Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 11 tíðindi Vit vilja hava, at Føroyar skulu vera eitt samfelag fyri øll - har ongi verða háð­að, spottað ella for­ fylgd - men har øll kunnu kenna seg trygg og vard móti ágangi. ­Kvi­nn­u­felag­asam­ski­p­ an Føroya heitir tí á øll ting­fólk um at atkvøða fyri ríkislógartilmæli um at broyta revsilógina so­leiðis, at háðan, happ­ ing og forfylging av fólki vegna kynsligan sam­leika verður revsað í Før­oyum. Vit heita tí á tingfólk um at atkvøða fyri, at§ 266b.: Den, der off­ent­ ligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds­ fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hud­farve, nationale eller etn­iske oprindelse, tro eller seks­ uelle orientering straffes med bøde, hæfte eller fængs­el indtil 2 år. verður gald­andi í Føroyum. Kvinnu­felag­asa­m­ski­p­ an Føroya Kongshavnar Kvinnufelag Tofta Kvinnufelag Kvinnufelagið í Havn Skála Kvinufelag - tí hetta er størsta tilfeingið, vit eiga í okkara samfelag, men broytingar eiga at fremjast Tá eg sat sum skúlastýrislimur her­fyri, kom tað rættiliga dátt við, at skúlin ikki hevði førk­ að seg stórvegis frá tíðini, tá eg sjálvur gekk har í seksti- og sjeytiárunum. Eg eri púra samdur við teim­um sum siga, at okkara skúli skal tillaga seg teimum krøv­um og fyriskipanum, sum samfelagið setur, og tí er sanniliga neyðugt, at tað allatíðina verður hildið lív í kjakinum, so okkara unga ætt­arlið hevur so góðan før­ leika sum gjørligt – at fara víðari út í samfelagið við. Samskifti og kunning Tá hugsað verður um broyt ing­ing­ina, frá gomlu fólk­a­ skúlalógini til ta nýggju, so er tað ongin ivi um, at ynski hevur verið, at tað skal verða eitt minni glopp ímillum heim og skúla. Við hesi broyt­ing hevur tað alstóran týdn­ing, at lagt verður upp til, at fáa foreldrini við í tað sum fyriferst á skúla­num, og harvið skulu vera við í arbeiðnum, sum skal fáa skúlan uppá tað støði, nú­­tíð­ in setur. Verður bólkaarbeiði og framløga und­irmett? Eg kann minnast frá míni lestr­ar­tíð á Trygg­ing­ar­há­ skúlanum ­í Keypmannahavn, seint í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, at tað varð ein heilt annar frá­lær­ u­hát­tur nýttur, sum eg má siga gav mær nógv størri før­leika at arbeiða innan trygg­ing­arøkið, tí ein lærdi ikki bara tað fakliga innan trygging og jura, men ein fekk eisini góðan førleika at arbeiða í bólki, og hetta at duga at leggja fram, sum jú hevur so alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum. Tí seti eg mær spurningin: Verð­ur tað gjørt ov lítið at fáa næmingin at arbeiði eft­ir hesum leisti, og er tað ver­ u­liga so, at vit ikki síggja týdn­ingin av, at tað hevur so alstóran týdning – júst hetta, at vit ikki eru einstaklingar bara, men at vit øll saman fáa tað betra úrslitið? Hví seta arbeiðsplássini í lýsingarnar eftir starvsfólki: Góð sam­ starvs­evni? Er tað ikki júst tí, at tað hevur so stóran týdn­ing, at tann einstaki dug­ir at arbeiða í bólki – ella hví er tað? Tí er tað eg seti mær sjálvum og ikki minst tykkum spurningin: Eiga vit ikki í størri mun at leggja frálæruna soleiðis til­rættis, at næmingurin fær henda førleikan at fara út í samfelagið við – hetta at kunna verða betri til at ar­beiða í bólki, og at duga betri at leggja síni sjónarmið fram? Tað hevur alstóran týdn­ing, at