Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Nr. 210 - 31. oktober 2006 útland útland Bretskir granskarar vilja vera við, at Golfstreymurin stóð stillur í tíggju dagar í 2004. -Vit hava ongantíð sæð nak­ að slíkt. Vit vita ikki, hvat hen­di, og vit vistu heldur ikki, at slíkt kundi henda, sig­ur granskarin Harry Boy­­d­en, sum greiddi frá tí sjáldsama tilburðinum á ein­ ari ráðstevnu í Birm­ing­ham her­fyri, skrivar blaðið The Guard­ian. Harry Boyden arbeiðir á hav­­granskingarstovninum í Southampton, sum millum ann­að hevur kannað Golf­ streym­in í fleiri ár. Amerikanski granskarin Lloyd Keigwin sigur við The Guardian, at tað, sum hendi Golfstreyminum í no­vem­ber í 2004, er tað stør­sta broytingin, sum veður­lags­grans­karar hava sæð higartil. -Tað vardi bara tíggju dag­ar, men hvat nú um streymurin steðgaði í 30 ella 60 dagar? Vit kunnu held­ur ikki siga, at tað ikki fer at henda næsta ár, sigur Lloyd Keigwin. Granskarar hava leingi sagt, at tað kann væl henda, at Golfstreymurin fer at broytast, og at hann í ringasta føri fer at steðga o­r­sak­að av tí veksandi hita­ num á Jørðini. Skuldi tað hent, at Golfstreymurin steð­gar, fer meðalhitin í Ev­ro­pa væntandi at fella mill­um fýra og seks stig í ein­um tjúgu ára skeiði. Summir granskarar siga, at enn hevur vísindin ikki stað­fest nakrar varandi broyt­ing­ar í teimum stóru­ hav­streym­un­um. Golfstreymurin stóð still­­ur í tíggju dagar -Vit vistu ikki, at Golfstreymurin kundi steðga. Vit vistu ikki, hvat tað var (bretskur granskari). SAMBAND árni joensen fartext@mail.dk Fáa ikki hjálp úr USA Japan, Suðurkorea og Taiwan fáa ikki amerikanska hjálp til at útvega sær kjarnorkuvápn. Tey trý londini í Fjareystri kenna seg ikki trygg, nú Norðurkorea hevur roynt sína fyrstu kjarnorkuløðing, og tey vilja tí hava fatur á kjarnorkuvápnum fyri at varðveita javnvágina. Men tey fáa ikki hjálp úr USA. -Tess færri kjarnorkuvápn eru í Fjareystri, tess tryggari kann heimurin kenna seg, segði George W. Bush, forseti, í einari sjónvarpssending í gjárkvøldið. Hann segði, at USA fer ikki at skunda undir eina vápnakappdubbing í Fjareystri, men hann segði seg skilja, at grannalondini hjá Norðurkorea kenna seg ótrygg, tí einki kemur burtur úr royndunum at fáa Norðurkorea at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Hillary óvæntaðan stuðul Tað stóra, konservativa blaðið The New York Times mælir nú sínum lesarum til at velja demokratiska senatorin Hillary Clinton aftur í Senatið. Tilmælið frá blaðnum kemur rætti­ liga óvart á mong, tí nógvir av teim­ um konservativu ameri­kan­ar­un­um meta Hillary Clinton sum tann størs­ta politiska fíggindan. Á senatsvalinum fyri fýra árum síðani fór The Nrw York Times sera illa við Hillary Clinton. Eitt nú ávaraði blaðið veljararnar í New York við at siga, at tað var landa­s­v­ik at velja hana. Nú skrivar blaðið, at hon hevur víst seg at vera meiri miðsøkjandi í politikki, enn blaðið væntaði, og tí mælir tað sínum lesarum til at velja hana á miðvalinum næsta týsdag. Hillary Clinton fær óvæntaðan stuðul. Mynd: Jens Kristian Vang Lurtaði ikki Loft­­ferðs­lu­mynd­ug­leik­ar­­ nir í Nigeria hava hug at geva flogskiparanum skyld­­ ina av, at eitt flogffar datt niður har sunnudagin. 96 av teimum 104, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Flog­ far­ið var júst farið á flog av flogvøllinum í høv­uðs­ stað­num Abuja, tá tað datt nið­ur, men nú siga mynd­ ug­leik­­ar­nir, at eftir­lits­torn­ ið á flogvøllinum rád­di flog­skip­ar­an­um frá at fara á flog, tí veðrið var so ván­ a­l­igt. Nigeriski ráðharrin í sam­ferðslumálum sigur, at í framtíðini skulu flog­ skip­ar­ar laga seg meiri eftir tí, sum eftirlitið sigur teimum. Mill­um teirra, sum doyðu í vanlukkuni, var andaligi leið­arin hjá nigerisku mus­lim­un­um. Drukna í regni Regntíðin hevur verið sjáld­sama drúgv har suðuri í India í ár, og teir seinastu fjúr­t­an dagarnar hevur tað nógva avfallið kostað 47 mannalív. Indisku mynd­ug­leik­ar­nir halda, at síðani regn­tíð­in byrjaði, eru um­leið 1.000 fólk druknað ella deyð í skriðulopum. Í lands­part­ in­um Tamil Nadu standa stór øki undir í vatni, og í Andhra Pradesh hevur nógv­­ur vindur eisini gjørt stór­­­an skaða. Meiri enn 70.000 fólk eru flýdd undan tí nógva regninum, og tey hava fingið skjól í skúlum og øðrum almennum bygn­ing­um. Noreg dálkar illa Hóast Noreg hevur staðfest Ky­oto-sáttmálan og bund­ ið seg til at avmarka dálk­ ing­ina, gongst tað sera stril­t­ið hjá norðmonnum at halda krøvini. Millum ann­að hev­ur Noreg bundið seg til, at landið skal ikki dálka meiri í 2008, enn tað gjør­di í 1990, men longu nú er greitt, at tað lyftið kann landið ikki halda. Kann­ ing­ar vísa, at í dag dálk­ar Noreg 10 prosent ver­ri enn tað, sum er ásett í Ky­oto-sáttmálanum, og at í 2010 fer Noreg at dálka 20 pro­sent meiri enn ásett, um einki munagott verður gjørt bein­­an­­veg­ in. Tann stóri synd­­ar­­in er oljuvinnan, sum let­­ur nógv veðurlagsgass út í luftina. STUTT SAGT Bush fer ikki at hjálpa Japan, Suðurkorea og Taiwan at gera kjarnorkuvápn.