sunnudagur 1. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 208 - 27. oktober 2006 ]
Toppdystur
á Kambsdali
Fyrsti toppdystur í
meistaradeildini
hjá monnum
verður sunnudagin,
tá ÍF tekur ímóti
Fram. Bæði liðini
hava fult stigatal,
so vinnarin sunnu
dagin leggur seg á
odda í deildini.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir dystir eru eisini á
skránni
í
meistara
deildini hjá monnum í
vikuskiftinum.Fyrri
dysturin verður longu í
kvøld, tá Fleyr tekur
ímóti SÍ í Havn. Fleyr
má metast at vera favo
rittur í hesum dystinum,
og teir fara nokk at
leggja nógv fyri í sínum
royndum at fylgja odda
liðunum báðum, sum
longu nú eru fýra stig
undan hinum liðunum.
Størsti spenningurin
verður tó á Kambsdali,
har ÍF tekur ímóti Fram.
Hesi bæði liðini hava
vunnið allar sínar dystir,
og tí er av stórum týdn
ingi hjá báðum at vinna
dystin sunnudagin fyri
at varðveita oddasessin.
Vit frætta úr Fugla
firði, at onkur leikari
hevur smærri snuddir,
men at hetta ikki forðar
teimum at spæla dystin
sunnudagin. Vit frætta
úr Fuglafirði, at teir ætla
at vinna á Fram, tí teir
ætla framhaldandi at
vera fremst í deildini
eftir komandi dyst.
Men ÍF fer ikki at
vinna uttan mótstøðu.
Fram ætlar eisini at
vinna dystin í Fuglafirði
sunnudagin, og tí kunnu
fólk vænta eitt satt brak
á Kambsdali, tá bæði
oddaliðini møtast.
Hetta sigur Maria
Steinkross hjá SÍ, sum
fyri fyrstu ferð skal
leika ímóti gomlu
liðfeløgunum úr TB
sunnudagin. ÍF tekur
eisini ímóti KÍF í
Fuglafirði.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tveir dystir eru á skránni í
meistaradeildini hjá kvinn
um í vikuskiftinum. Annar
teirra er á Tvøroyri, har TB
tekur ímóti SÍ. Eftir eina
heldur keðiliga byrjan tyk
ist SÍ nú vera koma rætti
liga í gongd við sítt kapp
ingarár. Tær hava vunnið
tveir dystir á rað, og seinast
vunnu tær tryggan 3-0
sigur á Giljanesi ímóti
Drátti.
Síðsti dysturin hjá TB
gekst minni væl. Ta ferðina
taptu tær 3-1 á Kambsdali
ímóti ÍF, so tær vilja óiva
venda hesi gongdini. Tær
vunnu tó fyrstu tveir dyst
irnar, so bæði liðini, sum
møtast í høllini í Trongis
vági, hava fýra stig og eru
sostatt partar av oddastríð
num hjá kvinnunum.
Fyri ein leikarar verður
dysturin í Trongisvági ser
ligur. Maria Steinkross
hevur alt sítt lív spælt við
TB. Seinastu árini hevur
hon verið libero á besta
kvinnuliðnum hjá TB, sjálvt
um hon hevur búð í Havn.
Í ár hevur Maria tó valt
at ganga aðrar leiðir. Hon
er farin til Sørvágs at spæla
libero hjá SÍ. Maria sigur
seg ikki vera alt ov spenta
at møta gamla felagnum
hjá sær.
– Tað er við blandaðum
kenslum, at eg fari suður at
spæla dyst. Eg havi altíð
leikt við TB, og tí verður
hetta eitt sindur merkiligt.
Tó skal sigast, at vit vilja
fegnar vinna dystin, tí um
vit vinna, so leggja vit
okkum á odda í deildini.
Hjørdis brotið
fingurin
Seinni dysturin, sum er á
skránni í vikuskiftinum,
verður á Kambsdali. Her
tekur ÍF ímóti KÍF. ÍF tapti
sín fyrsta dyst í ár, men
eftir hetta hava tær vent
gongdini. Síðsta vikuskift
ið vunnu tær tveir dystir,
so nú hava tær fýra stig og
liggja heilt frammi í oddi
num.
