Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 27. oktober 2006 Sonja Jógvansdóttir Týdningurin av at kenna seg heima er ómetaliga grund­ leggjandi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. Tað ber illa til at virka og liva, um tú ikki ert millum menniskju, har tú verður góðtikin og vird fyri tað tú ert, og sleppur at vera tað í frið og náðum »Vælkomin heim« Hetta er tað fyrsta tú hoyrir flog­ ternurnar siga, tá ið flogfarið hevur sett seg í Vágum. Síðani kemur tað enska; »dear passangers – welcome to the Faroe Islands, we hope you have enjoyed your flight and bla bla bla...« Meðan hetta verður sagt, hevur tú langt síðani í hugaheiminum ferðast aftur til heimbygdina, og gleðist um at síggja familjuna, vinir og kenningar aftur. Nei, tað er ikki av praktiskum ávum, at fólk settust niður í Føroyum. Nærum hvørja ferð tú kemur heim, verður tú tikin av bóli, hvussu vátt og illfýsið tað er, kort­ini er tað ein frálík kensla, at ganga nið­ur gjøgnum trappurnar á flog­far­in­um og stíga á føroyska jørð. AT HOYRA TIL Henda kenslan av at hoyra til kann væl halda sær leingi – elski Føroyar – elski at fara í bankan, á bókasavnið og til handils í heimbygdini. Hvørt smáørindi tekur nógva tíð, tí tú líka skalt práta við tey, ið har eru. Tað verða nógv evni viðgjørd – gardinur og havar, hvør er við barn, hvør er farin frá hvør øðrum, kvotaskipanin, uttan­ ríkispolitiska heimildarlógin og sisyfosmytan, bara fyri at nevna nøkur ting. RÚMLIGU FØROYAR Tað stuttliga við hesum landinum er eisini, at tað rúmar í grundini ótrúliga nógvum, og fólk taka sær eisini væl av hvør øðrum. Felags­skapur og samstarv hevur jú altíð haft stóran týdning fyri føroyingar, um tað so var til fjals, í grind ella um grúgvuna eitt vetrarkvøld. Somuleiðis rúmar samfelagið ótrúliga nógvar sonevndar originalar og serstøk fólk, sum eru partur av samfelagnum. Stór­ vegis spurnartekin verða ikki sett við, hví tey eru, sum tey eru, og um tey skulu vera partur av samfelagnum – tey eru bara, soleiðis hevur tað kanska altíð verið. TAGNAÐARMÚRUR Fert tú kortini veruliga at skoða inn í samfelagið, byrja eisini nógv ótolandi ting og viðurskifti at hómast. Slíkt sum liggur og úlnar undir yvirflatuni og sum av og á brýtur út. Sumt skal ikki viðgerast í almenna rúminum – einamest kanska fyri frið skyld og tí, at summi viðurskifti eru veruliga pínufull – eitt av hesum viðurskiftum er tvangsútflutningur av føroyingum. ÚTFLUTNINGUR Handilsjavnin er aftur vorðin neiligur. Føroyar innflyta nógv meir enn vit útflyta. Hetta er kanska ikki so gott – í øllum føri ikki, um landið skal liva upp til stevnumiðið hjá øllum flokkum í Føroyum um ein sjálvberandi búskap. Hinvegin, so hugsi eg kortini, at útflutningurin hevur verið í so stórur seinastu 50 árini – umframt fisk, hosur og aðrar nýtsluvørur hava Føroyar verið frammarlaga í heiminum at útflyta sosialt tilfeingi. Alt ov nógvir føroyingar eru meir og minnið tveittir av landinum eitt nú vegna eyðkenni, frábregði ella kropsligan førleika. Hetta er óhugnaligt at hugsa sær – og tíverri er fyribrigdið ikki útdeytt enn. Samfelagið hevur tikið rættin til eitt veruligt heim frá ov nógvum føroyingum. KOLLEKTIVUR HEIMFØÐISKAPUR Veit ikki rættiliga, hvat ger seg galdandi. Kanska felags almennur heimføðiskapur, sum arbeitt eigur av øllum alvi við at koma til lívs. Trupulleikin við omanfyrinevndu viðurskiftum byrjar mangan á ovastu rókini. Áhugin fyri fólkinum, her býr, tykist ikki so stórur – óivað av fávitsku. Guð viti, nær okkara kæru løg­ tingslimir viðgera linjuføringar og nær skipini hjá strandferðsluni skulu sigla eitt sindur minni og heldur nýta orkuna til mentan, vinnulív, útbúgving og sosial viðurskifti. Vit vita t.d. akkurát hvussu nógvir Audi A6 vórðu innfluttir fyrsta ársfjórðing, ella hvussu nógvur upsi fór óvirkaður av landinum. Og tað er eisini fínt. Tað er straks verri, tá ið tað kemur til at hava uppteljing av, hvussu nógv eitt nú meðal inn­ tøkan hjá einum húsarhaldi er, ella hvussu nógv fólk í Føroyum liva í tí, ið rópt verður lutfalsligt fátækradømi. BESTA STAÐ Á JØRÐ? Tað nyttar t.d. ikki at prýða seg við skjaldramerkinum »Føroyar fyri øll«, um tú ikki tekur neyðug stig til, at »øll« kunna vera her. Tað nyttar t.d. einki at bjóða einum við rørslutarni at luttaka í almenna rúminum, um við­kom­ andi verður forðað, tí ikki ber til at sleppa fram at mikrofonini í rullustóli. Tað nyttar einki at breggja sær av, at fólk