sunnudagur 1. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 • 27-28. oktober 2006
Vikuskifti 19
skammaraeyguni. Tað hug
skotið hevði Lene hugsað um
leingi, men tá hon royndi at
skriva søguna um ta vaksnu
kvinnuna, ið hevði hesi eyguni,
gekk tað ikki so væl.
- Tað var ikki fyrr enn eg fann
útav, at tað var dótt ir skamm
arans tað skuldi handla um.
Hvussu tað er at vera næstan
11 ár og hava eygu, sum eingin
kann hyggja inn í. Tað var tá eg
hugsaði um fylgjurnar av tí, um
hvussu avbyrgdur man blívur,
og at man ongar vinir hevur,
tá bleiv Dina livandi, og søgan
byrjaði at siga seg sjálva. Ella
man kann siga, at tað var Dina,
sum segði mær hana.
Film um Dinu
Skammararøðin er nú komin út
í 18 londum og er eisini komin
út í USA. Har gongur tað væl
við bókini, sum hevur selt tríg
gjar ferðir so nógv, sum forlag
ið hevði væntað. Tað gongur
so væl, at ein filmsframleiðari
vil gera ein altjóða film um
dóttir skammarans. Um tvey
ella trý ár er ein filmur um
Dinu og familju hennara vænt
andi ein veruleiki.
Henda stóra viðgongd hevur
sjálvandi haft eina ávirkan á
Lene Kaaberbøl. Tá tað kemur
til arbeiði hevur viðgongdin
gjørt, at Lene hevur fingið
meira sjálvsálit.
- Fyrr kundi eg ivast um tað,
sum eg hevði gjørt, var nóg
gott . Men nú eri eg rætt iliga
sannførd um, at tað, sum eg
haldi virkar, tað virkar. Í dag
veit eg, at tað hóast alt eru ein
kvart millión fólk í heiminum,
sum halda, at tað sum eg geri
er gott , og so er man ikki so
sárur meira.
Tað hevur eisini haft við sær,
at Lene sjálv kann avgera, nær
hon vil skriva, tí nú noyðist hon
ikki longur at hava eitt arbeiði
við síðuna av.
Persónliga heldur Lene tó
ikki, at viðgongdin hevur haft
ta stóru ávirkanina á hennara
lív.
- Eg livi mítt lív, eg geri heilt
vanlig ting. Eg gangi túr við
hundunum, keypi ein hálvan
litur av mjólk í keypsamtøkuni,
og tað skal man eisini. Tað
er tað, sum er tað týdningar
mesta. Hitt blívur á ein hátt
ikki so týdningarmikið. So
høvuðsparturin av mínum lívi,
tað sum veruliga merkir nakað,
er ikki ávirkað.
Fleiri søgur
Lene heldur, at tað hevði
verið stutt ligt, um filmurin um
Skammaran bleiv væl mótt ikin
í Hollywood, og at hett a gjørdi,
at fólk eisini keyptu hennara
bøkur. Men hon heldur, tað
vera meira týdningarmikið, at
kunna liva stilt og væl saman
við familjuni.
- Tann størsti dreymurin
hjá mær, tá tað handlar um
arbeiðið, er at kunna blíva við
at skriva góðar bøkur og at
menna meg sum høvundur. Tað
er nógv meira spennandi, enn
at fáa gjørt Hollywood filmar
av øllum bóknum. Eg vil heldur
hava fleiri søgur.
Ja, tað veit eg, at tær gera. Eg veit
at í fleiri familjum, tá foreldrini lesa
góða nátt søgur, klára tey ikki at leg
gja bókina frá sær og kom til at lesa
framum. Tað síggi eg eisini á mínum
fan-maili, tað mesta er frá børnum,
men eg fái eisini brøv frá vaksnum.
Eg haldi, tað er ein eginleiki fantasy
hevur, tað røkkur
yvirum summi
mørk, til dømis
at aldurin ikki
setur mark
fyri hvør
kann lesa
tað.
Skyggeporten á føroyskum
Nýggja bókin hjá Lene Kaab
erbøl “Skyggeporten” kom út í
Danmark 11. oktober.
Bókin eru um eina gentu,
sum eitur Anna, og ikki dugir
at tosa.
Tá Bókadeild Føroya Læra
rafelags herfyri fylti 50 ár,
fingu tey rætt indini til at geva
bókina út á føroyskum í føðin
gardagsgávu frá Lene Kaaber
bøl. Væntandi kemur bókin út
á føroyskum um umleið eitt ár.
- Tann størsti dreymurin hjá mær, tá tað handlar um arbeiðið, er at
kunna blíva við at skriva góðar bøkur og at menna meg sum høvundur.
Tað er nógv meira spennandi, enn at fáa gjørt Hollywood filmar av
øllum bóknum. Eg vil heldur hava fleiri søgur, sigur Lene Kaaberbøl.
Tala tínar barnabøkur til vaksin?