sunnudagur 1. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin
27. oktober 2006
Morten Goll
Málsliga menningin fylgir
menningini annars í
samfelagnum. Tann ið hevur
ræði á málinum hevur ræði á
veruleikanum. Tí er málið ein
politiskur stríðsvalur. Í talaðum
máli er “slang” eitt av teimum
mest progressivu økjunum í
málsligu menningini. Innan fyri
listina eru eksperimenterandi
samtíðarlist og samtíðar tónleikur
økir, har menning fer fram.
Í mínum landi, Danmark,
hevur ein konservativur
mentamálaráðharri innført ein
tjóðskaparligan kanon. Hetta er
eitt yvirlit yvir verk, ið eru serliga
donsk, ið bera fram kjarnan av
tjóðarinnar strevi og viðurskifti
hennara við mentanirnar
rundanum. Hesin kanon er eitt
amboð av mongum, ið verður
nýtt til at stýra menningini í
samtíðarlistini. Trupulleikin hjá
listafólkum við kanon er, at hann
allýsir hina hægstu góðskuna sum
nakað, ið var til í farnum tíðum.
Hetta er óheppið fyri okkara
arbeiði, ið snýr seg um at lýsa
núið.
Ringast við kanon er tó, at
hon er tjóðskaparlig. Hon er
skipað, so politikarar kunna
gera tjóðskaparliga samleikan
ítøkiligan. Av hugmyndafrøðiligum
grundum vilja teir sleppa at
kunna vísa til ein óvikiligan
danskan samleika, ið skilir seg
frá umheiminum. Teir siga, at
hetta er fyri at kunna standa
stinnari mótvegis tí fremmanda,
eftir tiltakinum um, at kennir ein
seg sjálvan, er lættari at møta
øðrum mentanum og ikki missa
fótafestið.
Argumentið stendst av eini
misfatan av, hvat tað er at
vera menniskja saman við
øðrum menniskjum. Samleiki
er ikki nakað, ið fæst í arv
sum ríkisborgararætturin ella
persónstalið. Uppruni, tilvera
og røtur hava sjálvsagt týdning
fyri samleikan, men bert í tann
mun, samveran við hini ongum
øðrum loyvir. Samleikin er livandi
og dynamiskur. Hann dánast í
veruleikans verð sum ein fylgja
av samveru við onnur fólk. Vit eru
ikki. Vit eru støðugt við at gerast.
Tilgongdin fer í gongd og stendur
við av at møta øðrum.
Tá ið tjóðskaparligir-konservativir
politikarar eru so ídnir at festa
okkara samleika og vísa til øll
sløg av serstøkum eginleikum,
er tað tí, at teir vilja halda fast
um eina fortíð, ið teir uppfata
sum fyrimyndarlig. Teir óttast fyri,
hvør teir sjálvir kunna verða til
– hvør teirra medborgari kann
verða til. Tað syrgiliga er, at
hesin óttin forðar samskiftinum
við hin fremmanda, men eisini
møguleikunum at síggja, hvørji
vit eru sjálvi og hvørji, vit
eru um at gerast. Úrslitið er
ein gonga, ið vigar á eggini
millum undirlutakenslur og
stórlætisørskap. Í báðum førum
slitnar samskiftið. Tá tú forðar fyri
millummentanarligu samrøðuni,
stirnar samfelagið.
Tíbetur eru altíð summi, ið ikki
ræðast heimin, framtíðina ella
seg sjálv. Summi eru eisini, ið
møguliga eru bangin, men ikki
fáa gjørt annarleiðis: samkynd
fólk, transseksuell og aðrir
minnilutar, ið ikki falla inn í
samfelagsins hugmyndir um
hin góða borgaran. Øll menna
hesi sína mentan við atburði,
hugfloygdum slangi, nýggjum
tónleiki og myndlist. Tey vita,
at teirra samleiki bert veksur í
samskifti við onnur fólk og aðrar
mentanir. Og tey vita, at teirra
mentan stimbrast hvørja ferð,
tey læra at fevna eitt vet av
umheiminum afturat.
Men hvat hendir, um hitt
hugmyndafrøðiliga trýsti frá
samfelagnum á list og mál gerst
ov hart? Hvat hendir um krøvini
til borgaranna atburð gerast so
strong, at tey minst bangnu – og
tey, ið ikki fáa gjørt annarleiðis
– geva upp og rýma til eitt
annað stað, har tey kunna gerast
saman við samsintum í tolsamari
umhvørvi.
Tá hava vit eina provins.
➀➁➂➃➄➏➆➇
Eyðun Andreassen
Havnardreingir argaðu
bygdadreingir illa. Serliga
við málinum og við síddini á
teimum stuttu buksunum. Sjálvt
stórir skúladreingir brúktu stuttar
buksur tá, men vóru tær ikki nóg
stuttar, róptu havnardreingir:
“Nólsoyarbuksur!” Og hetta
gjørdu dreingir við láturligum
krossfiskum uppi á høvdinum!
Hjá fleiri var tað tungt við hesi
argingini um bygdafrell, hjá
onkrum kanska lættari og hjá
summum heilt ógjørligt at liva við.
Teir fóru helst útaftur á bygd.
Børnini tóku eftir teimum vaksnu.
Søga er um mann av bygd, ið
flutti til Havnar við húski sínum,
men at fáa arbeiði var ikki lætt.
Lossingarmenninir á keiini vildu
ikki lova bygdarmonnum framat.
Tá tann yngsti sonurin hjá hesum
manni varð føddu, fór hann aftur
á keiina: “Nú havi eg gjørt ein
havnamann, sleppi eg so uppí?”
BYGDAFR
VIT ERU IKKI – VIT STØÐUGT GERAST!
THORDIS ALDA SIGURDARDOTTIR (IS): “Germination” (2004)