Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 5 tíðindi Sjáldsama gott lamb Slaktið er akkurát farið afturum bak og ymiskt er, hvussu skurðurin hevur roynst. Men á hvørjum ári er tað so, at serliga góðir seyðir stinga seg upp. Men tað munnu kortini verða fáir seyðir, ið kunnu máta seg við eitt lamb, sum eiðismenn drupu í heyst. Tað var eitt veðurlamb, sum vigaði ikki minni enn 64 (sekstifýra) pund. Lambið og ærin hava gingið í Eiðiskolli, sum annars plagdi at verða friðaður um summarið og brúktur til vetrarbit. Tí má sigast, at lambið hevur havt aller bestu umstøður. Men kortini má sigast at talan er um eitt hendingalamb og ongin, vit hava verið í sambandi við, veit frá nøkrum líknandi at siga - Ák i- Olivur í Leikalund Frá 3. november og mánaðin út hevur listamaðurin Olivur við Neyst listaframsýning í Leikalund í Klaksvík, haðani hann er ættaður. Á framsýningini eru vatnlit- og pastellmyndir eftir skitsum, sum listamaðurin hevur arbeitt við úti í náttúruni. Myndaevnini eru norðanfjørðs og úr Finnlandi, har Olivur var í 2001. Ferniseringin verður fríggjakvøldið kl. 19, og tí hevur Leikalund opið til kl. 23 hetta kvøldið. Semingsroyndin millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið steðgaði eftir samráðingar í 84 tímar SAMRÁÐINGAR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fyri 13 mánaðum síðani gekk sáttmálin hjá pedagogunum út, og ein nýggjur sáttmáli skal gerast. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, og í gjár endaði enn ein semingsroynd millum Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Føroya Pedagogfelag hinumegin uttan úrslit. Í tíðindaskrivi sigur Før­ oya Pedagogfelag, at høv­ uðsorsøkirnar til, at sam­ ráðingarnar eru steðg­aðar eru, at í hesum sátt­málaskeiðinum varð dag­stovnalógin broytt soleiðis, at børn við serligum tørvi skulu hava pláss á dag­ stovnum á jøvnum føti við onnur børn. Hesi børn hava frammanundan havt hvør sín stuðul. Føroya Pedagogfelag heldur seg kunna ávísa, at henda broyting setir munandi økt krøv og økta ábyrgd til starvsfólk á stovnunum, og at hesi eiga tí heilt natúrliga sømdir samsvarandi øktu ábyrgd og krøvunum. Men hesum er semja altso ikki um. Tænastumenn ella ikki Í tíðindaskrivi, sum Fíggjar­ málaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava latið sent út verður stað­ fest, at tað einasta sum skil­ir partarnar í løtuni, er spurningurin um í fram­ tíðini at seta pedagogar í tænastumannastørv. Sum er, eru allir pedagogar innan serstovnaøkið, settir sum tænastumenn, men Fíggjarmálaráðið vil avtaka tæn­astumannastørvini. Fíggjar­m­álaráðið sigur í sín­um tíðindaskrivi um orsøkirnar til sam­ráð­ing­ar­ slitið, at spurn­ing­urin um tænastu­manna­settar peda­ gogar er als ikki so týðandi, sum Pedagogfelagið roynir at gera hann til. – Vanliga fatanin er, at tæn­astumannaskipanin er stirvin, kostnaðarmikil og ótíðarhóskandi. Á flestu økjum hjá tí almenna verð­ ur tí farið burtur frá at seta tænastumenn í starv, og tað hevur sínar av­gjørdu fyrimunir, millum annað størri smidligheit í starvssetanum, vísir Fíggj­armálaráðið á í tíðinda­skrivi. Hetta er eisini megin­or­ søkin til, at Kommunala Ar­beiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið síggja tað sum eina náttúrliga gongd, at frameftir skulu ikki fleiri tænastumannastørv mann­ ast á sáttmálaøkinum hjá pedagogum. Verandi tæn­­ astumannasettu peda­g­o­g­a­r varðveita tó síni sátt­mála­ viðurskifti sum higar­til. Pedagogfelagið vísir á, at tað ikki ber til at avtaka tænastumannastørvini í óðum verki, sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum, men teir mæla heldur til, at tað verður settur ein ar­beiðsbólkur at útgreina hvussu hetta kann gerast, og hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri starvsfólk, búfólk og stovnar. 3-ára sáttmáli Føroya Pedagogfelag er heldur ikki samt við Fíggjar­ málaráðið og Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið um, at tað bara er spurningurin um tænastumannastørvini, sum er knútapunktið í hesum máli. – Uppundir sjálva sem­ ings­royndini kom fram krav um 3-ára sáttmála. Hetta hevur als ikki verið upp á tal frammanundan, og kann Pedagogfelagið tí ikki góðtaka tað. At leggja mál, sum als ikki hava verið umrødd áður, fram undir sjálvari semingsroyndini, er alt annað enn góður semingssiður. – Skiftandi og í mong­um førum ógreiðu útmeld­ing­ar­ nar frá FMR og KAF hava ikki gjørt samráðingarnar lættari, men heldur gruggað tær so mikið til, at partarnir nú fóru hvør til sín, er sein­ asta staðfestingin í tíðinda­ skrivinum frá Føroya Peda­ gogfelag. Í sínum tíðindaskrivi slær Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­gev­ ara­felagið fast, at tað er Pedagogfelagið, sum hevur valt at slíta samráðingarnar, men teir leggja stóran dent á, at einki verkbann var lýst, tá tíðindaskrivið var sent út, og tí var eingin pedagogur sendur til hús orsakað av samráðingarslitinum í gjár. Orsøkirnar til samráðingarslitið Soleiðis sá tað út tíðliga í septembermánaði, tá Jarvin F. Hansen og hinir pedagogarnir løgdu samráðingarnar niður og fóru í 24 tíma verkfall Mynd: Jens Kr. Vang Einki nýtt av fundinum Føroya Pedagogfelag hevði kalla álitisfólk felagsins á fund á Hotel Føroyum kl. 10 í morgun. Fundurin var seinkaður og gjørdist eisini longri enn væntað. Áðrenn evstamark okkara var tí ikki greitt, um talan verður um verkfall ella ikki. Seinnapartin hevur Pedagogfelagið boðið hinum fakfeløgunum, ið hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið til fundar.