið ikki ynskja hesar sersømdir, eftir­sum tær geva høvi at seta spurnartekin við førleikan hjá fólki. Men sannleikin er, at tær sersømdir monnum til frama, sum eru ein so sjálv­sagdur partur av gerandis­lívinum, at fá geva sær far um tað, verða sterkt undir­mettar. Nú vit tosa um sersømdir, eru tað bert fjúrtan dagar síðani búskaparfrøðingurin Muhammad Yunus úr Bangla Desh, saman við Grameen Banka-samtakin­um, vann friðarheiðursløn Nobels. Bankavirksemið, ið hann byrjaði í 1970- árunum, er grundað á positiva ser­við­ gerð av kvinnum í fátæk­ um londum. Yunus var við eygleiðingum komin til ta niðurstøðu, at tað var alt­av­ ger­andi, at kvinnurnar vóru eggjaðar til at gerast virknar á peningaliga økinum, og helt fast við avgerð sína, um at geva teimum sersømdir, hóast kvinnurnar, sum Yun­us vendi sær til í fyrstani við tilboði um at læna pen­ing, ræddust. Tær høvdu ongantíð nortið við pening, krógvaðu seg, bóðu hann tosa við mannin í staðin, ræddust at gera móti sið­venju o.s.fr.. Í mai 2006 vóru 97% av lántakarunum kvinnur, og hevur hes­in fram­­ferðarháttur, við frið­ar­ heiðursløn Nob­els, fingið størstu viður­kenn­ing ein kann fáa í vestur­heiminum. Tað kann tykjast sum ein andsøgn, at tala fyri ser­ sømdum, samstundis sum ein talar um javn­rætt­indi og demo­krati, men tað er ein misskiljing. Tá eitt samfelag hevur so stóra valdsslagsíðu, sum tað føroyska hevur, er neyð­ugt at rætta tað upp við tiltøkum, og ikki lata standa til og halda, at tað rættast upp av sær sjálvum. Tað hava vit roynt nú í skjótt hundrað ár og tað úrslitið talar fyri seg. Sersømdir, Nobel-friðarheiðursløn og Føroya Lugarting Annika Skaalum