sunnudagur 1. oktober 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. oktober 2006
sosialurin
æt tá. Eg hitti ein fittan ungan
mann úr hesum fjarlagda landi,
og hann tosaði franskt sum ein
prestur og betri málskúla fekk eg
ikki, serliga tí hann ikki dugdi
serliga væl enskt, sum eg var
rættiliga køn í. Vit reikaðu um
í París tað mesta av frítíðini
og kanska væl tað, og satt at
siga helt eg meg vera komna í
annan heim, tí hvat eru Skálatún
samanborin við Montmartre?
Her vóru ongi bygdafrell, og eg
royndi at skjóta bygdarhamin
av mær og spældi verðinskona.
Ein dagin fóru vit at vitja eina
fastur hansara, sum búði mitt
í býnum, og sum eg skilti, so
vóru hesi fólkini múgvandi, tey
høvðu sent drongin til París at
ganga í studentaskúla, so hon
var neyvan hvør Hanus og Janus
hendan fastirin. Hon var blíð og
bjóðaði drekka í køkinum og
hvat var tað fyrsta eg fekk eygað
á? Voksdúkin, hann var sama
slag sum okkara, enntá eisini eitt
sindur holutur har knívurin var
gloppin! Hvør segði bygdafrell?
Kanska hevur konan úr Persia
eisini eina ferðina skrivað sum
eg í lesibókina, kanska eru vit øll
bygdafrell og kanska er tað bara
soleiðis, tað er?
➀➁➌➃➄➅➆➇
Summarliði R. Ísleifsson
Orðið provins kemur úr latíni
– provincia. Pro- kann merkja løn
ella samsýning, og vincere merkir
at vinna á. Provincia eitt landøki,
rómverjar høvdu lagt undir
seg. At ráða her settu teir ein
umboðsmann, ið ofta fekk hetta
í løn fyri góða tænastu. Hetta
hugtakið, provins, er søguliga
knýtt at valdi, at onkur hevur
vunnið á onkrum øðrum. Valdið
er í miðdeplinum, metropolinum,
avger viðurskiftini hjá teimum í
provinsini.
Som so mong onnur hugtøk, hava
provins og provinsialstur onga
meining uttan eina mótsetta síðu.
Um eingin metropolur ella sentrum
er, so er heldur eingin provins. Í
fyrstu atløgu kundi verið hildið,
at sambandið millum hesi bæði
er einfalt og greitt: Metropolurin
við sínum valdi skipar provinsina
í síni egnu sjálvsmynd. Ein
diskursur kemur í um økið, ið
fyrst og fremst er formaður av
valdinum, ein diskursur, sum
kann tykjast at lýsa tað, men
sum í veruleikanum mest er ein
tilgering, bygd á egnar fortreytir.
Ofta verður ein slík lýsing merkt
av “starry-eyed exotism” ella
“wholesale denigration and
inferioization” sum ein granskari
hevur sagt.
Ótald dømi eru um, at
metropolurin niðurmetur útjaðaran
sum gamaldags, ómentaðan og
tápuligan. Eitt nú í teimum mongu
ferðafrásagnunum úr Íslandi upp
til 1700-talið og miðjuna í 1800-
talinum. Ofta verður íslendingurin
lýstur meira líkur dýri enn fólki,
sagt verður, at hann át sum dýr,
gekk ílatin sum dýr, búði undir
jørðini sum dýr og nørdist sum
dýr.
Men sambandið millum metropol
og provins er tíbetur meira
samansett sum so. Fleiri dømi eru
eisini um, at metropolurin hevur
jaligar metingar av provinsini, at
har eru varveitt virðir, ið eru mist
í miðdeplunum. Eitt gott dømi
um hetta er tað skifti í meting um
íslendingar, ið sæst út í 1800-
talið. Meira og meira gerst Ísland
eitt stað, har tey germansku og
norðurlendsku mentanarminnini
eru best varðveitt, og har
frummegin í náttúruni er
meira sjónlig enn aðrastaðni í
heiminum. Ytsti útjaðarin, Ísland,
gjørdist enntá eitt týðandi evni í
samfelagskjakinum í Vestureuropa
seinnu helvt í 1800-talinum
og fyrru helvt í 1900-talinum.
