týsdagur 31. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 210 - 31. oktober 2006
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Í Føroyum er nógvur
vindur og fáa staðni
í heiminum rekur
eins hart. Tað setir
stór krøv til aliútgerð,
men tann útgerð, ið
verður nýtt í dag, er
ikki dimensionerað
til harðbalnu
viðurskiftini,
heldur granskari á
Fróðskaparsetrinum
Aling
Hilmar Simonsen
hilmarS@setur.fo
Í Kanada er stórur munur á
flóð og fjøru, og har rekur
nógva staðni hart, men fleiri
aliøkir eru vard fyri vindi
og stórum aldum. Í Noregi
og Skotlandi er streymurin
ikki so harður, men eins og
í Føroyum kann leika hart á
við nógvum vindi.
Her á klettunum er ikki
bara nógvur vindur, men
eisini harður streymur, og
tað setir serliga stór krøv til
aliringar og nótir.
Nútíðin setir enn størri
krøv til útgerðina, tí eind
irnar eru vorðnar munandi
størri í dag enn fyrr. Hetta
merkir eisini størri aliring
ar, sum kunnu rúma meiri
fisk.
Men Øystein Paturs
son, granskari á Náttúru
vísindadeildini á Fróð
skaparsetrinum, heldur, at
tann útgerð ið verður nýtt
í dag er ikki konstruerað til
tey harðbalnu viðurskiftini,
sum ráða her á landi. Hon
tekur nevniliga ikki atlit til,
at vit í Føroyum bæði hava
harðan streym og harðan
vind.
– Hvørki norsk, skotsk
ella kanadisk aliútgerð hósk
ar serliga væl til okkara
viðurskifti, og tað kemst av,
at vit í størri mun noyðast at
taka atlit til harðan streym
og vind, sigur Øystein Pat
ursson.
Hart rák og vindur
avlagar nótirnar
Øystein Patursson er komin
væl áleiðis við sínari Ph.D.
verkætlan, sum bæði knýtur
hann til Fróðskaparsetrið
og universitetið í New
Hampshire í USA. Í verk
ætlanini, sum er fíggjað av
Statoil-bólkinum, verður
høvuðsdentur
lagdur
á
at menna telduforrit sum
kunnu rokna út, hvussu
streymur og alda ávirkar
aliútgerð, og hvussu alinótir
broyta skap og rúmd, tá
tað rekur hart ígjøgnum og
framvið teimum.
– Ein tummulfingraregla
hjá alarum er, at tað ikki
skal reka harðari enn
tvær likamslongdir um
sekundið. Laksur hevur
eina likamslongd á 30-50
cm, og tí skal rákið ikki
verða meiri enn 60-100
cm um sekundið svarandi
til umleið 2 míl. Best fyri
nótina er sjálvandi, um tað
rekur minni enn hetta, sigur
Øystein Patursson.
Men tað rekur munandi
harðari í fleiri føroyskum
sundum, og um nógvur
vindur eisini er, kann hetta
avlaga nótirnar so mikið
nógv, at fiskurin gerst
strongdur og mistrívist.
Alinótir eru ein ógvuliga
týðandi partur av útgerðini,
sum nýtt verður til aling.
Vanliga hongur alinótin
undir einari konstruktión,
sum flýtur. Men vansin við
hesum er, at nótin broytir
skap, tá ið streymur rakar
hana, og harvið minkar
rúmdin í nótini.
Ein máti at minka um
hendan vansan er at hava
reinar nótir, tí skapbroyt
ingin er tengd at kraftini,
sum virkar á nótina í
streymi og sum er tengd at
gróðrinum á nótini.
Hinvegin er tað ein fyri
munur við góðum ráki, at
fiskur kann ganga í aliring
um í sama stað í longri
tíð, uttan at trupulleikar av
dálking standast av hesum.
Dømi um hetta er Gulin út
fyri Argjalandið, har rákið
liggur um 1,5 míl.
Rættar konstruktiónir
til nútímans krøv
Øysein
Patursson
vísir
á, at tað ber til at tillaga
konstruktiónirnar, so at
aliringar og nótir verða
hildnar upp á pláss, sjálvt
um harður streymur og
vindur er.
Fyri at byrgja upp fyri
trupulleikum sum ILA er
eisini av stórum týdningi,
at konstruktiónirnar eru
nóg haldbarar til harðbalnu
viðurskiftini í Føroyum.
– Tað er ikki óvanligt, at
tvørmátið á einum aliringi í
dag er 30-40 metrar, meðan
tað fyri nøkrum árum síð
ani var 15-20 metrar. Hetta
setir størri krøv til kon
struktiónir og styrki, greiðir
Øystein frá.
Sum liður í síni gransk
ingarverkætlan hevur hann
gjørt royndir í brunninum
hjá Vónini í Fuglafirði og
brunnum hjá US Naval
Academy í USA av, hvussu
streymur ávirkar skapið á
nótum.
– Tá ódnarveður er ber
illa til at vera úti hjá aliring
unum og eygleiða, hvat
gongur fyri seg, tí gera vit
tílíkar royndir í brunnum
uppi á landi.
– Vit ala nógv í Føroyum,
men mangla deyðavatn, sum
tey til dømis hava í Noreg.
Tí noyðast vit at menna
aliútgerð, sum kann standa
mát við tær avbjóðingar,
ið eru her á landi, sigur
Øystein Patursson at enda.
Hann granskar í alinótum
Øystein Patursson, granskari á Náttúruvísindadeildini, vísir fram útgerð, ið verður nýtt til at gera streymmátingar við.
Mynd: Hilmar Simonsen
Øystein Patursson
hevur gjørt royndir við
alinótum og streym
viðurskiftum í brunnum
hjá US Naval Academy
í USA. Størsti brunnurin
á US Naval Academy er
góðar 115 m til longdar,
8 m breiður og 5 m
djúpur. Til ber eisini at
gera aldur í hesum
brunninum.
Til samanberingar er
brunnurin hjá Vónini í
Fuglafirði 38 m langur,
4 m breiður, og 2,5 m
djúpur.
FAKTA
»Vit ala nógv í Føroyum, men mangla deyðavatn.
Tí noyðast vit at menna aliútgerð, sum kann standa
mát við tær avbjóðingar, ið eru her á landi«
Øystein Patursson, Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetur Føroya