Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 210 - 31. oktober 2006 Tíðindaskriv   Í samband við útgávu av nýggjari fløgu við Páll Sól­ stein og Aldubáruni verður útgávukonsert í Leikalund í Klaksvík, hós­kvøldið 2. november. Á fløguni eru 12 løg, sum Páll Sólstein hevur gjørt til yrkingar eftir Christian Matras, Jens Paula Heinesen, Steintór Rasmussen, T.N. Djurhuus, Hans A. Djurhuus og William Heinesen.  Luttakara á fløguni eru: Sang: Karl Martin Samuel­ sen og Anna Maria Olsen, og tónleikararnir eru úr Aldubáruni. Fiól: Angelika Niel­sen. Floyta: Andrea Heindriks­ dóttir. Fagott: Jógvan Zach­ ari­assen. Flygil: Stamen Stan­ chev.  Flygilhorn/trompet. Ólav­ur Olsen. Flygil/Horn: Páll Sólstein. Trombone: Andras Olsen. Akk.guitar. Ólavur Jakobsen. El.guitar. Mikkjal Hvannastein. Ljóm­ borð: Finnur Hansen. Akk. bass. Arnold Ludvig. Slag­ verk: Rógvi á Rógvi. Cello: Tóri Restorff Jacobsen, Mastrað: Lennert Kjeld­ sen, Upptøkur: Finn­ur Han­sen og Magni Huus­ gaard. Ljóðblandað: Finnur Hansen. Fløguhúsan gjørdi Edward Fuglø og tað er Tutl ið stendur fyri útgávuni. Sang­irnir eru fyrr framførdir á konsertferð hjá Aldubáruni í Føroyum, Danmark og Norra.  Konsertin byrjar kl. 18.00 og varir í ein tíma. Ókeypis atgongd. Útgávukonsert: Páll Sólstein og Aldubáran Tíðindaskriv Hósdagin 26. oktober kl. 15 læt ein listaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tað er Kathrina Skarðsá Jeppesen, sum sýnir fram. Á framsýningini eru olju­málningar og tekn­ ing­ar í mixed media. Motiv­ini spenna víða, alt frá føroyskari náttúru til expressivar litaðar myndir og skapningar. Hóast sín unga aldur hevur Kathrina Skarðsá Jeppesen (1984), ið hevur røtur úr Fuglafirði, teknað og málað í nógv ár. Hon hevur eitt árs útbúgvingar frá Designskúlanum í Kolding og eitt ár frá Kunsthistorier í Århus. Eitt stutt skifti hevur hon undirvíst á Den Skand­ inav­iske Design­højskole í Rand­ers. Ætlanin er at fara víðari á Kunstakademiið komandi vár. Av framsýningum hev­ur Kathrina umframt at sýna fram út á ung­dóms­fram­ sýningum í Danmark, eis­ini havt framsýning í Ribarhúsi í desember mán­að í fjør. Framsýningin er opin fram til 8. november 2006 – hvønn dag millum kl. 15.00 og 17.30; leygardag eisini millum kl. 10.00 og 13.00. Kathrina Skarðsá Jeppesen: Listaframsýning í Ribarhúsi Tíðindaskriv Komandi vikuskiftið verða sangfundir í sam­ komu­húsinum í Sumba frá hóskvøldinum 2. nov. til sunnu­kvøldið 5. nov. Fund­ irnir verða hvørt kvøld kl. 20. Dentur verður lagdur á felagssangin við góðum tónleikarum úr Suðuroy. Terji Nilssen úr Lopra og fleiri koma at hava ábyrgdina av tónleikinum. Leygarkvøldið kemur Suðuroyarkórið at syngja, sum verður stjórnað av John í Skemmuni. Eisini verða vitnisburðir og tala, har evangelistarnir Poul Jóhan Djurhuus og Svenn­ing av Lofti koma at bera orðið fram. Í hesum sambandi verður farið í húsini í Sumba, Lopra og Økrum við eini innbjóðing, har eisini ein stuttur evangel­ iskur boðskapur er at lesa á innsíðuni. Eisini verða plak­atir settar upp um alla oynna. Fyrireikarnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin, og at teir vóna at síggja bæði ung og eldri í samkomuhúsinum í Sumba hesi kvøldini. Sangfundir í samkomuhúsinum í Sumba Tíðindaskriv Navnframi listamaðurin Olivur Við Neyst ferð allan november mánað at sýna fram sína list í Leikalund í Klaksvík. Sjálvur kemur Olivur úr Klaksvík, har hann var føddur í 1953. Hann gekk á listaháskúlanum í Keypmannahavn í árun­ um 1975 - 1979. Olivur hev­ur haft eitt ótal av fram­ sýningum bæði í Føroyum og uttanlands, og er sera væl umtóktur sum listamaður. Á framsýningini í Leika­ lund, sýnir Olivur framm vatnlit og pastellmyndir. Hetta eru skitsur hann hev­ ur arbeitt við úti í náttúr­uni. Myndaevnini eru norð­an­ fjørðs og úr Finlandi, har hann var í 2001. Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík frá 3. november og mánaðin út. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 3. nov. Kl. 19. Leikalund hevur opið til kl. 23 hetta kvøldið. Olivur við Neyst í Leikalund Dagurin í morgin November. Alla halganna dagur. Longu í aðru øld var siður at halda minningardag hjá hvørjum einstøkum blóðvitni á deyðadegnum, men umleið ár 350 varð samtykt at halda minningardag fyri øll ein dag í árinum. Pávin Gregorius III ásetti í 731, at dagurin skuldi verða hildin 1. november. Løgtingið samtykti í 1949 at 1. november skuldi vera hildin sum minningardagur teirra sjólætnu. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tilt k Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið