týsdagur 31. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
7
tíðindi
- Eg hevði væntað, at
kvotan av svartkjafti
fór at lækka og eg
vænti, at hon fer at
lækka enn meiri, sigur
Atli Hansen, reiðari
Svartkjaftur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kemur ikki óvart á tey,
sum arbeiða í svartkjafta
vinnuni, at kvotan á svart
kjafti minkar.
Atli Hansen, reiðari, sigur,
at hann hevði væntað eina
lækking.
– Støðan er bara tann,
at nú er svartkjaftakvotan
lækka nógv meiri, enn lond
ini upprunaliga vóru samd
um.
Heildarkvotan hevur verið
tvær milliónir tons og lond
ini samdust um at lækka
hana 100.000 tons um árið.
Næsta ár lækkar hon so
300.000 tons, niður á 1,7
milliónir tons og tað er meiri
enn avtalað.
– Men hetta er tað, sum vit
mugu læra okkum at liva við
og eg ivist ikki í, at kvotan
fer at lækka enn meiri, sigur
Atli Hansen.
Ices mælir til, at vit ikki
fiska meiri enn 900.000 tons
næsta ár.
Føroyska kvotan
minkar 80.000 tons
Eftir nýggju avtaluni verður
føroyska svartkjaftakvotan
444.125 tons og tað eru
80.000 tons minni enn hon
er nú, sigur reiðarin í Gøtu.
Og tað er púra greitt, at
hetta kemur at merkjast so
ella so.
– Eitt er, at tað verður
minni at fiska. Men tað verð
ur eisini minni at handla við
og lata av afturfyri kvotur í
fremmandum sjógvi.
Svartkjaftakvotan hevur
verið nógv brúkt sum gjald
oyra fyri kvotur í russiskum
sjógvi, men teir møguleik
arnir verða kanska skerdir
nú
Tað kann raka føroysku
kvoturnar av botnfiski í
Barentshavinum.
Men Atli Hansen heldur,
at tað fer at fáa uppaftur
størri ávirkan, vísir tað seg at
halda, sum vit hava varnast
hesa seinastu tíðina – at
svartkjafturin hevur tikið sítt
gamla mynstur uppaftur
– Tað gamla plagdi vera
at svartkjafturin var at fáa
frá fyrst í árinum til mai
mánað út. Men í nøkur ár
hevur svartkjaftur verið at
fáa alt árið.
– Men fyri tveimum árum
síðani vóru tekin um, at
svartkjafturin var farin at
taka gamla mynstrið upp
aftur. Ì fjør var tað enn týð
iligari og í ár hevur tað slig
ið heilt ígjøgnum, tí seinna
hálvar er svartkaftur ikki
dripin.
– Sostatt sær út til, at
svartkjafturin aftur er farin
at líkjast sær sjálvum
Atli Hansen metir, at hetta
er tekin um, at svartkjafturin
aftur er farin at minka.
– Tað sær út til, at vit hava
havt ein ella tveir góðar
árgangir í fiskiskapinum,
men nú eru teir farnir at
ganga undan. Samstundis
er metingin, at árgangirnir,
sum nú er á veg í fiskiskapin
eru meiri vánaligir.
Hann sigur, at í ár er
føroyska kvotan 525.000
tons. Men tá ið vit hava
handlað aftur og fram við
kvotum, eru 338.000 eftir,
sum føroysk skip kunnu
fiska. Ein leyðslig meting
sigur, at føroysk skip hava
fiskað eini 300.000 tons í ár,
so tað er á einari leið.
Hetta, og so tað, at kvotur
nar minka, verður helst ein
veruleiki, sum vit noyðast
at laga okkum til, heldur
reiðarin í Gøtu.
Hesum mugu vit læra okkum at liva við
À fundi í Føroyum fríggjadagin samdust strandarlondini
Føroyar, ES, Ísland og Noreg um at skerja heildarkvotuna
eftir 300.000 tons næsta ár, út 2 milliónum tonsum í 2006
niður í 1,7 millión tons í 2007.
Næsta ár verður føroyska kvotan sostatt 444.125 tons og
tað eru 80.000 tons minni enn í ár.
Í fjør gjørdu strandarlondini fleirára avtalu um
svartkjaftastovnin og eftir henni skuldi heildarkvotan
minkast minst 100.000 tons um árið frá 2007.
Seinastu vísindaligu metingarnar benda tó á, at sal
fiskiskapurin verða burðardyggur, er neyðugt við enn størri
skerjingum.
Tí varð semja um at skerja kvotuna 300.000 tons og tað
er eitt stig á leiðini at tryggja ein langtíðar burðardyggan
fiskiskap, samstundis sum vinnan fær umstøður at tillaga
seg.
Í sambandi við 100 ára
føðingardagin hjá Før
oya Banka og 120 ára
føðingardagin hjá Lands
banka Íslands býta bankarnir
um málningalist komandi
mánaðin
Vinarlagið millum Føroya
Banka og Landsbanka Íslands
hevur verið gott í mong ár,
og nú føðingardagarnir verða
hildnir, fingu bankarnir
so tað hugskot at býta um
málningar.
Báðir bankarnir eiga
nógva virðismikla máln
ingalist. Føroya Banki eigur
serstakliga nógvar málningar
eftir Mikines, Ingálv av Reyni
og Zacharias Heinesen, og
tað eru málningar hjá hesum
trimum, sum nú verða
sýndir fram hjá Landsbanka
Íslands.
Á høvuðsskrivstovuni hjá
Føroya Banka í Húsagøtu
í Havn verða afturfyri
sýndir fram málningar hjá
trimum íslendingum, Eggert
Pétursson, Jóhannes Kjarval
og Kristján Davíðsson.
Innboðin fernisering var í
Føroya Banka leygardagin,
har stjórarnir í Føroya Banka
og Landsbanka Íslands hildu
røður.
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Banka, segði millum
annað:
„Hugskotið at býta um
list í nakrar vikur er sprottið
úr einum sterkum vinarlagi
millum Landsbanka Íslands
og Føroya Banka. Nú
hátíðardámurin hjá bankunum
báðum er í hæddini, halda
vit hesa listaumbýting geva
hátíðarhaldunum
røttu
litirnar. Vit heilsa íslendingum
vælkomnum
at
síggja
føroyska list í Landsbanka
Íslands, eins og vit bjóða
føroyingum vælkomnum at
síggja íslendska list í Føroya
Banka.“
Almenningurin fær høvi
at síggja framsýningina í
Føroya Banka í november.
Nærri verður lýst um hetta.
Føroya Banki og Landsbanki Íslands býta um list
– Svartkjaftakvotan minkart skjótari, enn vit hava avtalað, men hetta mugu vit læra okkum at liva við og vit skulu eisini fyrireika
okkum upp á, at hon fer at minka enn meiri, sigur Atli Hansen, reiðari
Kvotan minkar 300.000 tons