sunnudagur 1. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 208 - 27. oktober 2006
Í hesum døgum vitjar
ein hetlendskur
punkbólkur í Føroy
um. Kristian Blak og
hetlendingurin David
Kok skipaðu fyrr í ár
fyri einari rokkkonsert
í Hetlandi. Tá vóru tað
føroysku Paradox sum
saman við hetlendska
Bacchus spældu kring
oyggjarnar sunnanfyri
okkum. Tá riggaði tað
sera væl, og Kristian og
David sóu beinanvegin,
at hetta var vert at gera
umaftur. Nú er bólkurin
Bacchus í Føroyum.
Bacchus skal spæla
tríggjar konsertir í
Føroyum
Lítil konsertferð
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Bacchus kann metast at
verða tað hetlendska 200
(um ein kann siga so). Limir
nir siga, at teir eru teir einastu
punkarirnir í Hetlandi, og teir
eru ikki bangnir fyri at siga
sínar hugsanir. Tónleikurin er
ráur og ópoleraður. Tekstirnir
eru samfelagsrevsandi og
snúgva seg um at “reisa seg”
og eru generelt illir. Tónleik
urin er týttur og stuttligur at
lurta eftir. Eg ivist ikki í, at
hetta er ein bólkur sum skal
hoyrast “live”. Tey sum vilja
fáa meir at vita um bólkin
Bacchus, kunnu leita sær inn
á teirra myspace-profil sum
er:
www.myspace.com/bacchus3
Føroyskt ískoyti
Paradox fer eisini pallin
somu kvøld sum Bacchus.
Paradox er ein serstakliga
vælumtóktir bólkur millum
ungdómin í Føroyum, og
plagar at leverað super góð
ar konsertir. Teir hava ikki
spælt konsert síðan august
mánað, so limirnir eru ser
liga tendraðir til hesa lítlu
konsertferð, skilja vit. Eis
ini hevur bólkurin fingið
nýggjan trummuleikarar,
so tað verður spennandi
at hoyra hvussu teirra tón
leikur fer at ljóða við hesari
samansetingini.
Okkum nýtist ikki siga
so nógv um Lama Sea.
Hetta er ein av okkara bestu
bólkum, og mong eru tey,
sum roki við onkrum stórum
frá teimum. Umframt at
spæla væl, so er Lama Sea
eisini ein góður bólkur at
hyggja at. Limirnir eru sera
energiskir á pallinum, og
duga teir væl at liva seg inn
í tónleikin.
Konsertirnar við Bacchus
verða soleiðis:
Fríggjakvøld 27.10.2006
í Kagganum saman við
Lama sea og Paradox
Leygarkvøld 28.10.2006
í Bryggjuni í Vestmanna
saman við Lama Sea og
Paradox
Sunnukvøld 29.10.2006
í Margarinfabrikkini. Enn
er ikki vist hvørjir bólkar
spæla við tá
Hetlendskur punk
tónleikur at hoyra
um vikuskiftið
Bacchus in action!!!
Farnu vikuna hevur Stanley
Samuelsen spælt seks væl
vitjaðar konsertir í Litava,
nakrar í høvuðsstaðnum
Vilnius men eisini í Varena
og Pavalys.
Hetta er á fjóra sinni,
at man heldur International
Folk Festival í Litava, og
festivalurin er væl umtóktur
millum fólkið
Í ár luttóku tónleikarar
úr teimum trimum baltisku
londunum, úr, Føroyum,
Noregi, Svøríki, Finlandi,
Írlandi, Onglandi, Spania
og Ukraina.
Stanley luttók eisini í
2003 og 2004. Aftur í ár
var tað serliga føroysku
løgini hjá Stanley, ið vóru á
skránni, men á festivalinum
er eisini nógv samspæl. Og
tí bar til at uppliva Stanley
saman við m.ø. svensku Evu
Samuelson og norska Olafi
Stenstad. Saman spældu
tey ein kendan litaviskan
sang, og áskoðararnir sungu
væl við á konsertinini í
St.Catherines Church í
Vilnius.
Eisini
spældi
hann
saman við íranum Denis
McLaughlin ongilsmann
inum Julian Dawson, ið
saman við Stanley spældi
eina Beatles konsert fyri
vælnøgdum áhoyrarum.
- nud
Stanley Samuelsen á International Folk Festival í Litava
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
sansir.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Nærverkið
Heimatænastan
Avloysari fyri heilsurøktara til Heimatænastuna í Eysturoynni
Søkt verður eftir avloysara fyri heilsu-
røktara í barnsburðarfarloyvi í tíðar-
skeiðnum 1. februar til 31. august 2007.
Arbeiðið umfatar røkt og umsorgan
til borgarar á eldrasambýlinum
Vestur stovu í Fuglafi rði, sum er eitt
eldra sambýli við 14 búfólkum. Arbeitt
verður í tøttum samstarvi við aðrar
fakbólkar innan Heimatænastuna.
Førleiki
• Prógv sum heilsurøktari ella
aðra viðkomandi útbúgving
• Fakligan áhuga fyri primera økinum
• Fleksibilitetur
• Góð samstarvs- og samskiftisevni
Setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 32t/viku í skiftandi
dag-, kvøld- og náttarvaktum.
Setanartíðin er 1. februar 2007 til 31.
august 2007.
Lønin verður ásett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðan-
di yrkisfelag. Setanarøkið er Nærverkið
við fyribils tænastustað í Heimatæna-
stuni í Eysturoynni.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til økisskriv-
stovuna á tlf. 449249 og tosa við Eyðnu
Justinussen, varaleiðara.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvi v.m. til:
Nærverkið
Heimatænastuni Eysturoy
Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin
Postboks 47
610 Saltangará
Umsóknarfreistin er 16. november
2006.
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum
tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heil-
sumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan,
Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og
professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.