Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 27. oktober 2006 ➀➋➂➃➄➅➆➇ MANIFEST Hvat merkir hugtakið provinsielt? Hvør ásetur at onkur ella okkurt er provinsielt, og hvat merkir tað, at onkur ella okkurt ikki er tað? Hvussu verða slík hugtøk brúkt, og hvørja ávirkan hevur hetta á samtíðar norðurlendska listaheimin? Provinsialisma verður ofta nýtt til at gera gjøldur burtur úr teimum ella tí, tað verður sagt um. Mótsetningurin til provinsielt er urbant, og fólk, ið ikki meta seg sjálv sum urban, brúka ongantíð hugtakið provinsielt. Av sonnum sigur hugtakið meira um tey, ið brúka tað, enn um tey, tað er meint at siga nakað um. Hetta spei kemur skilligari fram, tá vit varnast, at tey ið brúka hugtakið, einamest gera tað fyri at vísa, hvussu urban tey eru sjálv og so nógv verðugari enn bygdafrellini. Mentafólk í norðurlendsku høvuðsstøðunum hava lyndi til at meta alt uttan fyri høvuðsstaðirnar í heimlendinum sum útjaðari og seg sjálv sum partar av altjóða mentanarumhvørvinum í heimsins miðdeplum sum Berlin, New York, London og Milano. Hetta er umráðandi hjá sjálvuppgjørdum tykjarum í býunum, men tað fær vissuliga ein láturligan dám, tá hesi somu rokna sínar egnu smábýir sum Stockholm, Oslo og Keypmannahavn millum heimsins metropolar. UPPÁHALD I: Vit í Norðanlondum, íroknað okkara smáu høvuðsstaðir, eru partar av okkara stóru altjóðavendu listaprovins. Vit hava valt heitið The Provincialists fyri at undirstrika, at vit medvitið hava valt at liva og virka í okkara egnu londum Noreg, Íslandi og Føroyum. Vit kenna ongar áneyðir at styðja okkum til uppgjørdar útsagnir um at vera betri og fínari, og halda til her í útjaðarunum, tí her kunna vit dyrka okkara egna listarliga mál. UPPÁHALD II: Okkara listarligu framsetingar eru týðandi, og megin í teimum hvílir júst á tað, at vit búgva í útjaðaranum. Við framsýningini The Provincialists, vilja vit eisini varpa ljós á hugmyndir um útjaðaran og geva íblástur til kjak um uppfatanir av útjaðaranum og tað at búgva og virka har. Á øllum økjum. Framsýningin umfatar eina nøgd av listarligum framsetingarhættum frá málningum og standmyndum til installatión og video. Samanumtikið er at siga um verkini, at tey eru úrslit av sínum staðbundna uppruna og endurspegla okkurt av honum onkursvegna. Henda list og hesi listafólk kunna væl fáa heitir sum eksotisk og original, og tað reisir aftur spurningin um, hvønn týdning hetta hevur fyri listina, og hvussu listafólkini møta útsagnum um at vera eksotisk. UPPÁHALD III: Sum altjóðageringin javnar lista- og mentanarpallin, fer áhugin fyri list við serstøkum staðbundnum uppruna at økjast. Malan Johannesen Í Skálum Vestmanna Streymoy Føroyar Skandinavia Evropa Verðin Hvussu mong munnu tey skúlabørnini ikki vera, sum hava maksað hesa adressuna uppí lesibókina onkran dagin, tá keðsemið tók yvir? Tey allarflestu rokni eg við, eisini tey sum búgva í New York ella á bygd í Sambia. Tá omanfyri nevndu orð vórðu skrivað, bar illa til at ímynda sær tað, sum lá uttanfyri bygdina og eitt sindur seinni Streymoynna, tíðansheldur Evropa! Ofta havi eg hugsað um, hví børn skriva soleiðis um seg sjálvi í lesibøkur ella skrivihefti, kann tað vera tí, at tað hevur týdning at kenna sínar røtur samstundis, sum tú væl veitst, at tú ert heimsborgari? Eg veit tað ikki. Hetta skuldi snúgva seg um provinsialismu, og eg má siga at listafólk eru snedig, tí hvat er endamálið við at halda ráðstevnu um bygdasligheit og heimføði? Tí tað merkir provinsialisma, og tey rópa seg provinsialistar enntá, hvat halda tit? Eg helt tað vera skomm at vera bygdaslig og heimfødd, men tað halda hesi neyvan. Nå men tá tú ert eitt bygdafrell og enntá úr Skálum, so er ikki so nógv at gera, kanska hevði tað verið eitt sindur betri, vart tú av Heygum, men í stóru verð ger tað væl ongan serligan mun. Havi verið eitt sindur í stóru verð, og eg skal fortelja um ta einu ferðina, tá eg helt, at eg kanska ikki var so bygdaslig kortini. Tað var í París fyrst í sjeytiárunum. Eg var á málskúla saman við nøkrum floksfeløgum. Vit búðu á studentagarði saman við hópinum av øðrum studentum, sum komu úr øllum heimshornum. Teirra millum úr Persia, sum Iran VOKSDÚKURIN