sunnudagur 1. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 208 - 27. oktober 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk@
sosialurin.fo
tlf 341800
Stjørnan og Neistin bresta saman
Alina Olaru er ivasom
hjá Stjørnuni til
spennandi dystin
ímóti Neistanum
sunnudagin. Hjá
Neistanum verður
Unn Kragesten ikki
við vegna skaða,
meðan nýggi leikarin,
Katja Eigemann, skal
leika sín fyrsta dyst á
neistaliðnum.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir dystir vera á skránni
í Sunset deildini í viku
skiftinum. Mesti spenning
urin verður helst í Klaks
vík, har Stjørnan tekur
ímóti Neistanum. Hesi
bæði liðini stríddust um
gullið í fjør, og tí verður
bíða við spenningi til
dystin fyri at síggja, hvat
av liðunum tykist sterkari í
ár.
Alina og Unn ivasamar
Ein av bestu leikarunum í
hjá kvinnum seinnu árini
hevur verið rumenin, Alina
Olaru. Hon hevur drigist
við ein skaða í vikuna, og
enn er ógreitt um hon
verður tøk til dystin ímóti
Neistanum. Venjarin hjá
Stjørnuni, Henrik Gerster
sigur, at tær sjálvandi ætla
at vinna dystin.
– Vit fara út á vøllin fyri
at vinna hvønn dyst. Neistin
er kanska okkara størsti
kappingarneyti í ár, men
vit ætla ikki at bakka av
teirri grund. Vit mugu tó
eisini royna at fáa betri
glið á okkara spæl, tí hetta
hevur stóran týdning í eini
so langari kapping.
Neistin má eisini vera
uttan ein av sínum stuðuls
leikarum. Unn Kragesten
er ikki við vegna skaða.
Ása Dam á Neystabø hjá
Neistanum sigur, at hetta
verður ein trupul dystur
ímóti
einum
royndum
stjørnuliði.
– Dystirnir í Klaksvík
eru altíð harðir, tí Stjørnan
er eitt sera gott heimalið.
Tær hava nógvar royndir,
og hesar fara møguliga at
koma teimum til góðar
ímóti okkum. Sjálvt um vit
hava eitt ungt lið, so ætla
vit til Klaksvíkar eftir
tveimum stigum.
VB stórur favorittur
Ein annar dystur er eisini á
skránni í bestu kvinnu
deildini í vikuskiftinum.
Her tekur VB ímóti StÍF í
Vági. VB hevur vunnið sín
einasta dyst í ár, meðan
StÍF enn einki stig hevur
fingið.
Í hesum dystinum mugu
kvinnurnar úr Vági metast
at vera stórir favorittar. Tær
eru eitt sera gott heimalið,
og so hava tær Daivu Tuo
maite, sum seinasta árini
hevur verið heilt stóri leik
arin í føroyskum kvinnu
hondbólti.
Sjálvt um VB er stórur
favorittur, so hava stranda
kvinnur heilt sikkurt ein
møguleika. Seinasta dyst
mundi StÍF tikið Stjørnuna
á bóli síðsta dyst, og kanska
tær klára at gera ein vørr í
Vági.
– Tað er við blandaðum kenslum,
at eg fari suður at spæla dyst.
Maria Steinkross, SÍ-leikari
Stjørnan og Neistin stríddust um meistaraheitið í fjør. Nú verður spennandi at síggja, hvat av hesum liðunum fer at roynast betri í
teirra fyrsta dysti í ár.
KÍF skal uppá stigatalvuna
Broytingar eru í
væntu í dystinum í
Kollafirði, har bæði
KÍF og Kyndil ætla
sær bæði stigini.
Lars Blak verður
aftur at síggja í
Kyndlamálinum,
meðan Rógvi Weyhe
og brøðurnir Gert og
Arnbjørn Hansen nú
eru tøkir hjá KÍF.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
KÍF hevur fingið eina sera
ringa byrjan uppá kapp
ingarárið. Teir hava tapt
stórt í báðum teimum
fyrstu dystunum, men nú
ætla kollfirðingar at venda
ringu gongdini.
Hjá Kyndli sær heldur
betri út. Teir hava fingið
tvey stig, og síðsta dyst
vunnu teir tryggan sigur á
H71. Harafturat verður
málverjin, Lars Blak, aftur
at síggja ímillum steng
urnar, og hetta er stórur
styrkur hjá Kyndli.
Rógvi og brøðurnir
Hansen til dystin fús
Sjálvt um kollfirðingar
hava fingið eina ringa
byrjan, so síggja teir ljóst
uppá komandi dystirnar.
Rógvi Weyhe er komin
heimaftur úr Danmark,
meðan brøðurnir Gert og
Arnbjørn Hansen eisini
vera at síggja á KÍF-liðnum
sunnudagin. Hinvegin verð
ur Mirko Milinkovic ikki
við sunnudagin.
Karl Johan Djurhuus hjá
KÍF er glaður fyri, at nýgg
ju leikararnir eru komnir
afturat hópinum, og hann
vónar, at KÍF fer at fáa glið
á spælið ímóti Kyndli.
– Vit eru keddir um at
missa Mirco til dystin, tí
hann er ein sera góður
leikari. Hinvegin vera bæði
Rógvi, Gert og Arnbjørn
við aftur, og hetta breiðkar
nógv um hópin. Vit fáa
nógv fleiri streingir at
spæla á, og eg vóni, at hetta
fer at geva Kyndli trupul
leikar.
Hjá Kyndli er Lars Blak
aftur tøkur, og hetta er
stórur styrkur fyri teir.
Hjalti M. Jacobsen hjá
Kyndli sigur, at teir heilt
víst ætla sær eftir báðum
stigunum.
– Vit fingu eina keðiliga
byrjan, tá vit taptu í Vest
manna. Men eftir hetta eru
vit komnir betri við. KÍF
hevur fingið onkran leik
arar afturat hópinum nú,
men vit ætla undir øllum
umstøðum at fáa bæði
stigini við aftur til Havnar.
– Vit mugu
vinna heima
dystirnar
Hetta sigur Áki G.
Olsen hjá VÍF, sum
helst enn einaferð
má vera Inga Olsen
og Agnar Joensen
fyri uttan. Hnvegin
hevur Neistin allar
sínar mans tøkar til
dystin.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF hevur fingið góða
byrjan uppá kapping
arárið. Teir hava fingið
trý av fýra stigum og
eru á odda í bestu mans
deildini saman við StÍF.
Neistin hevur eisini
fingið hampuliga byrj
an. Teir hava tvey stig
av fýra møguligum, og
seinast vunnu teir trygg
an sigur í Kollafirði.
Áki G. Olsen hjá VÍF
sigur, at teir eru heilt
væl nøgdir við gongdina
inn til víðari í kapping
ini.
– Vit hava vunnið á
meistarunum og fingu
javnt á Skála ímóti ein
um liði, sum vit vanliga
hava tað ringt ímóti. So
eg haldi, at gongdin hev
ur verið góð. Nú spæla
vit ímóti einum neista
liði við nógvum nýggj
um leikarum, men vit
skulu sjálvsagt vinna
okkara heimadystir.
Dann Thorleifsson hjá
Neistanum sigur, at teir
eisini ætla sær sigurin í
Vestmanna.
– Ja, sjálvandi ætla vit
at vinna. Eg haldi liðið
hjá okkum vera so mikið
gott, at um vit hava ein
góðan dag, so kunnu vit
vinna á øllum. Vit
vunnu eisini trygt í
Kollafirði seinast, og
hesa gongdina ætla vit
at halda fast um.