týsdagur 31. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 210 - 31. oktober 2006
Sjónvarpið hevur í seinastuni havt fleiri
áhugaverdar føroyskar sendingar á skránni,
nakað, ið vit hyggjarar fegnast um, nú tað
føroyska innihaldið tíverri oftani fyllur ov lítið í
mun til alt tað útlendska. Ymisk lív og Bygdarlív
eru sendingar, sum hava stóran hyggjaraskara, tí
hesar snúgva seg um mannalagnur og um tað ríka
lív, ið finst úti kring oyggjarnar. Gott í tykkum, tí
føroyskir miðlar eru í ov stóran mun Havnarmiðlar.
Her eiga vit øll at taka í egnan barm. Oftani fyllur
tað, ið fer fram í høvuðsstaðnum sera nógv. Tað
kann til tíðir kennast sum, at man hevur gloymt,
at tað finst ein verð uttan fyri Havnina. Men
umrøddu sendingar fløva og er ein táttur sum
Bygdarlív sera kærkomin.
Tað hendir seg eisini, at sjónvarpið setir á
skránna sending um aktuell evni, og tað hevur
leiðslan so valt at gera í kvøld. Evnið hesaferð
er oljan og Føroyar. Hugt verður aftur í tíðina, tá
oljutilgongdin fór av bakkastokki við avtaluni um
undirgrundina. Hetta var í 1991, tvs. fyri fimtan
árum síðani. Nógv er hent hesi ár og boraðir eru
fimm brunnar.
Tað kann tykjast rætt, at spurnartekin verður
sett við, um tað í heila takið finnast kolvetni
í her, tá teir fimm fyrstu brunnarnir eru meira
ella minni turrir. Hinvegin mugu vit eisini vera
realistisk og staðfesta, at soleiðis er oljuleiting
nú einaferð, serliga tá váðin er so stórur sum
í einum heilt nýggjum leitiøki. Meira enn 30
brunnar vóru boraðir í Norra og meira enn 70
vestan fyri Hetland, áðrenn lønandi fund vórðu
gjørd. Tú krevur at bora nógvar brunnar fyri bæði
jarðfrøðiliga og tøkniliga at búna og menna eitt
heilt nýtt øki sum okkara.
Longu nú hava vit fingið nógva vitan, sum
aftur kemur komandi boringum væl við. Og
tað, sum hendir hinumegin markið í løtuni, á
Rosebankleiðini, er avgjørt nakað, sum kann
gagna okkum. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum
Chevron hevði neyvan gjørt millardaíløgu í
boriskip og boripall til nettupp Atlantsmótið,
um tað ikki trúði uppá, at her eru møguleikar.
Hóast vit eru spent, so eiga vit eisini at kunna
sláa kalt vatn í blóðið. Og hesi bæði eiga eisini at
kunna ganga hond í hond. Annað er ikki at gera
enn at vísa tol og seta okkara álit á oljufeløgini
og myndugleikarnar, at hesi finna rætta stevið í
framtíðíni eisini.
Sosialurin
Áhugaverdar sendingar
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Íkast til kjakið um tey
samkyndu
Hoyrdi gudstænastuna í
Útvarpinum ídag, (29.10.30)
har evnið var Matheus
28.19-20: Farið út og gerið
øll fólkasløg til lærusveinar,
doypi teir til navn Faðirsins,
Sonarins og Heilaga Andans,
og læri teir at halda alt, ið Eg
havi boðið tykkum! Aftaná
var barnadópur, og mátti eg
sannað, at bæði danska fólk
akirkjan her í Føroyum og
fríkirkjurnar, eru samdar um
raðfylgjuna í hesum boðum:
trúgv, dópur og so læra. Eitt
annað er, at fólkakirkjan og
fríkirkjurnar ikki eru samdar
í mannagongdini, men tað
skal ikki viðgerast her.
Tá eg havi fylgt við í kjaki
num um tey samkyndu, dugi
eg ikki at síggja annað, enn
flestu teirra, sum hava skrivað
um evnið í bløðunum, hava
vent hesi raðfylgju við. Orð
Jesusar verða otað til viks,
og raðfylgjan broytt, so at nú
er læran tikin fram um bæði
frelsuna og dópin.
»Lært« verður úr bæði
Gamla og Nýggja Testamenti,
og víst verður á hesa stóru
synd, at verða samkynd/ur.
Nøkur hava fingurin á lofti,
meðan onnur ein knýttan
neva. Skrivingarhátturin hev
ur verið út av lagið ljótur,
og teimum sum skrivað hava
til lítlan sóma. Helst halda
tey seg tæna Gudi, men
eg spyrji bara, hvar er kær
leikin og eymjúkleikin? Er
hetta at hava Jesus sum fyri
mynd? Hvat hesi fólk halda
seg vinna, við at skelda ein
ávísan bólk av okkara lands
monnum og –kvinnum út
í bløðunum, listi meg at
frætt.
Tann, sum ikki er føddur av
nýggjum, skilir ikki læruna,
sum summi eru farin at
prædika fyri øllum, í staðin
fyri at prædika evangeliið.