vit fáa eitt kjak um hesi viðurskiftini, tí skúl­in skal og má leggja seg eftir at liva upp til tey krøv, samfelagið setur. Vit eiga ØLL at føla ábyrgd! Ongin eigur ella skal føla, at hetta evnið ikki hevur nakað við seg at gera. Rætt er tað, at vit hava myndugleika á øk­i­num, sum skal taka røttu av­gerðirnar, men vit mugu øll hava eina meining um, hvussu okkara skúli skal síggja út, og hví møguligar broytingar eiga at fremjast. Eg havi stóra virðing fyri teimum sum vilja leggja rygg til – at leggja tað besta nið­ur í okkara børn, men vit skulu minnast til, at hesi arbeiða eftir tí leisti, sum er lagd­ur fyri dagin. Vónandi, kemur gongd á sakligt kjak, og at hetta kennist viðkomandi fyri okkum ØLL! Aftursvar til Leon Smith Leon Smith hevur í í Sosialinum og Dimm­a­ lætt­ing mikukvøldið eina at­finn­ing­ar­sama grein í­móti føroyskum fjølmiðlum “við Útvarpinum á odda” í samband við flogvanlukkuna í Noregi og tíðindaflutningin eftir hana. Grundleggjandi at­finn­ing­ in í greinini er, at fjøl­miðl­ ar­nir áhaldandi hava spurt um trygdina hjá Atlantic Air­ways. Sum fjølmiðil er tað okkara skylda at seta spurningar. Eisini kritiskar spurningar. Men skyldan um góðan fjøl­ miðl­a­sið er hildin og neyðug at­lit eru tikin. Í hvørjum ein­ asta føri, spurnartekin er sett við trygdina hjá Atlantic Airways, er málið kannað, og umboð fyri flogfelagið hava fingið høvi at svara aft­ur. Vit hava ikki “kritikkleyst” end­ur­givið norskar fjøl­miðl­ ar. Í einum føri endurgóvu vit norsk­an fjølmiðil fyri tíðindi um, at starvsfólk hjá Aker- Kværner settu spurnartekin við trygdina hjá føroyska flog­felagnum. Men í sama inn­slagið høvdu vit eisini við­merking frá stjóranum í At­lantic Airways til norsku at­finningarnar. Í greinini skrivar Leon Smith eisini um viðurskifti, sum ikki passa. Útvarpið umrøddi ong­an­ tíð málið, tá fráfarni flog­skip­ arin, Hans Hansen, skuldi havt flogið eitt flogfar hjá Atlantic Airways við ferð­a­ fólki til Føroya. Harafturat hava vit ong­an­ tíð brúkt orðið neyð­lend­ing, tá talan var um trygd­ar­lend­ ing. Tvørturímóti siga vit longu í fyrsta innslagnum um hendingina, at talan er ikki um eina neyðlending, men um eina trygdarlending. Og dagin eftir seinru trygda­r­ lend­ingina gera vit harafturat eitt innslag, har júst munurin mill­um trygdarlending og neyðlending verður grein­ að­ur. Heldur ikki settu vit trygd­ ar­lendingina, tá flapsini ikki virkaðu, í samband við van­ lukkuna í Stord. Eitt tað fyrsta, vit gjørdu tann morg­ unin tá vanlukkan hendi, var at kanna, um talan var um sama flogfar, sum stutt framm­anundan setti seg av trygdarávum. Tað var ikki sama flogfar og tað stað­ festu vit sama fyrrapart kl. 10.00. Tí er niðurstøðan, at einki páhald hjá Leoni Smith hev­ ur hald í veruleikanum. Mæli hon­um tí til at brúka sannar grundgevingar, næstu ferð hann finst at øðrum um ein kamb. Um eftirlit skrivar Le­on Smith annars, at “jour­n­a­lis­ t­ar okkara skulu vera glað­ir fyri, at ein altjóða eft­ir­lits­ mynd­ug­leiki ikki andar teir í nakkan alla tíðina”. Vit hava ikki nakað al­tjóða eftirlit, men vit hava tíbetur fingið lóg um fjølmiðlaábyrgd. Eftir henni ber til at kæra til fjøl­miðl­a­ nevndina um vánaligan fjøl­ miðlasið. Og tað kann Leon Smith gera, um hann heldur, at vit ikki hava hildið góðan fjølmiðlasið. Í Sosialinum