týsdagur 31. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 210 - 31. oktober 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Níggju nýggj føroysk
met vórðu set, tá
føroyskirs svimjarar
um vikuskiftið
kappaðust í Køge.
Av hesum átti Elspa
Mørkøre tey seks
Svimjing
tíðindaskriv
Farna vikuskiftið vóru
svimjarar úr Fuglafjarðar
svimji felag, Ægir og svimji
felagnum FLOT á stórari
svimjistevnu í Køge, har
tey vunnu flest gullmerki
av øllum, í kapping móti
500 aðrar svimjarar. Elspa
Mørkøre setti 6 nýggj føroysk
met, og samstundis setti Kári
á Høvdanum tvey føroysk
met sum luttakari á donsku
stutthyljameistarastevnuni í
Århus. Og vikuskiftið áðr
enn tók Pál Joensen úr Vágs
svimjifelag føroyska metið
í 200 firvald frá Iani Skylv
Hansen, sum annars hevur
átt tað síðani 1993.
Og tað eru ikki bara tey
sum svimja skjótt. Ungir
svimjarar sum Pauli Ø. Mohr
og Høgni Miné-Rasmussen
svimja nú um dagarnar so
skjótt, at teir hótta við at
skapa enn eitt ættarliðsskifti
longu áðrenn teir gomlu eru
hildnir uppat at mennast.
Stóri føroyski vinnarin var
ikki óvæntað Elspa Mørkøre,
sum vann heili 12 gullmerki
í kappingini.
Tey nógvu gullheiðurs
merkini hjá Elspu gjørdu
eisini at vit føroyingar
»vunnu« kappingina, um
vit meta eftir tí mátistokki
sum vit vanliga brúka í Før
oyum.
Danir telja tó ikki á heilt
sama hátt, men umrokna
fyrst heiðursmerkini til stig.
Og tí gjørdist vinnarin SK
Laxen úr Svríki við 16.733
stigum. Føroyar fingu
14.614 stig.
Kári á Høvdanum luttók
sum nevnt samstundis á
donsku meistarastevnuni,
og setti har nýggj føroysk
met í 50 og 100 rygg. Met
ið í 100 rygg átti hann
sjálvur áðrenn, og tað var
tí kanska einki serligt. Men
hitt tók hann frá Eivindi
Eysturoy, soleiðis at Kári
nú einsamallur eigur allar
tær bestu føroysku tíðirnar í
ryggsvimjing. Og tað hóast
hann enn bara er juniorur.
Met í Klaksvík
Pál Joensen úr Vágs svimji
felag var ikki við í Danmark,
men hann svam óvanliga
gott vikuskiftið undan hes
um á stevnu í Klaksvík.
Hann hevur mennt seg í
øllum teinum og greinum,
og vann tí eina rúgvu av
gullheiðursmerkjum har.
Hann vann bæði í blandað
ari svimjing - har ein kom
plettur svimjari sum hann
eigur at kunna gera seg
galdandi - og í greinum sum
50 firvald og 50 bringu, har
tað annars verður hildið at
spesialistarnir ráða. Og so
endaði hann við at svimja
eina tíð í 200 firvald
einsamallur, har hann setti
nýtt føroyskt met.
Vetrar FM og NjM
Komandi vikuskiftið er
vetrar-FM í Havn, og spenn
andi veðrur at síggja dystin
millum tey sum vóru í Køge,
og tey sum nú vilja prógvað
at tey eisini høvdu kunnað
gjørt mun. Ikki minst, tí tey
yngru ikki smæðast við at
taka kampin upp.
Fyrst í desember er norð
urlendska juniormeistara
stevnan í Finnlandi, har í
øllum førum tey trý Pál,
Elspa og Kári hava aldur at
luttaka. Úrslitini frá donsku
meistarastevnuni vísa at hetta
als ikki verður nakar dansur
á rósum hjá føroyingunum.
Men um vit skulu hava ein
kjans til heiðursmerki, so
eru hesi trý allarhelst okkara
besta boð nakrantíð.
9 nýggj føroysk met
upp á 9 dagar
Talvsamband Før
oya skipar aftur í
vetur fyri Føroya
meistarakapping
fyri børn- og ung
einstaklingar í talvi.
Kappingin verður
skipað í 5 ymiskum
aldursbólkum,
og er samstundis
úttøkukapping til
NM-kappingina 2007
Talv
tíðindaskriv
Kappingin um FM-heit
ið verður í somu aldurs
bólkum sum til NM-
kappingina. Tað vil siga,
at telvararnir verða býtt
í fimm aldursbólkar.:
1987-1989, 1990-1991,
1992-1993, 1994-1995
og telvarar fødd í 1996 og
seinni.
Skipað verður fyri 3
kappingum, har tvær tær
fyrstu eru úttøkukappingar
til endaligu finaluna.
Fyrsta av kappingunum
verður í Vestmannna tann
4. november, og er tað
Bygdarhúsið, sum verður
karmur um hesa. Næsta
kappingin verður í Klaksvík
tann 11. november, og
verður hendan skipað eftir
sama leisti.
Sjálv finalan verður í
Havn tann 2. desember,
og sleppa tey átta bestu úr
innleiðandi kappingunum
við til hesa. Tá verða telvd
sjey umfør, har allir møta
øllum. Hvør telvari hevur
30 min. í part til hvørt
talvið.
Í finaluni verður nr.
1 í hvørjum aldursbólki
Føroyameistari, nr. 2 gerst
nr. 2, o.s.fr. Steyp verða
latin til nr. 1, 2 og 3 í final
uni.
Umframt føroyameist
araheitið, kvalifisera nr.
1 og 2 í hvørjum aldurs
bólki seg til árligu Norður
landameistara-kappingina
í Talvi fyri einstaklingar,
sum hesuferð verður í
Íslandi - í februar mánað
2007.
FM í talvi fyri
børn og ung 2006
Eystari
landsrættur
hevur hert dómin, sum
fyrrverandi formaðurin í
HB fekk fyri at hava fingið
ein útlendskan spælara
hendanvegin uttan at lúka
treytirnar.
Í oktober í fjør bleiv
dømdi Føroya rættur
Birgir Enghamar 10 daga
treytað hefti við eitt árs
royndartíð, tí hann hevði
fingið ein útlendskan
fótbóltsspælara til Føroya
uttan at lúka treytirnar um
at geva honum løn.
Nú hevur málið verið
fyri í Eystara landsrætti,
sum herdi dómin, skrivar
Dimmalætting.
Í landsrættinum bleiv
fyrrverandi HB-formaðurin
dømdur 60 dagar treytaða
fongsulsrevsing við tvey
ára royndartíð.
-árni
Birgir fekk herda revsing:
Fekk harðari
revsing
Nógv stendur upp á spæl, tá yngru telvararnir kring landiði
fara at kappast um FM-heitið
Tey 9 nýggju metini
400 frí hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 4:26.48
100 blandað hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 1:06.92
200 rygg hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 2:21.32
50 firvald hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 30.13
200 frí hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 2: 06.76
50 frí hjá kvinnum:
Elspa Mørkøre 27.16
50 rygg hjá monnum:
Kári á Høvdanum 27.77
100 rygg hjá monnum:
Kári á Høvdanum 59.05
200 firvald hjá monnum:
Pál Joensen 2:16.07
FAKTA
Føroysku svimjararnir fingu framúr úrslit í Køge, tá kapping var á skránni um vikuskiftið