Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 • 27-28. oktober 2006 13 Vikuskifti átrúnaður Rætvísgjørdur av trúgv Jesu kross­deyði og upp­reisn frá deyð­um er mið­dep­il­in í kristnu trúnni og grund­arlagið und­­ir rætt­vís­gerð­ing­ini av trúgv eina. Í Gamla Testamenti er að­­­al­vitnið, tá talan er um rætt­­vísgerðing av trúgv, Abr­a­ ham. Abraham trúði Gudi, og hann roknaði honum tað til rætt­­lætis. Og apostulin Paulus ger greitt í Galatarbrævinum: “Vit vita at maður ikki verð­ur rætt­vísgjørdur av lóg­ar­gern­ ing­um, men eina við trúgv á Jes­us Krist” (2,16). Og hann held­ ur fram: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi” (Róm. 5, 1). Trúarrættvísin hevur sína haldgóðu grund í Jesu krossdeyða og uppreisn, með­an lógarrættvísin hev­ur sína ivasomu grund í menn­iskj­ ans egnu dygdum og góð­gerð­ um. Rættvísgerðingin av trúgv er Guds gáva í syni sínum Jes­­usi Kristi til okkum falnu og endurreistu menniskju. Hvussu kunnu vit lýsa hetta á full góðan hátt? Ein vakran summ­­ardag seta vit okkum í bilin og koyra ein túr. Leiðin gong­ur gjøgnum ein vátan og myrkan tunnil. Tá vit nærkast tunn­ils­ munnanum streymar eitt undursamt ljós ímóti okk­ um meðan vit enn eru inni í tunn­l­i­num. Vit koma út í ljósið og frælsið og verða blendað av Guds náðar sól. Hava teir góðu gerningarnir tá ongan týdning? Tær menn­­iskj­a­ligu dygdirnar og teir góðu gern­ing­arnir hava alstóran týdn­ing í mannalívinum og eru Guds góði vilji. Vit liva av góðgerðunum hjá hvørjum øðr­­um! Men góðgerðirnar føra okk­um ikki inn í Guds ríki, tað ger bara trúgvin á Jesus Krist, ið rættvísgerð andlit til andlits við hin livandi Gud. Ell a sagt við fyndarorðunum hjá Mika profeti: “Tær hevur Harr­in kunngjørt, hvat ið gott er. Hvat krev­ur hann av tær annað enn at gera tað; sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítill æti fylgja tínum Gudi” (6,4). Amen. Meinhard Bjartalíð, prestur orðið Starvsfólkini í Heima­miss­ i­ón­ini (HM) fara fram­yvir at vera býtt í tvær deildir. Vagn Foldbo er að­al­skriv­ ari hjá HM, og hann er yvirskipaður leiðari und­ir høvuðsstýrinum. Hann fer at hava tvær deild­ar­leið­ar­ ar undir sær HM er ein rørsla, sum er tengd at Fólkakirkjuni. Aðalmálið hjá rørsluni er at hjálpa og geva menniskjum eina bíbilska mynd av, hvør Jesus er, og hvat hann vil við lívi teirra, stend­ur á www.mission.fo, sum er heimasíðan hjá HM. Rørslan hevur virksemi um mestsum alt landið. Høv­uðs­ sætið er leguhúsið í Nesvík, sum verður dúgliga brúkt - serliga um summarið. - Vit hava heilt vist tørv á broytingum. Tað er nógv broytt síðani 1990, tá ið HM varð yvirtikin. Tá vóru sjey fólk í starvi, og nú eru vit 20. Rørslan hevur altíð verið bygd á sjálvboðið arbeiði, og so­leiðis er tað enn. Men síðani leg­u­ húsið kom, og vit hava víðkað um okkara virksemi við fleiri til­tøkum, er tørvurin á løntum starvs­fólki størri enn áður, sig- ur Vagn. Høvuðsstýrið er hægsti mynd­ ug­leiki í HM, og aðalskrivarin er undir stýrinum. Sostatt hava mest­sum all ar uppgávur gingið ígjøgn­um aðalskrivarin, og so­statt verður arbeiðið ikki nóg smid­l­igt. - Arbeiðsbyrðan hjá mær hev­ ur verið sera stór, og tað gerst ein ónd ringrás. Nú fái eg so tveir deildarleiðarar undir mær. Við nýggju skipanini fái eg betri stundir