Hjá KÍF sær heldur verri
út. Tær byrjaðu væl og
vunnu fyrsta dystin ímóti
SÍ 3-0. Síðani vunnu tær
FK-kappingini, men eftir
hetta hevur bert gingið
skeiva vegin. Tær hava nú
tapt tveir dystir á rað, og
seinast máttu tær lúta 3-0 á
heimavølli fyri Drátti. Í
hesum dystinum misti KÍF
eisini ein av týdningar
mestu leikarunum, tá Hjør
dis Johannesen breyt fing
urin. Sjálvt um hon leikti
allan dystin ímóti Drátti,
so hevur hon fingið at vita,
at hon skal binda frið í
nakrar vikur. Hetta er
stórur missur fyri KÍF, tí
Hjørdis er ein ótrúliga góð
ur leikari.
– Eg gleði meg ikki
StÍF vil varðveita oddasessin
H71 hevur alt fólkið
tókt, tá teir taka ímóti
StÍF sunnudagin.
StÍF manglar enn
Svein Justinussen,
men bróðurin Leivur
er klárur aftur eftir
skaða.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
H71 tekur sunnudagin
ímóti StÍF í høllini í Hoy
vík. StÍF liggur á odda í
Atlantic Airways deildini
við trimum stigum, meðan
H71 hevur tvey stig.
H71 hevur síðani síðsta
kappingarár verið fyri stór
um broytingum. Nógvar av
berandi kreftunum eru
givnar, og tískil hava nógv
ir av ungu leikarunum hjá
felagnum fingið møgu
leikan á besta liðnum. Teir
hava spælt væl higartil, og
málverjin, Levi Nybo sigur,
at H71 fer út til hvønn dyst
at spæla teirra spæl. Hann
metir tó, at dysturin ímóti
StÍF ikki verður nakar
lættur dystur.
– Vit hava nógvar ungar
leikarar, og tí kunnu vit
bara royna at spæla okkara
spæl. Vit taka ein dyst á
gangin, og so fáa vit at
síggja, hvussu langt tað
ber. Dysturin ímóti StÍF
verður ikki lættur, og um
vit skulu vinna, so mugu
vit heilt víst betra um
verjuna.
Leivur klárur aftur
Hoyvíkingar hava allar
mans tøkar til dystin sunnu
dagin, men so væl stendur
ikki til hjá StÍF. Ter mangla
enn Svein Justinusen, sum
eftir øllum at døma missir
størsta partin av kapping
arárinum. Bent Djurhuus
hevur heldur ikki vant í
vikuni, men hann verður
væntandi við sunnudagin.
Leivur Justinusen hevur tó
vant í vikuni, og vit frætta
av Skála, at hann verður
partur av hópinum ímóti
H71 sunnudagin.
Av Skála siga teir har
afturat, at teir ætla at halda
fast um góða gongdina, og
tí ætla teir sær ein sigur í
Hoyvík sunnudagin.
Panic fer til FS Vágar
Jovan Radinovic-Panic, sum í ár hevur spælt við HB, skal
komandi ár spæla í FS Vágum. Tað skrivar felagið á
heimasíðu sínari. Jovan kom til HB, tá tað stóð greitt, at
felagið ikki fekk fatur á Milan Kuljic, tí ávísar ásetingar í
útlendingalóggávuni ikki vórðu fylgdar.
Men nú HB loksins fær mannin, sum tey bíðaðu eftir,
ynskti felagið ikki at leingja sáttmálan við Jovan. Eitt skifti
ljóðaði, at hann skuldi spæla við NSÍ ístaðin,m en tað verður
altso í Sandavági, at hann nú fer at vísa síni evni.
Panic spældi í ár 20 dystir við Formula-liðnum hjá HB, og
skeyt hann eitt mál í hesum.
Bjarni aftur á Argjum
Bjarni Jørgensen verður ikki at síggja á Skála liðnum næsta ár.
Sambært AB heimasíðuni er hetta greitt, eftir at framrættaði
miðvallarin fríggjadagin skrivaði undir sáttmála, sum ber við sær, at
hann hevur bundið seg at spæla við AB í 2007.
Bjarni Jørgensen, sum er 22 ára gamal, spældi ungdómsárini í HB.
Í 2004 spældi hann við AB, sum hetta árið endaði á triðja plássi í
næstbestu deildini. Í 2005 og 2006 hevur Bjarni spælt við Skála.
Fyrra árið royndist ógvuliga væl bæði hjá Skála og Bjarna Jørgensen.
Í ár hilnaðist ikki so væl. Bjarni var skaðaplágaður stóran part av
kappingarárinum.
Toppdystur verður á Tvøroyri, tá TB tekur ímóti SÍ. – Eg gleði meg ikki til dystin, sigur fyrrverandi TB-leikarin, Maria Steinkross,
sum nú leikar fyri SÍ. Vinnarin av dystinum leggur seg á odda í bestu kvinnudeildini.