týsdagur 31. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 210 - 31. oktober 2006
tíðindi
Summi siga, at tolsemi er
ikki tað sama sum tolsemi
móti ótolsemi. Hesum eri eg
samdur í. Nýggja tolsemi,
sum tað verður nýtt av
mongum forsprákarum (ikki
øllum) er ikki tolsamt móti
ótolsemi. Nei, tað er ótol
samt móti ótolsemi! Er slík
framferð ein sjálvsmótsøgn?
Hvør er so mest ótolsamur:
Ótolsami nr. 1, ið er ótol
samur móti ótolsama nr.
2, ella ótolsami nr. 2, ið er
ótolsamur móti ótolsama
nr. 1?
Omanfyristandandi yvir
skrift er fyri summi ein
sjálvsmótsøgn. Fyri onnur er
hon ikki ein sjálvsmótsøgn.
Afturvendandi kjakið í
Føroyum um t.d., hvørt hom
oseksuell skulu verða vard
av § 266b í revsilógini, ber
bert boð um eina nógv størri
uppgerð, ið snýr seg um at
gera kristindómin í breiðum
týdningi verðsligan.
Mangar røddir hava verið
frammi um, at vit eiga at vísa
størri tolsemi (toleransu)
í Føroyum. Seinast hevur
løgmaður heitt á okkum
føroyingar um at vera meiri
tolsamar. Beinleiðis orsøkin
var, at ein homoseksuellur
ungur maður sambært fjøl
miðlunum varð bukaður
vegna sína kynsligu støðu.
Tað man vera fáur føroyingur
(eg sjálvur íroknaður), ið
ikki kann taka fult undir við
løgmanni í mun til hesa og
líknandi hendingar.
At háða eitt annað menn
iskja munnliga ella við
harðskapi óansæð orsøk er
sjálvandi skeivt. Tað munnu
flestøll vera samd um.
Tá áheitanir eru frammi
um, at vit føroyingar eiga at
vísa størri tolsemi, snýr tað
seg tó ikki bert um gerðir av
omanfyrinevnda slagi, men
eisini í støðutakanini hjá
einstaklinginum til mangar
eymar spurningar, ið snúgva
seg um trúgv, siðsemi, moral
o.t.
Áheitanirnar eru ikki altíð
neutralar og leiðbeinandi,
men mangan harðligar og
bondskar. Boðskapurin, sum
eg upplivi hann, er til tíðir á
leið soleiðis:
• Ert tú ikki humanistur, ert
tú snævurskygdur
• Ert tú ikki relativistur, ert
tú fundamentalistur
•
Ert
tú
ikki
fyri
homoseksuellum levnaði, ert
tú ótolsamur og/ ella hevur
ongan næstrakærleika
• Ert tú ikki fyri fríari
fosturtøku, ert tú ímóti
kvinnufrígering o. s. fr.
• Tað er ikki smávegis
skoðsmál at fáa.
Í løtuni er tað nógv frammi
í almenna kjalinum, at tað
skal vera bannað at tosa
niðursetandi um ávísar sam
felagsbólkar. Samstundis
verður sjáldan so mikið
sum ein lítlifingur lyftur,
tá ið ein samfelagsbólkur,
sum eg meti meg hoyra
til, næstan dagliga í lesar
abrøvum, greinum, send
ingum og yvirskriftum
yvir ein kamb verður rópt
ur fundamentalistiskur,
hatursfullur, primitivur,
ómodernaður, primitivur,
trongskygdur, dogmatiskur,
fordømandi, afturhaldandi,
homofobiskur, nasistiskur,
fasistiskur, farligur, tali
banskur, miðaldrakendur o.
s. fr.
Sami samfelagsbólkur
verður í summum førum
yvir ein kamb enntá lagdur
undan at ganga inn fyri
heksajagstran, inkvisatión,
steining, terrorismu, burt
urtreinging av øllum ands
frælsi, o.s.fr.
Samstundis verða til tíðir
grovar og fordómsfullar gen
eraliseringar nýttar at lýsa
fólk, ið ditta sær at trúgva
á Gud og Bíbliuna, t.d. at
er ein ikki fyri broyting av
revsilógini § 266b, er ein
fyri happing, forfylging og
buking av homoseksuellum.
Og um ein er ímóti hom
oseksuellum levnaði, er
ein ímóti homoseksuellum
menniskjum. Hetta eru sera
skeivar og misvísandi nið
urstøður.
Spyrjast má eisini, um
hetta eru ákærur, ið søma
seg tolsomum fólki?
Mong kenna tað óivað
særandi og mannminkandi
næstan dagliga í fjølmiðl
unum at skula lesa um
og leggja oyra til eitt ella
fleiri av omanfyri nevndu
ókvæmisorðum og at verða
brennimerkt og bólkað yv-
ir ein kamb sum eitt slag
av ódjórum, tá einasta
“misgerðin” er, at tú ikki
játtar teg til humanistisku
og relativistisku trúnna við
teimum avleiðingum, tað
hevur fyri tínar egnu sann
føringar.
Hvat merkir tolsemi í
veruleikanum?