Hendan skeiva mannagongd,
hevur einki annað við sær
enn øsing, og tað er júst tað
vit hava fingið av hesi kær
leiksleysu og bondsku øsing
arskriving.
Onkrir av hesum brævskriv
arum hava nevnt, at tað eru
ikki tey trúgvandi sum sita
á vertshúsum og spotta og
buka samkynd. Tað er helst
rætt, men tey trúgvandi, sum
við teirra hatursskriving,
hava skapt øsing, mugu tí
taka ein part av m. ø. tí háð
an og harðskapi, sum sam
kynd hava verið fyri. Tað
ber væl til at leggja eina
»bumbu«, og so fara heim
at sova, meðan »bumban«
brestur, og so tváa hendurnar
dagin eftir.
Bíblian umtalar homosex
uellitet sum synd. Vit synda
øll hvønn dag, so hví dyrka
júst hesa syndina fram um
aðrar? Um eg einki havi
stolið, so gevur tað mær
ikki rætt til at háða ella
buka ein tjóv, so hví summi
kenna seg kallað at háða,
buka ella skelda samkynd
út, skilji eg ikki, og heldur
ikki skilji eg, hvat tey vilja
vinna við slíkari framferð.
Vit eru øll syndarar og hava
brúk fyri evangeliinum, og
tað eru tey sum hava tikið
við trúnni, sum eiga at verða
doypt og lærd.
Vit kunnu spyrja, hví Gud
hevur skapt samkynd fólk.
Eg veit tað ikki, og er tað
bara ein av eini ørgrynnu av
andaligum spurningum, sum
vit menniskju ikki kunnu
svara. Men her hava nøkur
funnið eitt genialt »svar«,
og tað er, at tey samkyndu
hava valt at verða samkynd
og liva so. At uppfinna slíkt
svar uttan at hava prógv fyri
tí, men bara fyri at fáa nakað
at ganga upp, má verða eitt
slag av vantrúgv og tí sam
stundis ósannindir, tí her
tosar onkur móti betri vitan!
Spurningurin er og verður
helst ósvaraður, tí hesi eru
fødd samkynd. Og hava tí
sjálvi onga ávirkan á sína
kynsligu støðu.
Eg sá fyri stuttum eina
hjartagrípandi sending í SvF
um ein persón í Nýsælandi,
sum var fødd/ur sum bæði
maður og kvinna. Meg lysti
at frætt, um hesin persónur
sjálvur hevur valt at verða
fødd/ur so???!!!
Ein av bólkunum, sum eru
nevndir eru í paragraf 266b
eru m. a. trúgv og húðalitur.
Ført verður fram at slík
verða illa happað hvønn
tann einasta dag. Kanska er
tað so, men hesir bólkar hava
tann rætt, at teir altíð kunnu
fara til myndugleikarnar, tí
teir eru nevndir í paragraf
266b, sum so kunnu taka
sær av teirra máli. Henda
rætt hava tey samkyndu
ikki, takka veri ávísum pol
itikkarum. Um orsøkin er
tann, at teir á hendan hátt
vilja straffa tey samkyndu,
tí tey eru samkynd, veit eg
ikki, eg vóni tað ikki, men
um so er, hava teir misskilt
sína uppgávu.
Onkur hevur spurt meg,
hvat so við teimum pedofilu,
skulu tey eisini verða vard
av hesi paragraf? Sjálvandi
skulu tey tað, tí hon er fyri
øll, og ikki bara samkynd.
Ein pedofilur skal sjálvandi
eisini verjast móti háðan,
men av tí hann ger seg inn á
verjuleys børn, er málið eitt
løgreglumál.
Sjálvur kenni eg onkur
samkynd her á landi, sum
eru persónliga trúgvandi,
og veit um onnur, sum eg
ikki kenni persónliga, av
teimum eru nøkur flutt av
landinum. Hesi hava tað ikki
lætt í hesum døgum, og haldi
eg, at tit sum skriva hesi
bondsku og ljótu brøv um
samkynd í bløðunum, áttu at
skift til ein annan tóna.
Til tykkum politikarar,
sum ikki vilja taka kynsliga
orientering við í paragraf
266b, má eg bara siga og
tykkara grundgevingar eru
ikki sakligar og mangan
púra burturvið. Vónandi er
tykkara støða í hesum mál
ið ikki ein máti at vinna sær
atkvøður til næsta val. Málið
her hevur hvørki við trúgv
ella religión at gera, men ein
ans at verja ein bólk í samfel
agnum móti háðan.
Til tykkum, sum hava
fingurin ella nevan á lofti
móti hesum fólkum, hugsið
tykkum um, og leggið tykk
um/okkum eftir at hava
meira av Jesu sinnalagi og
læra av hansara kærleika og
eymjúkleika, og heldur seta
evangeliið í hásæti.
Farið tí út og gerið øll fólkasløg
til lærusveinar…
kv@post.olivant.fo
Kai
Vágfjall