við breki ikki longur verða send av landinum, um hesi ikki fáa nakra hjálp, sleppa at virka og arbeiða ella hava vardan bústað. Og soleiðis kundi verið hildið á at tikið dømi. Í løtuni eru Føroyar besta sam­ felagið í heiminum at búgva í, um tú ert frískur og kann lívbjarga tær og tínum – hetta er eitt frálíkt samfelag – tú skalt forrestin eisini verða heterosexuellur. TÆR GÓÐU HEIMLIGU FØROYAR Fólk eru ikki flutt til Føroyar av praktiskum grundum. Tað er lutfalsliga langt burturi, her er mangan harðbalið og illfýsið, og annar hvør føroyingur yvir 60 situr eisini niðurkropin av gikt. Vit liva hóast alt bert einaferð her á fold, hví ikki royna at gera samfelagið so gott, sum gjørligt? Føroyar eru somikið lítlar, at tað skuldi verið lutfalsliga lætt at skapa eitt samfelag fyri øll. Hví ikki stremba eftir sam­felag­ num har tú, óansæð eyðkenni, frábregði ella førleika – kennir teg vælkomna – kennir tað sum, at her hoyrir tú heima? ES: Flytið aftur til Føroyar 21. november – vónandi verið eg vælkomin heim – eg gleði meg í øllum førum ➀➁➂➃➄➅➆➑ VÆLKOMIN HEIM Kuratorisk Aktión, a.k.a. Frederikke Hansen og Tone Olaf Nielsen Kuratorisk Aktion, a.k.a. Frederikke Hansen og Tone Olaf Nielsen, heilsar The Provincialists vælkomnum. Tað er eitt týðandi initiativ at taka hitt gamla mótsetningsparið “provinsialisma” versus “tað kosmopolitiska” upp til endurhugsan og endurtingingar fyri soleiðis at kunna finna fram møguligar broytingar í fordómum og mismuni millum metropolin, kosmopolin og provinsina. Tá hugtakið globalisering verður nýtt í dagsins kjaki í Norðurlondum, verður ofta einki gjørt við at vísa á, hvat liggur í fyribrigdinum. Í flestu førum tykist at verða víst til, at heimurin tódnar sum úrslit av tøkniligari menning innan samskifti, fjølmiðlar og fluttning við eini ávísari mentanarligari einsrætting sum fylgju. Vantandi frágreiðing fjalir medvitið ella ómedvitið yvir eitt slag av mentanar-darwinismu, ið ger tað, at tankin um einsrætting kan samliva við uppáhaldið um ein heimsumfatandi mentanarsamanbrest millum kristindóm og islam (“the clash of civilizations”). Sum vit síggja tað, er mentanardarwinsima eitt neyðugt amboð fyri at rættvísgera og halda fast við eina kapitalistiska heimsskipan og eitt symptom upp á hesa skipan. Óvarandi er hin fríi marknaðurin vorðin til tann ráðandi frymilin fyri mentanarligari, sosialari og politiskari samveran – alt og øll verða rádd at skipa seg við sunnari kapping, eftirsum bert (óskipað) útboð og eftirspurningur kunna tryggja rættvísi og demokrati. Og kapping er treytað av muni. Hugmydin um fría kapping verður brúkt av statinum, ídnaðinum, børsini og tí einstaka til at rættvísgera eina globala staðfesting av ójavna, og eftir okkara meining, kúgan og útnyttan. Henda neoliberala skipan byggir á eitt uppáhald um, at um ríkidømið fær høvið til at savnast á fáum hondum, fer at dryppa niður úr tí við vælferð til sjálvt tey á niðastu rók, vísit seg at vera katastrofal fyri triðja heimin og fyri umhvørvið. Vit ivast á ongan hátt í, at í dag fer fram eitt øgiligt býti av menniskjum, tankum, lutum (vørum) og tænastum, og at tað tí er neyðugt at kanna tað árin,m hetta hevur á mentanina. Tó meina vit, at okkurt kjak um globalisering – eisini um list – eigur at innihalda eina greining av slíkum sosialum, búskaparligum og politiskum faktorum sum framleiðsluviðurskifti øðrumegin og sjálvsavgerðarrættur hinumegin. Í kjakinum eigur altíð at verða spurt, hvør ið hevur atgongd til tilfeingi og vald, hvør valdsvond treytar globaliseringina (uttan mun um tað er sosialur, búskaparligur, kynsligur, seksuellur ella átrúnaðarligur ójavni). Globaliseringin er djúpt ankrað í neo-liberalum politikki, ið er komin í staðin fyri samráðingarveldi um politisk- búskaparlig viðurskift. Yvir fyri neo-liberalistisku útsøgnini “There Is No Alternative” (til liberalisering og einskiljing, til kapping og vøkstur) standa tó tær sosialu rørslurnar og teirra slagorð: “Another World Is Possible”, ið av góðum grundum eisini eru globalar í sínum virki og málum hóast felagsheitið “antiglobaliseringsrørslan.” Í fáum orðum ynskja vit sostatt, at gera okkara til, at provinsialismu- kjakið verður ført við atliti til globalisering sum felags mentan, heimsumfatandi kapitalisma og at enda eitt nýtt globalt rættvísi. PROVINSIALISMA OG GLOBALISERING MADELEINE PARK (S): “Culina Potentia”, in collaboration with Mariken Kramer at NordicLiveArt.org (2003)