Fyri ikki so nógvum árum
síðani merkti tolsemi at bera
yvir við onkrum, ið einum
ikki dámdi so væl e.t.
Hugtakið hevur tó eftir
øllum at døma broytt týdn
ing síðstu árini, tá talan
er um trúar-, siðsemi- og
moralskar spurningar, og
merkir hugtakið nú nakað
soleiðis, at øll virðir, allar
trúgvir, allir lívsháttir og
allir sannleika pástandir eru
líka góðir. At avnokta hetta
ger ein ótolsaman. T.v.s. at
eingin absoluttur sannleiki
er, sum kann verða okkara
peilimerki: Absolutt = tað,
sum er galdandi fyri øll
menniskju, tað, sum setur
ein endaligan standard fyri
øll menniskju, t.d. tey 10
boðini.
Tolsemi er eitt jaliga kling
andi orð, og er tað neyvan
nakar, sum dámar at vera
skírdur ótolsamur. Men hvat
er tað, sum liggur aftan fyri
hetta hugtak, ið ger, at júst
tað mangan skilir trúgvandi
kristin frá øðrum menniskj
um?
Hugtakið byggir m.a. á ta
postmodernistisku grundhug
sjónina, at allur sannleiki er
relativur, t.v.s. at eingin hevur
einkarrætt til at siga, hvat er
rætt ella skeivt. Sannleikin
og sannleikar eru tí ymsir frá
samfelagi til samfelag. Sagt
verður, at um allur sannleiki
kemur frá menniskjum sjálv
um, um eingin sannleiki er
størri enn ein annar, og um
øll menniskju eru líka, er
logiska niðurstøðan, at allir
sannleikar hava líka stórt
virði.
Tí kann tað ikki góðtakast,
tá onkur ikki góðtekur ein
annan, sum hann er, og tað,
hann ger. Í postmodernaðum
samfelagi, har øll virðir,
trúgvir og meiningar hava
líka stórt virði, er bert ein
objektivur sannleiki: ótol
semi kann ikki góðtakast.
Ein avleiðing av nýggja tol
seminum er, at summir av
forsprákarunum sláa hart
niður á sonevnd ótolsom
fólk – tey umboða jú í teirra
eygum tað einasta veruliga
skeiva, ið er til – ótolsemi.
Í nýggju tolsemilæruni eru
tað serliga fýra trupulleikar
við kristindóminum og
hansara absoluttu útsøgn
um:
1. Bíblian sum orð Guds.
Trupulleikin er, at Gud er
ikki til og er Hann til, ber
ikki til at finna útav, júst hvat
hann sigur.
2. Krossurin og Jesus sum
vegurin, sannleikin og lívið.
Trupulleikin er, at hendan
útsøgn er hugmóðig, tí
tað finst eingin absoluttur
sannleiki – hví er hann betri
enn onkur annar?
3. Synd. Trupulleikin er, at
hetta orð er fordømandi og
diskriminerandi, tí alt er í
lagi, so leingi ein ikki skaðir
ella særir næstan.
4. Missiónsboðini - at royna
at sannføra onnur um sína
trúgv. Trupulleikin er, at
slík atferð er trongskygd,
sjálvrættvís, ótolsom og til
tíðir imperalistisk, tí tað
merkir, at evangeliið er betri
enn aðrir sannleikar.
Í besta føri sleppur ein trúgv
andi kristin at sita eftir við
eini tvingaðari uttanpart-
astøðu.
Er tolsemi tað sama
sum kærleiki?
Nei, tað er tað ikki. Tí nýggja
tolsemilæran bannar fólki at
tosa sannleikan (hann finst
jú ikki sambært nýggju
læruni), ein má bert tosa
um kærleika. Tolsemi hevur
tó nakrar veikleikar í mun
til uppofrandi (bíbilskan)
næstrakærleika:
• Tolsemi vil ikki særa
næstan. Næstrakærleikin
tekur kjansir (íroknað at
verða háðaður o.s.fr.)
• Tolsemi er grundleggjandi
líkasælt, tí tað noktar
menniskjum at blanda
seg upp í lívið hjá øðrum.
Næstrakærleikin er virkin.
• Tolsemi kostar einki.
Næstrakærleikin kostar alt.
• Tolsemi elskar tann tolsama
og hatar tann ótolsama.
Næstrakærleikin elskar
báðar.
Sjálvmótsagnir
Hendan lutfalsliga nýggja
læra er helst meiri og
minni komin inn í høvdið
á okkum øllum – tí við
fyrsta eygnabrái tykist hon
bæði røtt og kærleiksfull.
Men hon er í roynd og veru
hvørki.
Orsøkin er tann, at hon
hevur ymsar grundleggjandi
sjálvmótsagnir. Dømi:
1. Vanvirðing av øðrum
menniskja fyri tess trúgv ella
sannføringar er jú ótolsemi!
Hvussu kann ein, sum er
ímóti ótolsemi, í sama
andadrátti vera ótolsamur
sjálvur móti øðrvísi hugs
andi? Ein slíkur er jú ótol
samur móti ótolsemi. Logiskt
sæð skuldi ein slíkur verið
ótolsamur móti sær sjálvum
eisini!?
