Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 21 vinnusíðurnar Eingin Airbussur til Emirates Tað er komið illa við hjá týska Airbus, at Emirates nú hevur ógildað ein ordra upp á 10 A340 fløgfør frá Airbus. Airbus hevur havt trupulleikar við seinkingum í framleiðsluni, men stjórin fyri Emirates sigur, at hetta hevur einki við teirra avgerð at gera. Vit hava staðfest, at kostnaðurin av at reka fløgførini hevur verið óvanliga stórur, og tí hava vit ístaðin gjørt av at keypa 10 flogfør frá Boeing. Emirates er væntandi størsti keyparin av risa stóru A380 fløgførunum hjá Airbus, og tí verður roknað við, at keypið av hesum nú eisini er í vanda. Og tað vil vera nærum ein vanlukka hjá Airbus. Teldupostar stressa starvsfólkini Ein amerikonsk kanning sínir, at óendaligi streymurin av SMS-boðum, teldupostum og øðrum KT-snildum eru ein serea týðandi partur av økta stressinum, sum starvsfólk uppliva. Fær eitt starvsfólk teldubræv, meðan tað er í gongd við aðra uppgávu, kann hetta geva eina seinking á upp til 25 minuttir fyri uppgávuna, sum varð avbrotin. Serliga er tað tí, at fer starvsfólki fyrst inn á »mailin«, so liggja hópin av øðrum teldupostum, sum eisini skulu lesast og svarast, og tá er skjótt, at tíðin rennur undan. Frá Brugduni til William Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú seinasta boringin á land­grunninum ikki vísti seg at goyma olju ella gas verður álitið sett til ta næstu boringina ella rættari sættu boringina á landgrunninum, William. Ein teirra, sum er sera spentur um henda brunnin, er stjórin á Jarð­ feingi, Sigurð í Jákups­ stovu. Hann vónar, at vit­ anin frá Brugduni fer at koma væl við, tá BP samtak fer at bora William næsta summar. Men hvat var tað so, sum kom burtur úr Brugd­ uni, ið kann brúkast í Williambrunninum. Tað er fyrst og fremst sann­ royndin, at tað er ikki nakar trupulleiki at bora gjøgnum basalt og síðani onnur tøkni­ lig og boritøknilig vitan. Sigurð í Jákupsstovu er ikki heilt so vónsvikin av Brugduni, sum mong onnur eru tað, tí hetta við turrum brunnum er ein partur av leitingini. Vitan frá boringum skal kunna hjálpa í komandi brunnum. Tøkniligar trupulleikar Men hvat hendi veruliga seinastu dagarnar í Brugdu­ holinum? Sigurð í Jákupsstovu sig­ ur, at tøkniligir trupulleikar gjørdu, at man gjøgnumførdi ikki boringina, og harvið komu feløgini heldur ikki til tað seinna og endaliga málið tey høvdu sett sær. Ætlanin var upprunaliga at bora niður á 3800 metrar. Man rakk tó ikki tað staðið, sum prognosan segði, at olja kundi vera til steðar. Tí varð so avgjørt at bora eitt sindur longri fyri at vita, um man ikki kom til staðið ella endaliga málið. Tá var tað, at tey á Stena Don fingu tøkniligar trupul­leikar, og man rakk tí ikki niður til endamálið málið. Tað hevur so ligið longur niðri enn teir 4200 metrarnar borað var, tó at vit ikki vit hvussu nógv djúpri. Stjórin á Jarðfeingi sigur, at út frá tí er sannlíkt, at okkurt – olja og gass - eru djúpri, tí tú komst ikki gjøgnum ella til tey løgini vit vita aðrastaðni á Hetlandsmótinum innihalda olju og gass. Oljufyrisitingin kundi ikki krevja av samtakinum, at tað boraði longur, tí tað hevði jú hildið seg til sínar upprunaligu skyldur at bora 3800 metrar. So tað var einki krav at