Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 27. oktober 2006 33 lýsingar Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á stjórnarskrivstovuni. Starvið Sum løgfrøðingur ráðgevur tú borgarstjóra, stjórn og starvsfólki, og tú ert við til at menna mannagongdir og fyrisitingarliga førleikan í kommununi. Í ávísan mun málsviðger tú og samskiftir við borgarar, virkir og myndugleikar, í serligum málum, ið eru latin stjórnar- skrivstovuni at avgreiða. Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfak- ligum uppgávum, ið geva tær góðar møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Setanin Sum umsøkjari mást tú hava lokið løgfrøðisligt embætisprógv. Vit ynskja, at tú hevur viðkomandi royndir og helst innan almenna fyrisiting. Tú mást duga væl at samskifta og samstarva bæði innan- og uttanhýsis. Vit seta starvið skjótast til ber og løna sambært sáttmálanum millum BLF og FMR. Vit kunnu bjóða setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Vit bjóða eisini skeið og eftirútbúgving. Vit kunnu greiða tær meira frá starvinum, um tú ringir til Jens Marius Poulsen, kommunustjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra, tlf. 302010. Tú kanst eisini spyrja okkara fráfarandi løgfrøðing Eyðbjørn Larsen. Umsókn Tiltalar hetta teg, so send eina umsókn saman við viðmælum og prógvum til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi 30. oktober 2006, kl. 12.00. Tórshavnar kommuna Løgfrøðingur Vaskifólk Søkt verður eftir einum tilkomnum fólki at vaska á skrivstovu okkara tvey kvøld um vikuna, at byrja skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til okkara á tlf. 350100, ella á telduposti petroleum@petroleum. fo Atlantic Petroleum Boks 1228 Gongin 9 Tórshavn Felags foreldra­ fundur Felags foreldrafundur verður mánakvøldið 30. okt. kl. 19 í fimleikahøll skúlans. Skrá: 1. Ársfrágreiðingin 2005/2006 verður løgd fram, og høvi verður at gera viðmerkingar. 2. Fólkaskúlin: Hvussu náa vit góðum úrslitum? Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag og Jan Mortensen, leiðari í Vinnuhúsinum, leggja fyri Høvi verður eisini at hoyra næmingar framføra sang og tónleik. Øll eru vælkomin! Fuglafjarðar skúli og skúlastýrið Kundi tú hugsað tær at arbeitt við ungdómi? – so hava vit eitt avbjóðandi starv til tín SOZO KFUM og KFUK søkja medarbeiðara, sum hevur hug at arbeiða millum ungdóm í einum fjølbroyttum kristiligum umhvørvi. KFUM og KFUK Varðagøta 9 100 Tórshavn tel 31 19 28 Arbeiðið umfatar · leggja ungdómsarbeiðið til rættis · skipa fyri tiltøkum fyri børn og ung · røkja dagliga arbeiðið á skrivstovuni Vit vænta · tú ert álítandi og trúgvandi · tú dugir at arbeiða við børnum og ungum · tú kennir til sjálvboðið kristiligt arbeiði · tú kanst samstarva við onnur · tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt · tú hevur áræði at taka nýggjar tættir upp Vit bjóða · eitt avbjóðandi og spennandi starv · fjølbroyttar og mennandi uppgávur · góð arbeiðsviðurskifti og góða løn Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til KFUM og KFUK; Louisu Niclasen, skrivara, á tel 31 19 28 ella fartelefon 21 18 24. Umsókn og freist Skrivlig umsókn við ummælum og skjølum skal vera okkum í hendi innan 15. nov. 2006. KFUM og KFUK í Havn eru tveir savnandi ungdómsfelagsskapir við nógvum virksemi fyri børn, ung & vaksin, sum umframt Várgleði og onnur tiltøk umfatar Sound of GloryTenSing, sum er kór, dans & drama. Sí meira á www.soundofglory.com