sunnudagur 1. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 • 27-28. oktober 2006
Vikuskifti
2
Klumman
Heini í Skorini
lesandi
Uppgerð
Stríðið um tey samkyndu
snýr seg um annað og meiri
enn samkynd. Hetta málið
er bert svávulpinnurin, sum
er komin í hóslag við bensin
ið. Ein størri trupulleiki ligg
ur og prutlar undir lokinum.
Ein national uppgerð, ein
»kulturkampur«, sum polari
serar og spjaðir.
Handan allar grundgev
ingar snýr ósemjan seg í
veruleikanum um, hvønn
leiklut átrúnaður skal
hava í føroyskum politikki.
Grundleggjandi snýr stríðið
seg um sekularisering ella
ikki. Øðrumegin standa
tey, sum stríðast fyri, at
kristindómurin framvegis
kann vera grundarlag undir
politiskum avgerðum. Hinu
megin standa tey, sum vilja
gera upp við kristindómsins
leiklut í politiska lívinum og
mótmæla, at Bíblian verður
nýtt sum politiskt amboð.
Tveir »blokkar«, tvær heims
myndir, tvær visiónir. Tað er
henda uppgerð, sum øsingin
um §266b endurspeglar. Tað
er henda ósemja, sum í veru
leikanum skilir okkum!
Skrivi-, talu- og trúar
frælsið skal altíð virðast.
Hinvegin er tað átaluvert, tá
tingmenn agitera fyri einum
bíbilskum samfelagsgrund
arlagi. Tí hvussu kunnu vit
hava eitt grundarlag ella
felagsnevnara, sum allir
borgarar ikki identifisera
seg við, og sum »i sagens
natur« skilir okkum sundur?
Tað er jú munur á at krevja,
at øll skulu undirleggja
seg kristna læru, og so at
krevja, at trúgvin skal vera
eitt privat og persónligt mál,
sum eingin skal noyðast inn
undir! Henda meginregla er
essensurin í vesturlendska
nationalstatinum, eftir at
myndugleikar í 17. øld loks
ins funnu útav – eftir drúgt
blóðbað – at skilja sundur
politikk og religión. Lat
okkum halda fast um hesa
meginreglu!
Ungir menn út á hav
umborð
- Vit fáa ymiskan mat á
borðið; fisk eina til tvær
ferðir um vikuna í ymiskum
útgávum, høsnarungar,
kjøtrættir og ”forlorna”
haru. Kanska hava vit fing
ið ov nógv av forlornari
haru í seinastuni, heldur
ein av teimum ungu skemt
andi fyri
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin var ein túr umborð á
línuskipinum Morgunstjørnuni
seinnapartin í gjár. Hetta var
stutt fyri, at teir skuldu loysa
og fara nýggjan túr.
Vit hittu fimm av manningini
til stutt prát.
Teir siga, at Morgunstjørnan
hendan túrin helst fer at byrja
á Sandoyarbankanum, har teir
vænta at fáa longu og brosmu.
Skipari er Jón Rubeksen úr
Havn, og manningartalið ein
vanligan túr er 14.
Bíða ikki
- Vit ganga seks og seks og
bróta bara vakt, tá ið nógv er
at at kryvja. Hetta hendir sjáld
an undir Føroyum, men oftari
undir Íslandi, har nógvur fiskur
mangan er at fáa.
Tá ið teir bróta vakt umborð
á Morgunstjørnuni, missa teir
oftast eina hálva frívakt ella
so. Spurdir, hvussu tað gongur
at manna skipið til hvønn túrin,
halda teir, at tað sum heild hev
ur gingið hampiliga væl.
- Vit hava ikki bíðað eftir
fólki, og tá ið vit loysa, eru vit
sum oftast fullmannaðir.
Hans Olaf Garðalíð, sum er
fremstur vinstrumegin á mynd
ini, er við sínum 18 árum yngst
ur maður umborð, men Sørin
Absalonsen undir liðini á Hans
Olafi er eisini 18 ára gamal.
Kári Johannesen, sum er
næst uttastur høgrumegin, er
við sínum 51 árum ikki elstur.
- Vit hava aðrar menn
umborð, sum eru eldri enn eg,
sigur Kári.
Teir halda, at ein dagur,
sum gevur eini 8.000 pund,
er ein hampiligur dagur
undir Føroyum, soleiðis sum
fiskiskapurin hevur verið í
seinastuni.
- Men fiskaprísurin er sum
heild góður í løtuni, og tað ger
góðan mun, tá ið minni er at
fáa.
Teir siga, at inntøkan umborð
á Morgunstjørnuni higartil í
ár er farin um tær 300.000
krónurnar.
- Men tað er eingin, sum er
við allar túrarnar, so hetta er
ikki tað, sum vit hava tjent,
leggja teir aftrat.
Kári heldur fyri, at inntøkan
helst er nakað lakari enn í fjør.
Góður matur
Súni í Kollsbyrgi á Eiði er kokk
ur umborð á Morgunstjørnuni.
- Hann er nýliga blivin fastur
kokkur, og vit halda, at nú
gongur bara heilt væl hjá hon
um at kokkast.
Spurdir, hvat teir fáa til døg
urða um dagarnar, meðan teir
eru úti, siga teir:
- Vit fáa ymiskan mat;
fisk eina til tvær ferðir um
vikuna í ymiskum útgávum,
høsnarungar, kjøtrættir og
”forlorna” haru. Kanska hava
vit fingið ov nógv av forlornari
haru í seinastuni, heldur ein av
teimum ungu skemtandi fyri.
Allir eru tó samdir um, at
kokkurin er góður og dugir síni
ting...
Meðan vit práta uppi á bát
adekkinum, noyðist onkur av
ungu monnunum niður á dekk
ið at taka ímóti provianti.
Klokkan er nú skjótt 17, og
skipið loysir hvørja løtu.
- Eg vænti, at vit seta fyrstu
setuna á Sandoyarbankanum
um midnáttarleitið í kvøld, sig
ur ein av teimum ungu.
Veðrið er gott, meðan vit
standa og práta. Tað er stilt,
kalt og klárt veður, og sólin
hevur hug at skína.
Men soleiðis er tað ikki á
hvørjum degi á einum skips
dekki, tá ið tað líður út á heyst
ið, og veturin stundar til.
Stillisliga avstað
Sosialurin takkar fyri, at vit
kundu órógva teir eina løtu,
meðan teir kortini bíðaðu eftir
boðum um at loysa.
Løtu seinni stevnir Morg
unstjørnan stillisliga úteftir
Skálafjørðinum – á veg suður
á Sandoyarbankan at royna
eydnuna.
Teir næstu dagarnar sleppur
manningin ikki longur enn út til
lúnningina.
Tað eru kostirnir hjá teimum,
sum søkja sjógvin.
Longd:........... 36 m
Breidd:.......... 7,03 m
Tons:............. 270 BRT
Manning:...... 14
Heimstaður: Eiði
Skipaslag:... Línuskip
Smiðiár:........ 1974
Eigari:............ Múlavík p/f
Útgerðarmaður:
Chr. J. Jacobsen
Fakta um
Morgun
stjørnuna
Nakrir av manningini umborð á
línuskipinum Morgunstjørnuni,
fv.: Hans Olaf Garðalíð (18),
Søldarfjørður, Sørin Absalonsen
(18), Glyvrar, Jóhan Edvard
Johannesen (23), Klaksvík, Kári
Johannesen (51), Norðtoftir og
Heri Weihe (19), Søldarfjørður
Mynd: Vilmund Jacobsen