2. Um ein veruliga trýr, at
ein og hvør trúgv, lívsstílur
og sannleiksorð hjá øðrum
menniskjum eru líka góð
sum eins egnu, kann ein ikki
vera sannførdur um sínar
egnu sannføringar. Tolsemi
krevur jú av einum slíkum,
at viðkomandi kann líka lætt
fara skeivur sum grannin.
Tí finst heldur eingin sann
føring, sum veruliga er verd
at verja.
3. Forsprákarar fyri tolsemi
eru ofta sera dogmatiskir
móti
dogmatismu
og
absoluttir í sínum útsøgnum
móti øllum absoluttum.
Kendi setningurin um, at
eingir absoluttur sannleiki
er til, er eisini ein sjálvs
mótsøgn, tí setningurin er í
sjálvum sær absoluttur. Ella
sum Ravi Zacharia svaraði,
tá hann eftir ein fyrilestur
fekk at vita frá áhoyrara, at
eingin absoluttur sannleiki
er til: ”Are you absolutely
sure?”
Niðurstøða
Partar av nýggja tolseminum
eru sera góðir. Tolsemi móti
øllum menniskjum sum menn
iskjum er óendaliga gott og
rætt. Tað er sera gott at berj
ast fyri mannarættindum, tá
ið fólk verða kúgað og pínd
og annað slíkt. Tað er sera
gott at vera góður við øll
fólk óansæð lit, trúgv, lýti
o.s.fr.
Ásannast má, at umboð
fyri kristnu trúnna til tíðir
kundu vandað sær væl betur
um orðini.
Men absolutta kravið um
tolsemi móti gerðum og
hugsanum hjá øðrum menn
iskjum, ið ein av trúarávum
ikki kann taka undir við, er
alt annað enn tolsamt. Somu
leiðis eru mongu royndirnar
at “demonisera“ lutfalsliga
stóra partin av føroyingum,
ið trúgva á Gud og Bíbliuna
o.s.fr., á ongan hátt við til at
verja grundleggjandi frælsið
hjá tí einstaka, sum annars
í øðrum málum tykist hava
stóran týdning.
Hetta skal tí vera ein áheitan
á mongu forsprákarnar fyri
tolseminum, um at sópa fyri
egnum durum í tolsem-ikjak
inum og at lata vera við at
happa aðrar føroyingar, ið
ikki hava somu trúgv sum
teir sjálvir. Afturhald í so
máta hevði verið tolsemi í
verki.
Um konsistentur, stringent
ur og logiskur hugsunarháttur
verður nýttur kemst ikki utt
an um, at útsøgnir sum t.d.
“Ver tolsamur tín talibani”
er og altíð fer at vera eitt
klassadømi um ótolsemi.
»Ver tolsamur, tín talibani!«
Løgfrøðingur
Hoyvík
wangjens@gmail.com
jens wang
Listaframsýningin,
sum hesar dagarnar
er í Listaskálanum í
Havn, er ikki vanlig
og tá ið framsýningin
er liðug í Føroyum,
fer hon víðari út í
heim
Listaframsýning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinnapartin leygardagin læt
upp ein óvanlig og sermerkt
– og eisini provokerandi-
listaframsýning upp í Lista
skálanum í Havn.
Framsýningin er soleiðis
háttað, at fyrireikararnir
hava hildið tað vera rætt at
leggja eitt ávaringarskelti á
eitt borð, har tað verður gjørt
greitt, at sumt kann tykjast
stoytandi hjá onkrum.
Hetta er ein framsýning,
sum listabólkurin “The pro
vincialists” hevur gjørt og
hann fyllir Listaskálan við
installatiónum, vidio og
standmyndum.
Tað eru fýra norðurlendsk
listafólk í bólkinum og tey
hittust fyrstu fer í Rom fyri
tveimum árum síðani, og tá
vórðu provinsialistarnir til.
Tey fýra listafólkini eru
Ane Lan úr Noregi, Astri
Luihn úr Føroyum, Made
leine Park úr Svøríki og Thor
dis Alda Sigurðardóttir úr
Íslandi, men tey eru øll fýra
ymisk í síni framseting.
Við hesi framsýningini er
ætlanin at varpa ljós á hug
myndir um útjaðaran og geva
íblástur til kjak um ymsar
uppfatanir av útjaðaranum
og tað at búgva og virka har,
siga listafólkini.
Tá ið framsýning verður
tikin niður í Føroyum, fer hon
víðari út í heim og skal setast
upp í Íslandi, Noregi, New
York, Slovenia og kanska í
Chicago, men arbeitt verður
við at fáa hana til Japans og
aðrastaðir við.
Framsýningin er opin til
18. desember frá týsdegi til
sunnudag frá 14-16. Mán
adag er stongt.
Framsýning í Listaskálanum er ikki fyri sartar sálir
Hetta er ein sermerkt install
atión hjá íslendsku Thordis
Aldu Sigurðardótir, sum hong
ur fremst á framsýningini.
Longur inni í Listaskálanum
hongur enn sermerktari og
provokerandi list