og Dimm­a­lætt­ ing 23.10.06. hevur Eyð­ un Mohr Viderø eina við­ merk­ing til grein hjá mær í Sosialinum 09.10.06. og í Dimmalætting 11.10.06. um móðurmálið. Tað er altíð hugaligt, tá ið onkur tímir at lesa tað mann skrivar. Eg eri eisini so rør­ andi samdur við Eyðun, ið bæði er musikari, sangari og kvøðari, at føroyska móð­ur­ málið er yndisligur tón­leik­ ur, bæði í talu, skrift, sangi og kvøðing. Tað er tí vert at verja og menna, so­leið­is at móð­ur­mál­ið ikki rennur upp á slokk í ný­før­oysk­um esperanto-líki, fremm­an­d­a­ gjørt og uttan móðu­r­máls­ lig­an nærleika. Hinvegin er tjóð­skap­ar­ kensla / -stoltleiki í­bor­in øll­um menniskj­um, og er okkum øllum eitt ó­miss­andi mentalt og national­rom­a­nt­ iskt kjølfesti. Men viðhvørt eru tað nøkur fá sum taka patent upp á hesi hugtøk og gera tey til eitt mál í sær sjálvum. Tað faktuella verð­ ur bakatelliserað - við­hvørt enntá beinleiðis fals­i­fic­e­ rað við villleiðandi dreym­ a­myndum. Yvirdrivin tjóðskapar­ kensla / –stoltleiki er ikki til at spæla við, tí í skeivum hond­um kann tað fáa fatalar fylgj­ur. Eitt ikki ókent fyri­ brigdi í okkara heimliga Eu­ropa. E.S. Peningagrabbi úr danska statskassanum er móðurmálinum ó­við­ komandi, men heldur eitt Norðuratlants-bólka-par­a­ dox. Ynskiligt og kanska meiri relevant hevði verið um Eyðun hevði sagt sína hugsan um føroyska ABC – problematikkin ella um støð­ una hjá millumtjóða orðum í føroyska málinum! Haldi kjakið, um okkara skúlaskipan, á einum sakligum støði! fyrrverandi skúlastýrislimur Fríðálvur Jensen Ósakligar atfinningar um tíðindaflutningin eftir flogvanlukkuna Tíðindaleiðari í Útvarpinum Jóhann mortensen Eyðun Mohr Viderø og móðurmáls-inspiratión 2015 Regin Eikhólm Yvirlýsing frá Kvi­nnu­fel­aga­sam­ skip­an Føroya Føroyskir mynd­ ug­lei­k­ar eiga at taka undir við, at Føroyar gerast partur av Kyoto- avtaluni, sigur Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi: ­ ­Sam­ba­nd­sflokk­ur­in mæl­­ ir til, at Føroyar ger­ast part­ur av Kyoto-av­tal­uni um at minka útlátið av vaks­tr­arhúsgass­um. Tað er tíverri ein sann­roynd, at føroyingar á um­hvørv­is­ øki­num hava sera vánalig hagtøl at vísa á, og at vit teljast millum tey lond í heiminum, sum útleiða mest av koldioxidi í mun til fólkatalið. Hetta er sera álvarsamt. Ein orsøk til hesa støðu er, at vit eru ein fiski­vinn­ u­tjóð, og harvið noyðast at brúka nógva olju, fyri at fáa fatur á okkara nátt­ úruríkidømi­.­ Hetta hevur eisini verið brúkt sum ein undanførsla fyri ikki at taka undir við Kyoto- avtaluni. Men samstundis eru tað júst lond sum Før­ oyar, við tøttum til­knýti til náttúruna, ið hava størsta tørvin á, at nátt­úr­ an verður óspilt. Einki er at ivast í, at tað hev­ur alstóran týdning fyri okkara samfelag, at boðskapurin um at vit taka Kyoto-avtaluna í álvara, verður sendur um­heiminum. Kyoto-avtalan hevur sum mál at virka ímóti teirri heimsumfevnandi upp­hit­ing­ini, og málið er at minka útlátið av vakstr­ ar­hús­gassum við 5,2 pro­ sent­um samanborið við støðið í 1990 innan tíð- ar­skeiðið 2008 – 2012. Sambandsflokkurin: Eiga at staðfesta Kyoto-avtaluna - Einki er at ivast í, at tað hev­ur alstóran týdning fyri okkara samfelag, at boðskapurin um at vit taka Kyoto- avtaluna í álvara, verður sendur um­heiminum, sigur Sambandsflokkurin savnsmynd