sunnudagur 1. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í bólkinum eru Ane Lan, Noreg,
Astri Luihn, Føroyar, Madeleine
Park, Svøríki og Þórdís Alda
Sigurðardóttir, Ísland.
Á framsýningini er videolist, har
Ane Lan ger gjøldur burtur úr tí
eyðkenda og tilgjørda norska
tjóðskaparliga atburðinum og
okkara fordómum. Ógvuliga
stuttligt og tankavekjandi (og
kanska ikki heilt ólíkur tí føroyska
við hvørt).
Astri Luihn sker langar frisur
í linoleum í sínum eyðkenda
og originala framsetingarhátti.
Hon tekur støðu í okkara mytum
og náttúru á einum spennandi
myndamóti: her og har, fjar og
nær.
Madeleine Park er eitt listafólk,
har listasøvnini uttanlands seta
ávarðingarplakatir uttanfyri,
tá hon sýnir fram. Ert tú sart
og tolir ikki elskandi listarligar
framsetingar og eitt listafólk, ið
nemur við okkara seksualitet í
myndum og orðum, skalt tú ikki
koma. Ein ferð inn í hennara
glashús er tó væl verd at fara, um
tú torir.
Þórdís Alda Sigurðardóttir
hevur eina velduga skulpturella
installatión, har hon viðger tað at
hoyra til onkustaðni, tað at koma
úr einum staði á fold.
Vit fáa eisini køkur, ið Madeleine
Park hevur gjørt serstakar myndir
á.
Við framsýningini THE
PROVINCIALISTS, vilja vit eisini
varpa ljós á hugmyndir um
útjaðaran og geva íblástur til kjak
um uppfatanir av útjaðaranum
og tað at búgva og virka har.
Á øllum økjum. Framsýningin
umfatar eina nøgd av listarligum
framsetingarhættum frá
málningum og standmyndum til
installatión og video.
Samanumtikið er at siga um
verkini, at tey eru úrslit av
sínum staðbundna uppruna og
endurspegla okkurt av honum
onkursvegna. Henda list og hesi
listafólk kunna væl fáa heitir
sum eksotisk og original, og tað
reisir aftur spurningin um, hvønn
týdning hetta hevur fyri listina, og
hvussu listafólkini møta útsagnum
um at vera eksotisk.
Hvat merkir hugtakið provinsielt?
Hvør ásetur at onkur ella okkurt
er provinsielt, og hvat merkir
tað, at onkur ella okkurt ikki er
tað? Hvussu verða slík hugtøk
brúkt, og hvørja ávirkan hevur
hetta á samtíðar norðurlendska
listaheimin?
Provinsialisma verður ofta nýtt til
at gera gjøldur burtur úr teimum
ella tí, tað verður sagt um.
Mótsetningurin til provinsielt er
urbant, og fólk, ið ikki meta seg
sjálv sum urban, brúka ongantíð
hugtakið provinsielt. Av sonnum
sigur hugtakið meira um tey, ið
brúka tað, enn um tey, tað er
meint at siga nakað um. Hetta
spei kemur skilligari fram, tá vit
varnast, at tey ið brúka hugtakið,
einamest gera tað fyri at vísa,
hvussu urban tey eru sjálv og so
nógv verðugari enn bygdafrellini.
Mentafólk í norðurlendsku
høvuðsstøðunum hava lyndi til at
meta alt uttan fyri høvuðsstaðirnar
í heimlandinum sum útjaðari og
seg sjálv sum partar av altjóða
mentanarumhvørvinum í heimsins
miðdeplum sum Berlin, New
York, London og Milano. Hetta er
umráðandi hjá sjálvuppgjørdum
tykjarum í býunum, men tað fær
vissuliga ein láturligan dám,
tá hesi somu rokna sínar egnu
smábýir sum Stockholm, Oslo og
Keypmannahavn millum heimsins
metropolar.
Vit hava valt heitið THE
PROVINCIALISTS fyri at
undirstrika, at vit medvitið hava
valt at liva og virka í okkara
egnu londum Noreg, Íslandi
og Føroyum. Vit kenna ongar
áneyðir at styðja okkum til
uppgjørdar útsagnir um at vera
betri og fínari, og halda til her
í útjaðarunum, tí her kunna vit
dyrka okkara egna listarliga mál.
THE PROVINCIALISTS hevur
frumsýning í Føroyum, men síðani
fer framsýningin víðari út í heim.
Fyrst til Ísland og Noreg, síðani til
New York, Chicago, Slovenia og
Rom m.a.
Inger Lena Gaasemyr, ið er
norskur listfrøðingur, búðsitandi
í Chicago, samskipar tiltakið og
letur framsýningina upp.
FRAMSÝNING
Leygardagin 28. oktober 2006 kl. 16.00
letur stór og øðrvísi framsýning upp í
Listaskálanum. Tá er tað listafólkabólkurin THE
PROVINCIALISTS, ið fyllir húsið við málningum,
installatiónum, video og skulpturum.
Sama dag, sum framsýningin letur upp, klokkan
10-15, verður seminar á Føroyamálsdeildini, V. U.
Hammershaimbsgøta 16, sum Listasavn Føroya og
Fróðskaparsetrið skipa fyri.
THE PROVINCIALISTS setir fram spurningin, hvat
provinsialisma er, og vil geva íblástur til kjak um hugtakið.
Vit bjóða tí til seminar á Fróðskaparsetri Føroya, har
innbodnir røðarar og luttakarar frá NIFCA varpa ljós
á evnið úr søguligum og samtíðarligum sjónarhorni.
Har verða framløgur og kjak um at skapa list og vera
listafólk í altjóða høpi. Hvat hevur tað at siga fyri verkini,
at listafólkini búgva og virka í útjaðarum? Er skapandi
megin annarleiðis í útjaðara enn í miðdepli. Hvør veitir
eitt slíkt heiti? Ber tað til at venda teimum við? Og hví
verða tey brúkt við hvørt? Røðarar verða Bente Scavenius,
DK, Baldur Hafstað, ÍS, Inger Lena Gaasemyr, N, Malan
Marnersdóttir og Eyðun Andreassen, FØ.
Seminarið verður í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V. U.
Hammershaimbsgøtu 16, leygardagin 28. oktober
kl. 10 – 15 og sunnudagin 29. oktober kl. 10 – 16.
Øll eru vælkomin.
Framsýningin er opin frá 28. 10 til 18. 12, týsdag til
sunnudag kl. 14 – 16. Mánadag er stongt.
SEMINAR
➊ ➁ ➂ ➃ ➄ ➅ ➆ ➇
ANE LAN (N): “The Cardinal Son” - video 3:43 min (2002)