Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 27. oktober 2006 ➀➁➂➍➄➅➆➇ Bjørk Bjarnadóttir “Hvaðani ert tú?” verði eg ofta spurd her í Íslandi. Eg svari stolt: “Eg eri norðaneftir, úr Eystaru Húnavatns sýslu, úr Blønduós har áin frá jøklinum rennur gjøgnum bygdina. “Eg eri av bygd,” sigi eg, og tað er ikki neiligt. Fyri meg merkir tað, at eg eri sambundin við landið, vatnið, luftina og eldin. Tey fýra elementini, ið byggja heimin. Uttan eitt einasta av teimum var einki lív, og tí havi eg óavmarkaða virðing fyri teimum. Men tað eru eisini mong, ið frambera neiligar kenslur til at vera av bygd, okkurt ið ikki hóskar til mainstream. Eg vaks upp við Húnaflóa, ið stundum lá blankur og stillur, stundum østur. Við móður míni, ið lærdi meg nøvnini á urtum og fuglum, faðir mínum, ið lærdi meg at brúka spaka og skrúvudragara, systkjum, eg skuldi hava eyguni eftir, tí eg var eldri enn tey, við rossum, hundum, kaninum og seyði, ið góvu mær ótaldar góðar løtur. Fyri nøkrum árum síðani varð álop framt á gleði mína og stoltleika av heimstaði mínum. Hetta var tá eg sum 16 ára gomul flutti til Reykjavíkar at ganga í studentaskúla. Tey høvdu sagt mær, at næmingarnir høvdu eitt aktivt sosialt lív eisini uttan fyri skúlatíðina, og nakað av tí besta var, at skúlin var skipaður í flokkar eftir aldri. Sostatt skuldi eg vera í sama høli við so at siga somu floksfeløgum í øllum lærugreinum øll tey fýra skúlaárini. Í mínum oyrum ljóðaði hetta spennandi og hevði nógvar fyrimunir. So skilti eg, at flestir av floksfeløgunum eisini høvdu fylgst í sama flokki í barnaskúlanum. Fyri at gera tað lættari at møta nýggjum umstøðum í nýggjum skúla, høvdu teir avgjørt eisini at halda saman eisni her. Eg sat so í einum flokki við heimsborgarum úr Reykjavík, har bygdafólk ikki vóru høgt í metum. Í teirra eygym var eg bygdaslig og óspennandi, og eitt fólk, ið ikki var vert at hava ov mikið við at gera. Alt tað, ið foreldrini og abbar og ommur høvdu lært meg norðanfyri var púra óbrúkiligt í mínum nýggja umhvørvi. Eg var ikki eitt fólk, eg var ein fremmand vera, ið einans visti nakað um bygdaslig viðurskifti slikt sum at heysta, saðla ein hest, eg kendi nøvnini á urtum og fuglum og hevði lært at hyggja upp á luftina. Hartil klæddi eg meg eftir veðrinum og ikki mótanum og var fullkomiliga ótjekkað í eygunum á floksfeløgunum. Fyri at koma inn í felagsskapin mátti eg gerast sum tey. Eg gjørdi alt, eg kundi, fyri at falla til, men varð ikki góðtikin. Illvilji teirra vaks fyri hvønn dag, ivleyst tí eg vildi ikki lata mær lynda teirra krøv. Eftir fleiri løgnar tilburðir avgjørdi eg, bygdagentan, ongantíð at gerast sum tey. Viðføtt treiskni rann í æðrunum saman við evnum at yvirliva, ið eg haldi eg havi fingið frá formøðrum og –fedrum. Eg hugsaði: Langomma mín, Guðrún Kristmundsdóttir av Smyrlabergi í Eystaru Húnavatns sýslu hevði einsamøll fingið tíggju børn undan ikki altíð undir góðum umstøðum. Eg mátti kunnað ganga fýra ár í skúla uttan at umbroytast sum tey. Og tað kundi eg eisini. Síðani haldi eg, at ein frummegi, ið framvegis býr í mínum hjarta, tók ræðið og gav mær ta megi og mót, ið kravdist at standa ímóti við. Í dag eri eg umhvørvisetnologur við sergrein í fortíðar náttúrufrøði. Eg miði eftir at greiða fólki frá náttúruni á ein jaligan og áhugavekjandi hátt, ið byggir á ta vitan, okkara formøður og forfedrar høvdu um hesi viðurskifti. Tá fólk skilir, kennir og virðir jørðina við gamlari vitan, hava vit víst tey á tveir týðandi tættir. Við at halda fast um okkarta serstøku eyðkenni og ikki geva eftir fyri trýsti uttanífrá, vísa vit trúfesti móti rótini. Hinvegin virða vit gamla siðvenju og vitan frá undanfarnum ættarliðum, og hartil jørðina, eldin, vatnið og luftina. Hetta er at vera bygdaslig, spyrt tú meg. BYGDASLIG VITAN