týsdagur 31. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
9
tíðindi
danskar lógir til at avgera,
hvussu vit skulu uppføra
okkum yvir okkara med
menniskjum. Tað kunnu
mentað fólk sjálvi finna út
av, segði Egin Henriksen
undir viðgerðini.
Varalimur Miðfloksins
vísir eisini á, at í Føroyum
skulu onnur virði ráða enn
tey í okkara grannalondum.
Millum linjurnar ber til at
lesa, at støðan er hættislig í
okkara grannalondum, tí
tey hava valt at verja tey
samkyndu.
– Hygg bara eftir støðuni
í okkara grannatjóðum.
Tað er ikki altíð rætt at
fylgja øðrum. Tað mod
ernaða menniskja vil altíð
hava tað, onnur hava. Vit
mugu vera á varðhaldi sum
samfelag, og ansa eftir,
hvørji virðir vit byggja
okkara samfelag upp á.
Hóast tey samkyndu
javnan hava víst á, at tey
verða happað, so vísa løg
tingslimir hesum uppáhal
di aftur. Hetta verður gjørt
við at lýsa Føroyar sum eitt
stað, har eingin er fyri
mismuni.
– Vit eru ein kristin tjóð,
og tí taka vit okkum væl av
hvørjum øðrum. Tað er
grundarlagið, og tí hava vit
ikki tørv á lóggávu fyri at
verja tey samkyndu móti
mismuni, segði Alfred
Olsen.
Tað verður eisini lagt
nógv fyri at vísa aftur, at
løgtingslimir hava nakað
ímóti teimum samkyndu.
Hetta er sambært Elini
eisini ein háttur at hevja
seg sjálvi upp um hini.
– Eg havi einki ímóti
hesum fólkunum, men eg
havi nakað ímóti teirri
synd, ið tey draga inn í
okkara land, helt Gerhard
Lognberg fyri undir við
gerðini.
Jenis av Rana tekur synd
í teimum samkyndu og vil
hjálpa teimum.
– Bara 4-5 % av teimum
samkyndu eru aktiv og
militant. Tú hjálpir ikki
teimum við at lurta eftir
teimum militantu. Millum
80-95% ynskja at blíva
frígjørd. Í teimum londum,
har tú hjálpir teimum, eru
tey fegin at blíva frelst frá
tí, hevur Jenis av Rana sagt
í Sosialinum.
Eitt møti
Elin Mortensen heldur, at
stórur partur av kjakinum
ber brá av, at tú ert til eitt
kristiligt møti heldur enn
til eitt kjak í løgtinginum.
Kjakið vísir greitt, at
átrúnaður fyllir nógv hjá
øllum politikarum – eisini
teimum sum siga seg vera
fyri at víðka lógina. Átrún
aðurin er snøgt sagt í mið
deplinum, og eingin poli
tikari torir at standa uttan
fyri. Sum víst omanfyri, so
er tað serliga Bíblian og
tann kristna trúgvin, sum
er grundarlagið hjá teim
um, sum eru ímóti.
Hinvegin er rættiliga
áhugavert at leggja til
merkis, at teir sum tala fyri
at víðka revsilógina, ferð
eftir ferð mugu grundgeva
fyri, at teir eisini eru
trúgvandi, tí annars verða
teir alt fyri eitt ákærdir fyri
ikki vera trúgvandi.
Ein týdningarmikil orsøk
til hendan atburð frá teim
um, sum vilja geva teimum
samkyndu innivist í revsi
lógini er, at teir bera ótta
fyri, at føroyski veljarin
ikki fer at stuðla teimum,
um teir siga seg ikki vera
trúgvandi, skrivar Elin
Mortensen.
Grønland og Føroyar
Í norðanlondum er tað bara
Føroyar og Grønland sum
ikki verja samkynd móti
mismuni. Í komandi ári eru
tað 20 ár síðan Danmark
broytti revsilógina til eisini
at umfata samkynd. Upp
skotið um at víðka revsi
lógina hevur tvær reisur
verið fyri í løgtinginum.