Intellektuell og politikarar í
Miðeuropa, Onglandi og
Skandinavia “brúktur” íslendska
fornøld, miðaldarmentan og
bókmentir til at undirbyggja
“national claim to superiority”;
granskarin Brian Dolan hevur
í bók síni Exploring European
Frontiers, grundgivið fyri at nakað
tað sama er hent í kjakinum
um Grikkaland og klassisku
fornøldina hjá granskarum
og ferðandi úr Vestureuropa í
1800-talinum. Hóast hetta skifti
í metingum fyri tað mesti bygdi
á fortreytirnar í metropolinum
fekk tað stóran týdning fyri
provinsina Ísland. – Á sama hátt
sum metingarnar í miðdeplinum
um útjaðaran eru tvíbýttar, er
útjaðarin eisini tvíbýttur mótvegis
metropolinum. Ofta eru hesar
metingar neiligar – funnist
verður at valdsarrogansu og
stoltleika. Hinvegin síggjast
eisini virðingarfullar myndir at
metropolinum, hansara prýði
verður tikið til og mótin er
fyrimyndarligur.
Sambandið millum metropol
og provins er tí ikki eitt einfalt
fyribrigdi. Rætt er, at úr
útjaðaranum kom fiskur, skinn,
hvalatonn, ull og kjøt. Tað er
eisini rætt, at metropolurin ásetti
reglur og trúgv, skikkir og siðir,
móta og meiningar, ið útjaðarin
skuldi taka við og fylgja. Men
har hevur eisini verði orðaskifti
millum útjaðara og miðdepil. Í
íslendska førinum kann sigast,
at søguskrivarin Arngrímur
Jónsson var upphavsmaður til
hetta “writing back”, fyri at nýta
hugtakið hjá Salman Rushdie
um kjakið millum metropol og
provins. Royndin hjá Arngrími
fekk kanska ikki so stórt árin fyrr
enn nógv seinni, og ikki fyrr enn
í 1800-talinum ber til at siga,
at miðdepilin fór at taka atlit til
útjaðaran Ísland: at meira var
at finna í Íslandi enn fiskur og
svávil, og tað var jú eitt meira
áhugavert evni hjá teimum
dannaðu í Europa; “Of Yseland
to wryte is litill need” hevði leingi
verið vanligt at siga um Ísland.
Men frá miðjuni í 1800-talinum
ber til at siga, at landið fær ávísa
viðurkenning í metropolunum
í grannalondunum. ikki minst
viðvíkjandi bókmentum og
mentan, og farið verður at gáa
um “brævið” úr Íslandi.
Eftir orðabókini er ein
provinsialistur ein, ið býr í
útjaðaranum, men eisini ein, ið
stuðlar kravinum hjá boheminum
í provinsini um rættvísa viðferð.
Provinsialisma er sostatt tað
at búgva í provinsini, men tað
kann eisini merkja av vera
snævurskygduir og gamaldags.
Og tað kann provinsialisma
væl vera, hon kann vera uttan
samljóð við tíðini og full av
ótta fyri øðrum, bæði næstu
grannum og fyri metropolum.
Men provinsialisma kann gott
vera tað, at geva tí serstaka
pláss, einum øðrum sjónarmiði,
einum alternativi. Um provinsin
skal fáa atgongd til metropolin
krevur hetta dirvi og initiativ, eitt
eyka tak, t.d. at læra onnur mál
til samskifti við aðrar mentanir.
Í metropolunum halda tey ofta,
at hetta er ikki neyðugt, men tað
er ein av mongum fyrimunum,
provinsin kann hava fram um
metropolin.
Voestermans, Paul, “Alterity/Identity:
a Deficient Image of Culture”. Alterity,
Identity, Image, Selves and Others in
Society and Scholarship. Ed. Raymond
Corbey og Joep Leerssen. Amsterdam
1991, 221–222.
Dolan, Brian, Exploring European
Frontiers. British Travellers in the Age
ofEnlightenment. London 2000, 126,
179.
Wawn, Andrew, The Vikings and the
Victorians. Cambridge 2000, 10, 17.
PRO – VINCERE
ANE LAN (N): ”Amerika” - video (2003)