Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 210 - 31. oktober 2006 tíðindi Pervers. Ónaturlig. Syndarar. Hótta framtíðina í Føroyum. Tað eru ikki hissini lýsingarorð, sum tey samkyndu í Føroyum mugu leggja rygg til frá okkara løgtings­ limum. Tað vísir ein kanning um støðuna hjá samkyndum í Føroyum, sum Elin Mortensen hevur gjørt á lærda háskúla­ num í Lund. Samkynd Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Er tað at vera samkyndur og at vera føroyingur ein óheppin samanrenning? Hetta er heitið á eini upp­ gávu, sum Elin Mortensen hevur gjørt á lærda há­ skúlanum í Lund. Elin Mortensen, sum lesur sam­ felagsfrøði, hevur kannað hvørja mynd føroysku løgtingslimirnir hava av samkyndum. Við útgangsstøði í kjaki­ num í løgtinginum um at víðka revsilógina til eisini at verja samkynd fyri ein­ um ári síðan, er niðurstøð­ an í uppgávuni, at ein stór­ ur partur av føroyskum politikarum hava eina ómeta­­liga negativa, kon­ servativa, fordómafulla og einoygda mynd av sam­ kyndum. Uppgávan stað­ festir, at tey samkyndu verða mett sum ein risa hóttan móti føroyska sam­ felagnum. Løgtingslimirnir bera ótta fyri at fáa tey sam­ kyndu innivist í revsilógini, og fara tey at máa grund­ arlagið undan føroyska samfelagnum. Tey føroysku virðini, hjúnarbandið, tað kristna grundarlagið og uppalingin av børnunum verður kastað fyri borð, skrivar Elin Mortensen í niðurstøðu síni. Ruðuleiki Uppgávan hjá Elini er fyrst og fremst bygd á grund­ gevingarnar hjá teimum løgtingslimum, sum at­ kvøddu ímóti uppskotinum um at víðka revsilógina fyri einum ári síðan. Flestu grundgevingarnar eru, at føroyska samfelagið rætt og slætt fer til grundar, um tey samkyndu verða vard móti mismuni. Løgtings­ limir halda seg heldur ikki aftur við at mála ræðu­ myndir. Eitt afturvendandi fyri­ brigdi í kjakinum er, at samkynd og heteroseksuell verða sett upp til at vera tveir mótpolar. Ja, næstan sum tveir partar sum stríð­ ast. Heteroseksuali­tet­ur verður lýstur av løgtings­ limum at vera natúrligur og grundarlagið fyri pro­ kreatión, og samstundis karmurin fyri tí kristna hjúnarbandinum, sum tað er ásett í Halgubók. Homo­ seksualitetur er hinvegin perversur og ónaturligur. – Teir veruligu arki­ tektarnir aftan fyri hetta hava eina ætlan, har eitt av høvuðsendamálunum er at fáa bláa stemplið frá sam­ felagnum um, at tað ónor­ mala og perversa er heilt í fínasta lagi. Tað er tað hetta gongur út uppá, segði Egin Henriksen, varalimur Miðfloksins undir við­gerð­ ini av lógarupp­skoti­num. Royndi politikarin úr Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, hevði heldur ikki nógv at bera teimum samkyndu. Hann verður endurgivin fyri at siga, at at tað er ein fýratrinsrakkett um tey samkyndu verða vard í revsilógini. Úrslitið verður eitt sirkus av samkyndum prestum og ættleiðing, sum endar í einum ruðuleika við sund­ urlesing og børnum, sum veksa upp sum hvørkikyn. Fyrrverandi fíggjar­mála­ ráðharrin Karsten Hansen ber ótta fyri, at Føroyar enda sum Sodoma og Go­ morra. – Tað stendur um Sodo­ ma, at tað var allur býurin […] sum var blivin sam­ kyndur, og tað er millum annað tað, sum skriftin vísir á. Vit kunnu gita, at støðan var øðrvísi, tí tað virkar eitt sindur ógvusligt, tá tú lesur tað. Men eg fari ikki at seta meg sum dómara og siga við eini lóg, at har gjørdi Gud eitt mistak. Tað geri eg also ikki, segði tjóðveldis­ting­ limurin undir umrøðuni. Alfred Olsen ber eisini stórliga ótta fyri avleið­ing­ unum. – Vit eru ein kristin tjóð, vit hava bygt okkara land og fólk á tí kristnu læruna, sum hevur borið okkum uppi og givið okkum so nógv gott – eisini, at vit hava varðveitt okkara hjúnarband millum mann og kvinnu. Tá tey liva saman fáa tey børn saman