Fyrstu ferð var í 1988, og
tá var bara ein atkvøða
fyri. 13. desember í fjør var
aftur roynt og tá atkvøddu
20 løgtingslimir ímóti og
12 vóru fyri. Eftir til
burðirnar seinasta mánaðin
hava Annita á Fríðriksmørk
og Finnur Helmsdal gjørt
av at royna enn einaferð.
mkynd
Elin Mortensen hevur gjørt
eina kanning av støðuni hjá
samkyndum í Føroyum.
Modellmynd
Tey samkyndu eru
bæði hørm og ill um
tónan í kjakinum.
Hinvegin fegnast tey
um, at evnið verður
umrøtt eftir at hava
verið fortrongt í nógv
ár. Tað stendur at
lesa í uppgávuni um
samkynd hjá Elini
Mortensen
Samkynd
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
– Eg gjørdist frá mær sjálv
um, tá tað gjørdist greitt, at
vit ikki fingu innivist í
revsilógini. Eg haldi politi
kararnir eru nøkur neyt.
Tað kemur valla óvart á
nakran, at tey samkyndu
gjørdust vónbrotin av, at
uppskotið hjá Finni Helms
dal og Annitu á Fríðriks
mørk ikki bleiv samtykt í
fjør. Í uppgávu síni hevur
Elin Mortensen eisini gjørt
samrøðu við fýra samkynd
úr Føroyum, og spurt tey,
hvat tey halda um kjakið í
Føroyum.
Tey siga seg bæði vera
vónbrotnan, men gleðast
eisini samstundis um kjakið.
Atfinningarnar
Tey fýra gjørdust bæði
hørm og óð um tónan í
kjakinum. Teir løgtings
limir, sum atkvøddu ímóti,
verða lýstir sum láturligir,
primitivir og óvitandi. Før
oya Løgting verður eisini
mett at vera eitt amatør
parlament, sum tey málbera
seg.
Víst verður á, at tað er
bara teir heilt konservativu
kristnu politikararnar í løg
tinginum og Miðflokki
num, sum tú veitst, hvar tú
hevur, tá kjakast verður um
støðuna hjá teimum sam
kyndu í Føroyum. Restin
eru nakrar hosur, sum ikki
tora at taka eina sjálstøðuga
støðu, men renna aftaná,
har veljararnir eru, halda tey.
Øll fýra taka Miðflokkin
burtur úr rúgvuni. Ilskast
verður um, at flokkurin
sigur tað er fyri teirra egna
besta, at uppskotið ikki
bleiv samtykt, tí innast inni
ynska tey at verða frígjørd
frá teirra homoseksualiteti,
sum Miðflokkurin málber
seg. Ein av persónunum,
sum samrøða er gjørd við,
sigur, at Miðflokkurin hev
ur bjóðað teimum samkyn
du at fara til Toronto fyri at
lekja tey frá teirra sjúku.
Tey smírast eisini eftir
flokkinum.
– Tað var onkur sum
segði, at varðveita vit ikki
virðingina fyri Gudi, so fer
Gud ikki longur at vælsig
na Føroyar og føroysku
fiskivinnuna. Við øðrum
orðum lata vit tey sam
kyndu hava tað gott í Før
oyum, so missa vit fiskin
av grunnunum [...] Also
hvussu langt út kann eitt
kjak fara, verður spurt.
Stuðul
Hóast tey kenna seg traðk
aðan á, so eru tey tey fýra
kortini fegin um kjakið.
Tey fegnast um, at fólk
verða noydd at taka støðu
til eitt mál, sum nærum
hevur verið forboðið at tosa
um í Føroyum. Tey halda,
at tað er lættari at liva sum
samkyndur í Føroyum í
dag enn fyri 10 árum, tí tá
tordi eingin at taka evnið
upp. Tey kenna seg eisini at
hava ein stóran stuðul í
Føroyum, og stuðulin gev
ur teimum eina vón um
eina bjartari framtíð fyri
samkynd í Føroyum.
Persónarnir, sum sam
røðurnar vórðu gjørdar við,
vóru millum 26 og 33 ár.
Talan var um tvær kvinnur
og tveir menn. Tvey teirra
búgva í Danmark, meðan
hini bæði búgva í Føroy
um.
Bæði fjálgari og kalt
at vera samkyndur