til starvsfólkarøkt, sum jú er mítt øki. Hetta hevur tí­verri verið forsømt, tí at eg havi havt so nógvar aðrar up­ pgávur, staðfestir Vagn. Onnur deildin verður kall­að Samskiftisdeild. Har und­ir eru skrivstovufólkini, Trú­boðin, forlagið og annað. Jør­mund Foldbo, sum er fíggj­ar­leiðari, verður leiðari á Samskift­ isdeildini. Hann fær so ein skrivstovunæming aft­ur­at sær at røkja fíggj­ar­við­ur­skiftini. HM søkir nú eftir skriv­stov­u­ næmingi. Hin deildin er boð­an­ar­deild­ in. Har eru trúboðararnir úti og heima, skrivararnir og ráð­gevararnir. HM søkir eftir fólki til at leiðarastarvið í boð­ an­ar­deildini, og tað verður sett í nærmastu framtíð. Leið­arin í boðanardeildini skal hava áby­ rgd av útimissión, sam­stundis sum viðkomandi eisini stendur fyri missiónini her heima. - Broytingarnar fara at gera tað lætt­ari at samskipa missiónsar­beið­ið hjá okkum. Nýggju tíð­ir­nar krevja, at vit hava eina góða skipan og fyrisiting. Eis­ini kunnu vit gera eitt meira mál­rætt­að arbeiði við boðan. - Vit vænta, at tær ymsu grein­ar­nar fáa lættari við at samstarva og kunnu soleiðis fáa nyttu úr kunnleikanum hjá hvørjum øðrum. Við bygnaðarbroytingunum kunnu vit betri røkka okkara visjón um at “náa menniskjum har tey eru”, sigur Vagn. Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini, fegnast um bygnaðarbroytingarnar Mynd: Frants Jensen - Trúboðin Bygnaðarbroytingar í Heimamissiónini Nebo í gerð Arbeiðið við samkomuhølunum hjá Nebo á Toftum fer nú í gongd aftur eftir ein summ­ar­ steðg. Leivur á Torkilsheyggi er við í elstaráðnum í Nebo, og hann er væl nøgdur við gond­ ina higartil. - Mestsum alt arbeiðið verð­ ur gjørt sjálvboðið av fólkunum í samkomuni. Onkuntíð kemur onk­ur uttanifrá at taka hond um, og tað eru vit takksom fyri. Vit eru býtt upp í tvey toymi og arbeiða aðru hvørja viku uppá skift. Um alt gongur væl, verður nýggi bygningurin lið­ug­ ur um eitt ár, sigur Leivur. Arbeiðið við nýggja bygn­ ing­i­num byrjaði fyri fýra árum síð­ani. Tað eru um 60-70 fólk, sum ganga í Nebo. Núverandi høli eru alt ov lítil, og tí læna tey onkuntíð gamla skúlan til møtir. Romain aftur til Føroya Romain Zannou úr Ben­in kemur aftur til Før­oya. Hann var her uppi til ársmøtini hjá Heim­a­miss­ i­ónini í fjør, og nú kemur hann aftur. Tað er Jeffri Jo­ hann­esen úr Lamba, sum hev­ur skipað fyri ferðini hjá honum Dent á tey ungu: Romain skal hava eina møtirøð á Glyvr­­um vikuskiftið 17.-19. nov­­ember. - Vit fara at leggja dent á tey ungu. Øll eru sjálvandi væl­komin, men tey skulu vita, at vit leggja okkum eftir at náa tey ungu við hesum møt­u­ num, sigur Jeffri. Umframt møtirøðina verð­ur møg­u­liga skipað fyri al­menn­ ari undirvísing um sam­skifti í hjúnarbandinum. Hetta er eitt spennandi evni, har ið Romain eisini kem­ur inn á hjúnarskilnað og upp­aft­ur­ giftu. Leiðari hjá pastorum Í heimlandinum Benin er Ro­ main leiðari og undirvísari hjá 250 pastorum. Kirkjan sum heild hevur umleið 20.000 lim­ir. Men hvør kirkja sær er ikki størri enn 300 fólk. - Tey vilja ikki hava ov stór­ar kirkjur. Í staðin býta tey seg upp, tá ið tey gerast mong. Hetta er at líkna við kykn­u­bólkar, sum summar sam­komur í Føroyum kenna til. Um Romain fær inn­ferð­ar­ loyvi, verður hann í Føroyum vikuskiftið 17. - 19. november.