týsdagur 31. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
13
Sigga á Stongunum í Klaksvík andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin, 83 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Bertel Uhre Johnsen
Leirvík
andaðist og varð jarðaður
Tøkk til Una Næs, prest, og Jógvan Páll Sevdal fyri
troystarík orð í kirkjuni og í kapellinum. Tøkk til
Essa fyri góða hjálp og vakran sang í kirkjuni.
Eisini tøkk til Juliu og Randal fyri ta hjálp tit veittu
okkum, meðan Bertel var sjúkur
og nú hann slóknaði.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar og
tykkum øllum, sum hjálptu okkum
so væl við ervinum.
Tøkk fyri kransar og pengagávur til kirkjuna.
Tøkk tit øll, ið fylgdu Bertel til hansara seinasta
hvíldarstað.
Selma, Suffía Malena, Kjartan,
Bartal og Katrina
Tøkk
Øllum tykkum sum sýndu hjálpsemi og
samkenslu, tá elskaða kona og mamma okkara
Guðrun Hervør Joensen
andaðist og varð jarðað, ynskja vit at takka
hjartaliga.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til synirnar.
Hjartans tøkk til Ingu Poulsen Dam, prest. Og takk
til tykkum mongu, ið fylgdu Guðrun til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Oddmar, Borgar og Eigil
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu,
tá góði pápi, verfaðir, abbi, langabbi
og bróðir okkara
Poul Andreas Hansen
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Niels Jacob Nielsen og Jógvan Fríðriksson
fyri góð og troystarrík orð,
og Evald Sørensen fyri vakran sang.
Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk fyri
blómur og kransar og fyri peningagávu til
Meinigheitshúsið. Takk til øll, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til heimahjálpirnar og starvsfólkið
á Landssjúkrahúsinum, ið tóku sær so væl av
honum.
Vegna tey avvarðandi
Elias, Andrass og Magnus
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara elskaði sonur og beiggi
lítli Høgni Bogason á Borg
andaðist sunnudagin 29. oktober 2006,
fýra mánaðir gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin
2. november 2006 kl 13.00.
Familjunnar vegna
Marian, Bogi, Guðrið og Heidi
11. oktober 2006 andaðist Karolina
Petersen; Fugloyarvegur, Tórshavn,
82 ára gomul, eitt virkið æviskeið er
endað.
Í 1954 heitti Vanlukkutryggingar
ráðið á Karolinu Petersen um at
kanna hvussu endurbúgvingin var í
Danmark, og um hvussu tílík kundi
verða skipað í Føroyum. Longu á
heysti 1955 høvdu Karolina og Petur
frálæru í prestagarðinum í Hvalvík
við trimum næmingum, fyrrapart
undirvístu prestahjúnini og seinrapart
lærarar í fólkaskúlanum.
Endurbúgvingin varð síðan skipað
undir heitinum ALV, stovnað 16. apríl
1956, og Vanlukkutryggingarráðið setti
stýrið við Karolinu sum rakstrarleiðara.
Hon sat sum rakstrarleiðari, til stovnurin
í 1999/2000 var umskipaður.
Tey nógvu árini stóð Karolina rættu
liga einsamøll við dagligu ábyrgdini
av ALV, og ikki var tað bara sum
at siga tað at seta slíka útbúgving í
verk. Karolina hevði visiónir um
eina endurbútbúgving, sum skuldi
røkka mesta tørvin at fáa tey, sum
eru arbeiðsskerd og førleikatarnað
aftur í vinnu; at fáa tað besta burt
urúr við møguleikum, sum tá vóru í
einum samfelag, avbyrgt - ikki minst
samferðsluliga. Karolina fekk í lag
samskifti við vinnufyritøkur, arbeiðs
pláss, almennar stovnar og fólk, ið
vildu taka tey í arbeiði, sum vórðu
umskúlað við Áir.
Mong eru Karolinu og Peturi takk
som fyri umskúlingina og umsorganina
tey fingu við Áir - treysti av nýggjum
í gerandislívinum.
Karolina Petersen var eisini íbirt
arin á øðrum økjum - fekk í lag
sjúklingahotellið Tórshavn í Keyp
mannahavn, vistarheimið á Fugl
oyarvegi í Havn og vistarheimið í
Torfinsgøtu 41 í Havn.
Stóra takið var at arbeiði av føroysku
frímerkjaútgávuni er markað teimum,
sum arbeiðsliga eru skerd. Uttan
hennara ágrýtni var málið ikki rokkið.
Karolina var eldsálin, sum ongantíð
gavst í strembanini, at bøta um kor
teirra likamliga skerdu.
Sjálv visti hon av sjúku frá ungu
árunum.
Frið lýsa vit yvir minnið um
megnarkvinnuna Karolinu Petersen.
Jákup Lindenskov
Karolina Petersen
Í 1964 var danski
sosialmálaráðharrin Julius
Bomholt á vitjan í Føroyum. Her
heilsar Bomholt upp á Karolinu
Petersen við Áir, undir liðini
stendur Niels Elkjær Hansen
ríkisumboðsmaður. Fremst, Petur
Petersen, hvalvíksprestur. Niels
Winther Poulsen landstýrimaður
stígur í land av »Thorshavn«.
Í stýrihúsglugganum skiparin
Johan Sivertsen. Ungu fólkini
á myndini eru skeiðluttakarar
við Áir
75 ára føðingardagur
Mánadagin 6. nov. verður Hallgerð Andreasen Leirvík 75
ár, dagurin verður hildin leygardagin 4. nov. frá kl 13.00 til
16.00 í missiónshús kjallaranum í Leirvík.