í tryggum og góðum við­ur­ skiftum, og tað vil eg varðveita. Eg vil tí mæla til at løgtingið atkvøður ímóti hesum uppskotinum, vóru orðini hjá næstformanni­ num í Sambandsflokkinum undir viðgerðini. Hevja seg Elin Mortensen vísir eisini á, at teir løgtingslimir, sum stríðast ímóti víðkanini av revsilógini, royna at styrkja sína egnu støðu við at hevja seg sjálvi upp um hini. Hetta verður gjørt við at seta niður á tey, sum stuðla teimum samkyndu. Tað trýtur heldur ikki við føgrum lýsingarorðum um føroyska samfelagið og hvussu væl øll hava tað. Hetta er ein ætlan at varðveita galdandi støðu, heldur Elin Mortensen. – Eg havi altíð verið av teirri áskoðan, at føroying­ ar vóru eitt mentað fólk. Eg vil tí frábiða mær, at vit fáa Sitat »Fyri at fáa eitt vanligt lív flutti eg úr Føroyum. Føroyar eru ikki eitt stað fyri samkynd, og tí er mítt ráð til øll samkynd: Flytið úr Føroyum!« Fróði Holm Knudsen, Formaðurin í Friðarboðanum, Sosialurin 14. desember 2005 – Um ein barnagarður ella ein skúli hevur ein samkyndan ella pedofilan pedagog til at taka sær av børnunum, so verða børnini útsett fyri rangari ávirkan heldur enn einum sunnum og skilagóðum vitnisburði frá Gudi um, at tað seksuella hoyrir heima í hjúnarbandi millum mann og kvinnu Mogens Thilsted Christensen, Hvalvíksprestur, Dimmalætting 23. desember 2005 – Teir veruligu arkitektarnir aftanfyri hetta hava eina ætlan, har eitt av høvuðsendamálunum er at fáa bláa stemplið frá samfelagnum um, at tað ónormala og perversa er heilt í fínasta lagi. Tað er tað hetta gongur út uppá. Egin Henriksen, varalimur Miðfloksins undir løgtingsumrøðuni – Vit eru ein kristin tjóð, og tí taka vit okkum væl av hvørjum øðrum. Tað er grundarlagið, og tí hava vit ikki tørv á lóggávu fyri at verja tey samkyndu móti mismuni. Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, Sosialurin 18.november 2005. – Eg havi einki ímóti hesum fólkunum, men eg havi nakað ímóti teirri synd tey draga inn okkara land Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, Dimmalætting 24. august 2005 – Bara 4-5 av teimum samkyndu eru aktiv og militant. Tú hjálpir teimum ikki við at lurta eftir teimum militantu. Umleið 80-95 % ynskja at gerast frígjørd. Í teimum londum, har tú hjálpir teimum, eru tey glað at blíva frelst frá tí. Jenis av Rana, Miðflokkurin, Sosialurin 18.november 2005. »[…]Bíblian er greið á hesum økinum[…]Eg havi einki val. Eg kann ikki atkvøða fyri hesum. Tað er ikki tí at eg ikki eri góð við hesi fólkini, tí tað eri eg, men tað skrivaða orð sum tvingar meg« Karsten Hansen, Tjóðveldisflokkurin, undir løgtingsumrøðuni. – Tey komu á banan í august mánaði, og tá hildu tey seg ikki aftur við at siga sína hugsan, og tað hava tey eisini rætt til. Tað mást tú bara góðtaka, men hartil at hjálpa teimum við eini lóg, tað verður ikki við mínari hjálp. Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, undir løgtingsumrøðuni. – Hygg bara eftir støðuni í okkara grannatjóðum Tað er ikki altíð rætt at fylgja øðrum. Tað modern­ aða menniskja vil altíð hava tað, onnur hava. Vit mugu vera á varðhaldi sum samfelag, og ansa eftir, hvørji virðir vit byggja okkara samfelag upp á. Egin Henriksen, Miðflokkurin, undir løgtingsumrøðuni. – Tað er ikki eitt natúrligt lív, at kvinna livir við kvinnu og maður við manni. Hetta er ein roynd at gera tað ónaturliga natúrligt. Heðin Zacharisen, Fólkaflokkurin, Sosialurin 18. november 2005 – Tað stívna, tann fruktleysa samveran millum tvey fólk, er ein avnoktan av upprunaligu kristnu familjuni. Tað er ein avnoktan av hjúnarbandinum, sum ramma fyri “prokreation”, fyri at seta børn í heimin. So lat markið vera her. Óli Breckmann, Fólkaflokkurin, undir løgtingskjakinum Tingfólk vanvirða sam