Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 15 tíðindi Javni hevur framleitt ein álmanakka fyri 2007, har tey vilja varpa ljós á fólk við menningartarni og broyta hugburðin til tað at liva og virka við menningartarni álmanakki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Í álmanakkanum er ein vanga­ mynd av einum persóni við menningartarni fyri hvønn mánað í árinum. Fólkini, sum vangamyndirnar eru av, eru heilt frá 7 ár upp til 67. Har eru menn og kvinnur, sum koma ymsa staðni úr landinum. Summi búgva í egnum húsum, summi búgva í sambýlum, summi ganga í skúla og onkur er í Danmark á eftirskúla. – Vit royndu at fáa nógv ymisk fólk, tí høvuðs­ yvirskriftin er “Vit eru øll ymisk”. Hetta er fyri at vísa hvussu ymisk tey við menningartarni eru, tí ofta síggja vit tey sum ein bólk av fólki. Vit vilja vísa á, at tey eru øll ymisk, tey hava ymsar dreymar og hava yms­ ar ætlanir fyri lívið, greiðir Annlis Bjarkhamar, dagligur leiðari hjá Javna, frá. Vera sjónlig Leygardagur 11. november er settur av til at selja ál­manakkan. Tá fara limir úr Javna saman við fólki við menningartarni, at ganga hús úr húsi at selja. Eisini kunnu øll, sum hava hug at stuðla arbeiðinum hjá Javna, tekna seg til at selja álmanakkan, umframt at Javni hevur boðið øllum løgtingslimum og landsstýrismonnum at selja. Úr Javna vóna tey at fáa umleið 500 seljarar, sum skulu út í hvørt hús í landinum hendan leygar­ dagin. Ætlanin við hesum er, at Javni og tey við menn­ing­ ar­tarni bókstavliga gerast sjónlig, tá tey fara á gátt kring landið. – Vit hava ein pástand um, at tey tilboðini, sum tey menningartarnaðu fáa, eru rættiliga nógv bundin at, hvussu vit síggja tey. Tí vilja vit vera sjónlig, og geva fólki eina fatan av, hvussu tey menningartarnaðu liva lívið hjá sær. Á henda hátt vóna vit, at hetta átak kann vera ein liður í at betra um umstøðurnar hjá teimum við menningartarni og ein áminning á, at tað eigur at vera við støði í tí einstaka, at tilboð verða tilevnað, sigur Annlis Bjarkhamar. Burturluta listaverk Í hvørjum mánaði eru eis­ini listaverk, sum før­ oysk listafólk hava gjørt. Listafólkini eru Ian Luid, Jóannes Lamhauge, Maria Mørkøre, Randi Gunn­ars­ dóttir, Sámal Toftanes, Hans­ina Iversen, Bárður Jákupsson, Øssur Mohr, Eli Smith, Arnold Vegghamar, Rannvá Holm Mortensen, Frits Johannesen og Ásgerð Asgeirsdóttir. Tey, sum keypa álmanakkan hava møguleika at vinna hesi listaverk. Á bak­ síðuni á hvørjum álmanakka er eitt nummar og síðst í hvørjum mánaði verður listaverkið fyri tann mánaðin burturlutað. – Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin til at liva við menningartarni og at vísa á, at fjølbroytni eigur at vera ein styrki í okkara samfelag, sigur Annlis Bjark­ hamar. – Vit trúgva, at tað fer at merkjast í hugburðinum hjá fólki, at tey fáa eina meira fjølbroytta mynd av teimum menningartarnaðu. Gera tey menningartarnaðu sjónlig Marjun Niklasdóttir (vinstrumegin) og Kristianna Kjærbo, sum eru vangamyndir í álmanakkanum, sita her við listaverkinum, sum Jóannes Lamhauge hevur málað. Kristianna Kjærbo er 55 ára gomul og er ættað úr Sumba. Hon er ein av teimum fáu menningartarnaðu, sum býr í egnum húsum Álmanakki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Fyri nøkrum síðan keypti Kristianna eini raðhús saman við beiggja sínum, Vagni, og tey klára seg uttan hjálp. Kristianna arbeiðir í køk­ in­um á Drotning Ingridar barna­garðinum, har hevur hon verið í 31 ár. Nakað, sum Kristionnu dámar væl eru árligu ferð­ ir­nar, hon fer við frítíðar­ heiminum, tey hava verið á Tenerifa, á Malta, í Rom og á ymiskum støðum í Danmark. – Tað er so deiligt at vera úti og ferðast. Eg eri tó ikki eitt av hesum konufólkunum, sum er ør at keypa ella sita á eini strond og blíva bakað av sólini. Nei, tað veit Gud, tá vil eg heldur sita í eini holu onkustaðni. Nei, eg vil sleppa at uppliva okkurt, ganga túrar og síggja ymiskt. Tað flottasta eg havi sæð, tað var tá vit vóru í Rom. Oy, oy, at síggja kirkjuna har og hvussu flott tað var, tað var eitt upplivilsi, sigur Kristianna Kjærbo. Tá Kristianna er heima, hevur hon eisini nóg mikið at takast við. Hon spælir boccia, gongur til matgerð á kvøldskúlanum, okkurt kvøldið er hon á verkstaðnum Vón, har hon ger ymiskt hondarbeiði og hon gongur eisini í frítíðarklubba hjá Javna. – Men eg royni eisini at vera heima viðhvørt og slappa av. Býr í egnum húsum Marjun Niklasdóttir er 36 ár, hon er úr Hesti, er ítróttarfólk, ið bæði rennur og svimur, og hevur verið til nógvar kappingar Álmanakki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Í september var Marjun til føroyameistarakapping í renning, har hon vann fýra silvurmerki. Hon var eisini við til OL í Írlandi í 2003. – Tað var ræðuliga stórt, har vóru 80.000 fólk, sigur Marjun. Í Írlandi vann Marjun tvær kappingar og gjørdist nummar fimm í einari kapping. – Eg var ovfarin av góða úrslitinum. Eg rann móti rennarum úr bæði USA og Japan, men mínar tíðir vóru eisini góðar. Marjun skal verja síni gull­merki úr Írlandi í Kina í 2007. Dagliga arbeiðir Marjun á verkstaðnum Vón. Best dámar henni at arbeiða í køkinum, har hon vaskar upp og ger mat til starvsfólkini. Marjun dámar væl at gera mat, hon hevur eisini gingið á Húsarhaldsskúla í Klaksvík, har hon lærdi nógv um matgerð, serliga væl dámar henni at baka kakur. Marjun býr á einum sam­ býli við trimum øðrum. – Eg trívist sera væl í sam­ býlinum. Vit, sum búgva saman, finna væl út av tí saman og skiftast um at gera tær húsligu skyldurnar. Marjun hevur búð í Havn tey síðstu nógvu árini, og er næstan vorðin havnarfólk. – Eg havi altíð hildið við HB í fótbólti og Neistanum í hondbólti. Men serliga síðan eg bleiv forlovað, eri eg blivin havnarfólk, sigur Marjun. Til Kina at verja gullmerki