týsdagur 31. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 210 - 31. oktober 2006
tíðindi
Globalisering í uttanlandshandli
Hóast globaliseringin
dagliga er á bredda
num, vísa tøl frá
Hagstovuni, at vit
snøgt sagt innflyta
vørurnar úr somu
londum, sum vit
gjørdu fyri 10 árum
síðan. Lítil broyting
er í úrvalinum av
samhandilslondum -
bæði í innflutningi og
útflutningi.
Samfelag
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sambært Hagstovuni, høv
du tey væntað at sæð glo
baliseringina aftur í hand
ilssamskiftinum landanna
millum, av tí, at tað skal
vera lættari at fáa atgongd
til marknaðirnar hvør hjá
øðrum. Ein brúkari í Dan
mark skuldi havt betri
atgongd til ta vøruna við
akkurát tí góðsku og tí
prísi hann ynskir sær, uttan
mun til í hvørjum landi
vøran finst.
Men vøruhandilin tykist
ikki vera so ógvuliga nógv
broyttur – hjá okkum í
hvussu er – hóast onkur
áhugaverd rák eru at hóma.
Føroyar hava, í mun til
nógv onnur lond, sera
umfatandi vøruhandil við
umheimin. Ikki so løgið
kanska, tí landið er so lítið.
Men tey lond, vit hava
handilsviðskifti við, tykjast
vera tey somu, sum vit
hava samskift við í nógv
ár.
Í 1995 innfluttu vit 72
prosent av øllum vørum úr
fimm grannalondum, mett
í innflutningsvirði uttan
skip. Tíggju ár seinni, í
2005, innfluttu vit 71 pro
sent frá somu fimm lond
um.
Hetta bendir ikki á, at vit
hava gjørt okkum dælt av
einum frælsari handils
heimi, tí tá høvdu vit vænt
að at leitað varð til nýggjar
marknaðir.
Onkur tekin eru kortini
um, at broytingar hava ver
ið í handlinum hesi seinastu
10 árini, men broytingin
vikar ikki ta sannroynd, at
vit framvegis innflyta meg
inpartin av vørunum úr
somu fimm londunum.
Eitt nú er innflutningurin
úr so fjarum londum sum
Teivan, Kina, Argentina,
Suðurkorea og Turkalandi
vaxin eitt sindur, hóast
talan ikki er um so stóran
vøxtur í krónum og oyrum.
Innflutningurin úr europe
iskum grannalondum sum
Bretlandi, Danmark og
Niðurlondum er haraftur
ímóti lutfalsliga minni, enn
hann var fyri 10 árum
síðan.
At farmaleiðirnar hjá
einum so lítlum oyggja
samfelag hava týdning, er
lítil ivi um. At siglingin
upp á Bretland helt uppat,
hevur sjálvsagt ávirkan á
handilin.
Men
hendan
uppgerðin tekur støði í
upprunan á vøruni - ikki
hvaðani hon verður flutt -
og tí skuldi farmaleiðin
havt eitt sindur minni týdn
ing.
Vit keypa ikki bara vørur
úr somu londum sum fyri
tíggju árum síðani. Tølini
vísa eisini, at vit í 2005
seldu 82 prosent av útflutn
ingsvirðinum til somu átta
lond, sum vit seldu 86
prosent av útflutninginum
til í 1995. Skip eru ikki
íroknað.
At vit selja somu londum
fiskin sum fyri tíggju árum
síðan, er kanska ikki so
løgið, tí vøruúrvalið er
rættuliga einstáttað. Inn
flutningurin er harímóti
meira fjøltáttaður í vøru
úrvali, góðsku og prísi. Av
tí orsøk høvdu vit væntað,
at meira umfatandi broyt
ingar vóru í skaranum av
londum, sum vit keypa
vørurnar frá.
1995
2005
Danmørk
607
1.195
Noreg
278
768
Bretland
142
211
Týskland
139
297
Svøríki
102
239
Samanlagt 5 lond
1.268
2.709
Í prosentum
71,30%
72,20%
Allur vøruhandil uttan skip
1.778
3.754
Innflutningur 1995 og 2005, landaskiftur í miljónum
Útflutningur 1995 og 2005, landaskiftur í miljónum
1995
2005
Bretland
520
1.012
Danmark
448
516
Týskland
196
183
Frakland
168
295
Italia
102
99
Noreg
99
207
Spania
98
349
Japan
77
126
Samanlagt 5 lond
1.707
2.787
Í prosentum
86%
82%
Allur vøruhandil uttan skip
1.992
3.391
Koppseting móti krabbameini nærkast
Læknar í Danmark
kunnu nú bjóða
gentum og kvinnum í
aldrinum 9 til 26 ár at
verða koppsettar móti
lívmóðurhálskrabba,
um tær sjálvar gjalda
fyri koppingarevnið.
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Týsdagurin var ein søgu
ligur dagur í Danmark, tí
henda dagin kom eitt nýtt
slóðbrótandi
koppingar
evni á danska marknaðin.
Eitt koppingarevni, sum
kann
bjarga
nógvum
mannalívum og sum kann
fyribyrgja umleið 70 pro
sentum av tilburðunum av
krabbameini í lívmóður
hálsinum. Læknar í Dan
mark kunnu nú bjóða gent
um og kvinnum í aldrinum
9 til 26 ár at verða koppsett
móti lívmóðurhálskrabba,
um tær sjálvar gjalda fyri
koppingarevnið.
Eisini í Føroyum
Stendur tað til landslæknan
í Føroyum og Føroya Felag
móti Krabbameini verður
hetta tilboðið eisini í
Føroyum. Høgni Debes
Joensen, landslækni, hevur
sagt, at hann fer at mæla
til, at ein koppsetingarskrá,
ið eisini fevnir um lív
móðurhalskrabba, verður
sett í gildi í Føroyum, helst
samstundis sum í Dan
mark.
Jansy Gaardlykke, ráð
gevandi sjúkrarøktarfrøð
ingur hjá Føroya Felag móti
Krabbameini, fegnast um
útlitini til, at farið verður
undir at koppseta móti
lívmóðurhálskrabba.
– Føroya Felag móti
Krabbameini er í prinsippi
num fyri øllum, sum kann
vera við til at fyribyrgja
krabbamein. Tí heilsar fel
agið einum slíkum tiltaki
vælkomið. Hetta er eitt
gjøgnumbrot í krabba
meinssøguni, sigur hon.
Rakar 18 kvinnur
árliga
Krabbamein í lívmóður
hálsinum rakar á hvørjum
ári 18 kvinnur í Føroyum, í
Danmark er talið 400
kvinnur. Vit vita, at helm
ingurin av kvinnunum
doyggja. Koppingarevnið
verjir móti einum krabba
elvandi virusi, sum smittar
við kynsligum sambandi.
Orsøkin er ígerð av Human
Papilloma Virus ella HPV.
Nýggja koppsetingin fyri
byrgir, at gentan ella kvinn
an fær tvey sløg av HPV
(16 og 18). Tað vil siga, at
taka gentur og kvinnur av
tilboðnum áðrenn tær eru
kynsliga búnar, kunnu vit
sleppa undan 70 prosent av
tilburðunum.
Danska
heilsumálaráðið viðger nú,
at um henda koppsetingin
skal
verða
partur
av
koppsetingartilboðnum,
sum flestu børn taka av.
Verður hon tað, fáa allar
gentur í aldrinum 11 til 12
ár ókeypis hesa koppset
ingina. Til tá skal hvør
einstøk gjalda sjálv – hon
kostar 1155,50 kr. hvørja
ferð og genturnar skulu
koppsetast tríggjar ferðir.
Liðug við makrelin
Tey fýra nótaskipini í Gøru eru nú liðug at fiska makrelkvotuna. Saksaberg var
liðugur fyri einari viku síðani, og Finnur Fríði og Jupiter vóru lidnir í síðstu viku.
Tróndur í Gøtu var í gjár í Noregi og landaði tey seinastu 240 tonsini. Ta fyrstu
tíðina fingu skipini góðar seks krónur fyri makrelin, men í seinastuni hevur
prísurin ligið um níggju krónur. Finnur Fríði og Jupiter eru nú á sild norðanfyri, og
Saksaberg er í Norðsjónum.
Norðurlond fyrimynd
Í mong ár hava onnur lond hugt við langtandi eygum at teirri norðurlendsku
vælferðarskipanini, og nú eru tað fransmenn, sum venda eygunum hendanvegin.
Á einari ráðstevnu í Svøríki í síðstu viku kom fram, at franskir politikarar hava
verið í Svøríki og øðrum Norðurlondum og kannað vælferðarskipanina við tí fyri
eyga at brúka hana sum fyrimynd. Sum skilst kunnu fransmenn brúka fleiri
partar av skipanini.