Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 210 - 31. oktober 2006 tíðindi Nógvar áhugaverdar verkætlanir verða framførdar kring landið í skúlunum. Ein bólkur úr Venjingarskúlanum í Havn hevði um sálarligar sjúkur. Tey framførdu í morgun VERKÆTLAN Elin Maria Olsen og Anita Samuelsen, praktikantar Síðstu vikuna hevur 9. flokkur í Venjingar­skúla­ num havt framløgur av verkætlanunum, sum tey hava arbeitt við síðstu vikuna. Bólkur 3 í 9.a, sum eru Helena Danielsen, Lilja Dahl og Jaspur Enghamar, hava havt evnið “kreppa”. Tey siga, at tey høvdu hóming av, at sálarfrøðiliga økið í Føroyum er í kreppu. Tí valdu tey at hava um sálarligar sjúkur og tabu. Tá ið tú komst inn í rúmið, har ið framløgan var, kom roykur úr einari roykmaskinu. Har stóð eitt borð, sum var prýtt við sproytum og heilivági. Øll skuldu byrja við at taka ein tablett og drekka eitt glass við bláari vesku í. Hetta var einans bomm og soda­ vatn við farvu í. Hetta riggaði sera væl og fekk fólk í rætta huglagið. Tey høvdu eina avbera góða framløgu, har tey nýttu og roykeffektir og powerpoin, sum varð varp­ að á veggin. Tey vóru í hvítum kitlum, og alt rúmið var prýtt soleiðis, at tað var líkt einari lukkaðari deild á einum sjúkrahúsi. Manglandi kunning Tey greiddu frá, at vit ikki hava nóg góða sálarfrøði­ liga hjálp í Føroyum, men góða “óprofessionella” hjálp. Tá meina tey við hjálp frá vinum, lærarum og familju. Tey eftirlýsa kunning um evnið og hagtøl. Tey kenna, at tað er alt ov stríggið at fáa fakliga hjálp frá fólki, sum hava førleika at viðgera sálarliga sjúk fólk. Aðrir næmingar vóru eis­ ini til framløguna, sum var í kjallarinum í Venjingar­ skúlanum. Øll vóru væl nøgd eftir framløguna, og tey trý fingu nógv rósandi orð. Lilja, Helena og Jaspur vóru einans hampuliga væl nøgd við framløguna. – Tað kann diskuterast, sigur Helena, tá ið vit spyrja hana, hvussu gekst. – Vit hildu, at hetta evnið virkaði sera spennandi, og vit hava lært nógv hesa vikuna, sum vit hava arbeitt saman. Vit halda, at fólk vita ov lítið um sálarligar sjúkur. Tað verður ikki kunnað nóg mikið. Umstøðurnar hjá sjúklingunum eru heldur ikki nóg góðar, sigur Helena at enda. Elektron: –Virus vanda­leyst um vit ansa eftir Nú tað í síðstu viku aftur hevur verið frammi um ein vir­ us, hevur Sosial­urin ringt til Elektron og spurt, hvat fólk kunnu gera fyri at verja seg frá slíkum VIRUS Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í síðstu viku kom fram, at ein teldupostur kann stjala loynitølini til inter­ netbankan hjá fólki, um tey opna viðhefta fílin. Sosialurin hevur ringt til Føroya Banka, og teir siga seg ikki hava hoyrt frá fólkið um, at tey hava havt trupulleikar við net­ bankanum. Tó eggja teir til fyrivarni á heimasíðu sínari. Elektron hevur heldur ikki hoyrt um nakrar trupulleikar. Jógvan Joen­ sen er leiðari fyri trygd­ ardeildini. Hann vísir á, at virus er ikki so vanda­ mikið, um vit nýta góð antivirus-forrit og okkara egna vit og skil. – Tað er týdningarmik­ ið, at fólk javnan dagføra teirra antivirus-forrit. Tað er ein øgilig menning fram innan hetta økið, og tí eru nýggir virusar mestsum hvønn dag. Vit nýta nógva orku til at fylgja við og verja okkara skipanir móti hesum ágangi­num, sigur Jógv­ an. Elektron stendur fyri trygdini hjá bankunum, og teir nýta nógva tíð, orku og pengar til at verja skipaninar frá virus. – Talan er um virus og tað, sum verður kallað fyri SPAM-teldupostar. Tað eru hesar lýsingarnar og tílíkt, sum koma send­ andi hvønn dag, sigur Jógvan. Kriminaitetur ella fjákalótir? Hann metir, at fólk hava ymsar orsøkir til at gera slík virus. – Tað kann vera skip­ aður kriminalitetur. Sum við tí nýggjasta, har ið teir kunnu stjala pengar av kontonum hjá fólki. Eg haldi tó, at nógv er bara fyri at gera fortreð. Tað kann kanska kallast fyri yvirgangur ella fjákalótir. Tað høvdu verið nógvir pengar spardir, um eingin terroriseraði soleiðis, men nú mugu vit nýta nógvar pengar fyri at verja okk­ um. Hóast tað kann gerast nógv blást upp, so skulu fólk ikki ræðast virus meira enn neyðugt. – Um fólk nýta vit og skil og ikki opna teldu­ postar, sum síggja ill­ grunasamir út, er mestsum eingin kjansur, at ein virus kemur inn á tína teldu. Tú veitst í hvørt fall, at tín føroyski banki ikki fer at skriva eitt teldubræv til tín á donsk­ um ella á enskum. Soleiðis skulu fólk einans nýta vit og skil og vera fyrivarin. So er mestsum eingin vandi, sigur Jógvan Joen­ sen frá Elektron at enda. Verkætlan um sálarsjúku Nýggjasti virus er í einum telduposti, sum skal eitast at vera ein rokning. Fólk skulu ansa eftir og ikki opna illgrunasamar teldupostar, siga teir frá Elektron Mynd: Álvur Haraldsen Lilja Dahl og Helena Danielsen eru við í bólkinum, sum hevði framløgu í morgun Mynd: Jens Kr. Vang Jaspur Enghamar er við í bólkinum, sum arbeiddi við sálarsjúku Mynd: Jens Kr. Vang