sunnudagur 1. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. oktober 2006
sosialurin
➀➁➂➃➄➅➐➇
Bygdadreingir og bygdamenn
vóru ein hóttan á summum
økjum í Havn. Har vóru bara
eini ráð: At gerast havnarfólk og
havnardreingir! Vælkent fyribrigdi
millum grannar um allan heim.
Tað livst við tí, og er ikki verri
enn, at hesi somu bygdafólk
ofta hava havt sama atburð móti
egnum smærri grannum heima í
bygdini.
Hetta er so eitt! Verri, og tað ið
undraði meira, var at meðan vit
vistu og vildu vita alt um Havnina,
vistu havnardreingir einki um
bygdirnar. Og vildu heldur ikki
vita. Havnin var heimsins nalvi,
og einki var nakað vert uttanfyri!
Heilt galið verður, tá hin
argaði ger myndina hjá teimum
argandi um seg til sína egnu.
Hans Andrias hevði eina søgu í
Barnabókini um eina gentu, ið
hevði verið niðri og tænt, og nú
var so fín, at hon bara tosaði
danskt. Ikki fyrr enn hon steig á
rívutindarnar ein dagin í bønum
og fekk rívuskaftið í andlitið,
tók hon hvassliga til orðanna á
føroyskum.
Algierski sálafrøðingurin Franz
Fanon skrivaði um hetta longu í
fimtiárunum, at fólk í Algier, ið
stríddust móti franska hjáveldinum
og einum nýggjum Algier, gjørdu
tað við eini fyrimynd um sítt
heimland, tey høvdu tikið við
úr fronskum hugmyndum um
Algier og fólk og mentan har.
Tey stríddust fyri at skapa eitt
Algier eftir fronsku myndunum um
landið.
Ofta síggi eg tað aftur í Føroyum.
Ikki minst hjá mentafólki í Havn,
teimum sjálvútnevndu føroysku
kosmopolittunum. Hetta at síggja
okkum sjálv við eygunum hjá
okkara stóru grannum – dønum.
Eg síggi eitt drag av hesum í
skrivingini hjá William Heinesen
til dømis. Hann lýsir við hvørt
føroyingar sum eksotiskar, júst
á ein hátt, ið fellur í smakk hjá
dannaðum dønum.
Men týðiligast kanska sæst
hetta í málningalistini. Føroyskir
landslagsmálarar – serliga – hava
tikið við einum stíli, ið danskir
ummælarar kalla Færøkunst. Hesir
málarar framleiða sína list til
ein marknað – bæði pekunieran
og estetiskan – ið svermar fyri
Færøkunst.
Tað er so eitt. At dønum dámar
tað, teimum dámar. Og at føroysk
listafólk mála til ein marknað,
Verri, og tað ið undrar meira, er
at listvitar í Føroyum og føroyskir
listummælarar (tey búgva øll
í Havn!) hava tikið við hesum
smakkið og gera hann til ediliga
føroyska fyrimynd, endaligt
kvalitetskriterium og sanna raison
d´étre í føroyska listheiminum.
Tað verður sum í Algier.
Og tá kunna vit tosa um
bygdafrell í Havn.
RELLINI Í HAVN
Paul M.W. Hackett, PhD
Umhvørvis sálarfrøðingur og listamaður.
Faculty of Media, Art and
Communication, University of
Gloucestershire, Cheltenham, UK.
Í verkum mínum fáist eg við
ta personligu merkingina av
útjaðararoyndum og royni
at áseta sálarligu partarnar í
provinsialitetinum. Urbanitetur
sæst í vaksandi stórbýunum,
býarstaturin er miðdepil hjá
handli, framleiðslu, sølu og
bústaðarmenning. Í positivari
merking hevur býurin vítt útsýni,
í negativari er hann sjálvgóður
og sjálvhevjandi. Urbanisering
er eitt heimsumfatandi fyribrigdi
og hevur við sær einsháttan í
umrøðuni av innan- og uttanhýsis
viðurskiftum. Urban einsháttan
skapar tað provinsiella í tí øvugta
og í kjalarvørrinum á tí, grør fram
eina útihýsandi gongd. Eitt nú
er London í størri og størri mun
vorðin miðdepilin í Bretlandi og
er um at vera ein statur í egnum
rætti, sum ger øll onnur øki
enn meira provinsiel sum ”ikki-
London”.
List er bæði aftursvar til
tíðarskeiðið og til fysisku
staðsetingina. Bæði fysisk og
psykisk avbyrging eru partar í
skilmarkingini av provinsialiteti
og provinsiellari list, sum tí kann
setast á básin ”outsidaralist”.
Tøkni kann lata upp nýggjar
møguleikar, tí hon minkar um
avbyrgingina og munirnar.
Í verkum mínum kanni eg
provinsialitet sum úrslit bæði av
sálarligari og fysiskari avbyrging
í Bretlandi, Norðurlondum/
Grønlandi og í einum býar-bygda
samteksti.
Arbeiðslagið í mínum verkum,
sum viðgera hugtakið
provinsialitet, er tvíbýtt. I
fyrra lagi havi eg arbeitt sum
umhvørvissálarfrøðingur og í
øðrum lagi sum listamaður. Í fyrra
leiklutinum havi eg havt áhuga
fyri sosialum rákum og sálarligu
støðu teirra. Í tí seinna havi eg
sett fram svar, sum fara yvir um
markið millum tað provinsiella
og tað urbana, og samstundis
umboða bæði gjøgnum at
brúka vanligar sálarfrøðiligar
grundreglur sum virðismeta tað
upprunaliga og tað einsýna í tí
provinsiella.
Eitt net sum listalig mynd hevur
verið ein týðandi partur av
royndum mínum at røkka hesum
málum. Geometriska mynstrið,
sum er kent sum eitt net, kann
í fyrstu atløgu tykjast at vera
mótsetningur til tað provinsiella.
Tað stíva og linjubeina kann
tykjast vera ósambærligt við
upplivingina av tí lokala,
natúrliga, móðurmálsliga, lívrunna
og eksotiska. Netskipan er
parallel við býardám. Kortini vil
eg tala fyri, at sálarstøðið undir
netinum er djúpari og almennari
enn so. Knattnet, sum verða
brúkt í korttekning, gera okkum
før fyri at staðseta okkum sjálv
i mun til provinsiella (og eisini
urbana) umhvørvið. Netskipanir í
listaverkum sum hjá íslendinginum
Georg Guðni skipa fatan okkara
av tí provinsiella á menniskjaligan
hátt.
Pláss – líkamikið um tey eru
provinsiell ella urban – verða
upplivað gjøgnum sama sálarliga
strukturella myndil. Sovorðnir
strukturellir myndlar brúka
eftirmetingar sum samfelagslyndi,
spatialitet, fysisk metingarstig og
metingar av persónligu ætlanini
við eini staðseting. Eisini list
endurspeglar plássini, har hon
er skapað, í sama strukturella
skili. Munurin á tí urbana og tí
provinsiella eru virðini, sum eru
knýtt at plássunum. Fjølmiðlarnir
gera ”søgur” um pláss: klisjéir
og myndir. Elitan og tey ráðandi
í samfelagnum seta fram virði
og gloyma tað provinsiella, sum
er sett eftir um outsidari, sum
hin. Listafólk virka millum slíkar
virðisplágaðar klisjéir heldur enn
at skapa tær. Tað er kortini við at
skilja hesi virði, at listafólk eru før
fyri at skapa lýsandi aftursvar.
FORMA ÚTJAÐARA
ROYNDIR OG
LISTALIG AFTURSVAR
ASTRI LUIHN (FO): “Guillemot blues” 140 x 170 cm (2006)
Acrylic and ink on canvas. Photo: Per á Hædd
THORDIS ALDA SIGURDARDOTTIR (IS): “Kitchen Life (2004)