Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 208 - 27. oktober 2006 lýsingar Kunngerð Vísandi til fund 14. 10. 2006 fer Vegleiðandi fólkaatkvøða fram týsdagin 14. nov. 2006. Fólkaatkvøðan fer fram á kommunuskrivstovuni kl. 10.00 - 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá fólkaatkvøðan lýst liðug. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu kunnu, í seinasta lagi fyri valið, greiða brævatkvøðu við at venda sær til borgarstjóran. Brævatkvøðurnar skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 14. nov. 2006. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við at boða borgarstjóranum frá helst innan kl. 17.00 12. november 2006 á tlf. 423252 ella 270547. Valkort: Um persónur, sum heldur seg hava vælrætt í komm- ununi ikki fær valkort, verður viðkomandi biðin um at venda sær til borgarstjóran. Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val. Funningur 25. 10.2006 Funnings Kommuna Marjun J. Johannesen, borgarstjóri Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Anestesisjúkra­ røktarfrøðingur Eitt fast starv sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum er leyst at søkja til setan 1. januar 2007, fulla tíð við tilkallivakt. Arbeiðið á Anestesideildini fevnir í høvuðsheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan all­ ar sergreinir, sum eru ortopædi, gyn/obst., alm.kir., urologi, plastikkir., oyra/nøs/háls, tannviðg. o.a. Aðrar anestesiveitingar verða givnar til allar deildir á LS. Eisini eru vit við, tá bráðfeingis sjúkraflutningur er, sum oftast til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Førleikakrøv: Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktar­ frøðingur. Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið hev­ ur royndir innan anestesiøkið, hevur góð sam­ starvsevni, kann arbeiða sjálvstøðugt, er framtaks­ hugað/ur og tænastusinnað/ur. Teldukunnleiki á brúkarastøði er ein fyrimunur. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óluvu Lómstein, deildarleiðara, telefon 304599, lokal 5757, t­post ollo@lsh.fo, ella Nainu Túgvustein, virk. leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, lokal 5102, t­post naina@lsh.fo Setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar­ málaráðið. Umsóknarfreistin er hósdagin 16. november 2006 kl. 12.00 Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við cv, avriti av prógvum/ autorisatión og evt. viðmælum skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar­ og Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh. fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Fólkatalið í Suðuroy 1801 - 1901 Hesar bøkur eru nú komnar: Fólkatalið fyri: Trongisvág og Tvøroyri 111 síður fyri 90 kr. (115 kr í bókabúðunum) Sandvík, Froðba og Øravík 105 síður fyri 85 kr. (110 kr í bókabúðunum) Hvalba 103 síður fyri 85 kr. (110 kr í bókabúð­ unum) Eisini ber til at fáa hesar bøkur, sum komu út í fjør: Fólkatalið fyri: Sumba, Víkabyrgi, Akrar og Lopra 96 síður fyri 75 kr. (100 kr í bókabúðunum) Vág 80 síður fyri 69 kr. (92 kr í bókabúðunum) Porkeri og Nes 71 síður fyri 60 kr. (80 kr í bóka­ búðunum) Hov og Fámjin 78 síður fyri 60 kr. (80 kr í bóka­ búðunum) Bøkurnar fáast við at ringja á telefon 315854, 373176 ella 223274 ella skriva til teldupostadressur: pouhan@post.olivant.fo ella torgir@kallnet.fo. Hølir til leigu Til handil ella skrivstovu er høli til leigu í Tróndar­ gøtu 32. Tlf. 313618 Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo acer Upploysn (1366x768) TEXT TV, RGB, S-Video, DVI, 2x SCART 2 stk. hátalarar á 10 Watt svart/silvur Gericom GTX 32" LCD HD TV Kr. 7.450,- www.sosialurin.fo