sunnudagur 1. oktober 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. oktober 2006
sosialurin
➀➁➂➃➎➅➆➇
Sigurður Gylfi Magnússon
Umleið miðskeiðis í seinastu
áratíggjum av farnu øld fór eg
saman við góðum vinfólkum at
ferðast til eina lítla bygd, Gjøgur,
norðalaga í Strandasýslu á
Vestfirðum í Íslandi. Summar var
við fagrasta veðri. Húnaflóði
uttan fyri Gjøgur var fullur
av ísi og rekaviðurin sløgdist
við strendurnar. Eg var beint
afturkomin til Íslands eftir tíggju
ár í USA, og henda ferð mín
ávirkaði meg sterkt. Eg var
fullur av bjartskygni um landsins
møguleikar, men samstundis
óttaðist eg ta lagnu, ið lá fyri
framman. Náttúran tóktist kørg,
jørðin lítið fruktbar, men eg
hugsaði, at eitt fólk, ið hevði
lívbjargað sær undir hesum
korum, uttan iva fór at klára seg.
Hesi fólk kundu vinna á øllum
trupulleikum.
Men hin fremmandi, ið kemur
higar at ferðast, varnast, at her
býr ikki nógv fólk longur. og at
bygdirnar fækkast í tali. Slíkt vekir
iva hjá øllum, ið hugsa um lív og
framtíð í hesum smáu bygdunum,
men eisini øllum landinum.
Seinni kom eg at ferðast nógv
í Strandir saman við vísum
monnum. Teir ferðaðust ikki í
skipaðum ferðalag, men skrivaðu
upp sera nágreiniliga í meira
enn eina øld, tað teir gjørdu og
hugsaðu. Á tann hátt kundi eg
fylgjast við teimum eina langa
ferð; eitt nú kundi eg steðga á
hjá teimum á garðinum Tindi í
sóknini Kirkjubólshreppur eitt kvirt
vetrarkvøld onkuntíð miðskeiðis
í seinna helmingi nítjandu aldar.
Dagbøkur og annað, ið brøðurnir
Halldór og Niels Jónssynir á
garðinum Tindi høvdu skrivað,
gjørdu, at eg nógv betur kundi
læra meg at kenna Strandasýslu
enn á fyrstu ferð míni. Nú kom
eg við niðan á heiðina og rann
millum bygdir: “Kristjan í Tungu
kom framvið á veg suður til
Kveingrjót, og Nilli fylgdi honum
út á eggina og taldi fet síni
heimaftur, og tey vóru 14585.
Gvendur í Sel kom í dag og
skuldi suðureftir, opg faðir fór
við honum til Húsavíkar. Leifi
kom aftur kl. 7.30 um kvøldið og
steðgaði 12 tímar og 25 minuttir.
Nilli fór avstað klokkan 11.30
fyrrapartin, kom aftur kl. 6 um
kvøldið. Faðir koma aftur við tí
nýggja (blaðnum) Ísafold.
Saman við mínum tíðarleysu
vinum havi eg ikki bert fingið
innlit í samfelagsviðurskiftini í
Stranda sýslu í nítjandu øld,
men eg havi fingið betri fatan
av teimum møguleikum, hesar
smáu bygdirnar hava frameftir.
Eg haldi, at søgan hjá íslendska
fólkinum, og herímillum vanligir
menn sum Haldi og Nilli,
kann læra okkum at loysa
trupulleikarnar fyri framman,
hvønn lut mentanin í útjaðaranum
fer at fáa í hugsunarháttinum í
framtíðini og heimsborgaranna
ímyndingum um okkara
hvíldarleysu ferð. Brøðurnir stóðu
fyri stórum avboðingum, so sum
hvørt attarlið hevur staðið, og
tað eydnaðist teimum á sama
hátt sum teirra forfedrum, at
bera ta ábyrgd, ið fylgir við at
vera íslendingur. Í staðin fyri
at stinga í sekkin og fara, fettu
teir sær á og bardu seg fram
í storminum. Teirra søga gevur
okkum fyrimyndina at taka við
avbjóðingunum og líta fram móti
nýggjari landtøku. Úr hesum
sjónarhorni havi eg skrivað mínar
bøkur og fingið hugskot frá fólki,
ið livdu eitt heilt annað lív enn
tað, eg kenni úr samtíðini, og
eg vóni at tær skula fáa eins
stóra ávirkan á lesararnar, sum
handritini hjá brøðrunum høvdu
á meg.
Mentanin í útjaðaranum er full av
frásagnum um fólk, ið baksaðust
undir heilt øðrum umstøðum.
Hesi fólk skaptu tey komandi
ættarliðini – 20 aldar menniskjuni
– tey ættarliðini, ið eiga
størsta lutin í at skapa verandi
samfeløgini í 21. øld.
Heimurin eigur at kunna læra
okkurt av teirra frásagnum og
royndum.
Á TÍÐARLEYSARI FERÐ UTTAN MIÐ
ANE LAN (N): “Europe” - video 4:00 min (2004)
MADELEINE PARK (S): “The beauty of it all” Installation (2006)