fara víðari og so skuldi eisini vera semja um at fara víðari. Boringin varð so heldur ikki gjørd og sett upp til at fara longur niður. Tvs. at hetta fór at kosta nógv meira og deils var boriholið ikki designað til at fara djúpri. Men avgjørt varð kortini at bora longur niður enn ætlað og varð borað niður á 4201 metrar men man náddi sum sagt ikki seinasta málið. Óvist er hvussu nógv skuldi borast aftrat fyri at koma til endaliga málið. Tvs. at man kom ikki heilt til ta jarðfrøðina, sum man ætlaði at røkka, tí hon liggur djúpri enn prognosan sigur. Tá kann tað so vera, at okkurt finst djúpri, men samtíðis vita vit eisini, at tá og um tú finnur kolvetni so djúpt niðri í undirgrundini, tá kunnu tað eisini koma aðrir trupulleikar so sum at oljan er ring at handfara. BP borar djúpri Uppá fyrispurning um BP ikki fer at bora so djúpt, at tað kann koma niður á møgulig mál væl djúpri enn tað Statoil rakk, sigur Sigurð í Jákupsstovu, at tað mugu vit so bara vóna. Vit mugu so rokna við, at basaltlagið er ikki so tjúkt sum á Brugduleiðini, tí vit koma longur frá Føroyum. Taka vit t.d. Longanbrunnin, sum Statoil boraði á sinni, so liggur hann nakað frá William, men har varð einki basalt. So hvussu djúpt tað er og hvussu tjúkt basaltið er, har BP skal til at bora, er ikki lætt at siga. Hetta er eisini ein spennandi brunnur. Jarðfrøðiliga er henda verkætlanin øðrvísi enn Brugdan. Tað týdningarmikla er, at Williamboringin fær nyttu av Brugdubrunninum. Tvey av feløgunum, sum vóru við í Brugduni eru við í boringini næsta ár, Shell og Anadarko. Stjórin á Jarðfeingi vón­ ar, at Willambrunnurin fer at hátta seg øðrvísi enn Brugdan, men váðin er fram­ vegis stórur, so vit kunnu fáa ein turran brunn aftur her. Men at vit hava fingið so nógvar nýggjar upplýsingar frá Brugduni skuldi kunnað gjørt, at tilrættaleggingin av Williambrunninum verður nógv betri og neyvari, eitt nú boritekniskt. Jarðfeingi fylgir spent boringunum hinumegin mark­ið, tó at føroyskir myndug­leikar ikki fáa innlit í boring á bretskum øki. Men av tí at brunnarnir har kunnu fáa stóran týdning fyri loyvi 008, sum somu feløg hava á føroyskum øki, so verður fylgt væl við. Sjónvarpið setir í kvøld klokkan 19.30 fokus á oljutilgongdina í Føroyum hesi seinastu 15 árini, frá tí at Atli Dam, táverandi løgmaður og Poul Schlüter, táverandi forsætisráðharri skrivaðu undir avtaluna um undirgrundina til dag­­in í dag, har tað eru bor­­aðir fimm brunnar á land­grunninum – uttan at olja ella gass er funnið í rakstrarverdugum nøgdum. Tað eru teir báðir royndu journalistarnir John Sigurd Johannesen og Øssur Winth­ ereig, sum standa fyri send­ ingini, sum varir í eina tíma. Umframt at søguligar hendingar verða drignar fram so sum arbeiðið hjá Oljuráðleggingarnevndini at fáa oljulóggávu uppá pláss og lata fyrstu loyvini, verður gjørt status: hvar standa vit í dag. Tilsamans seks fólk vera við í sendingini, Sigurð í Jákupsstovu og Martin Heinesen frá Jarðfeingisumhvørvinum, Rúni Hansen, stjóri í Statoil og Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, Anita á Fríðriksmørk fyri Tjóð­ veldisflokkin og Krisjan Magnussen fyri Javn­aðar­ flokkin. Høvuðsyvirskriftin er ”Fimti brunnurin tóm­ur og hvat nú!” Hvar er pínu­ markið, hvussu nógvar turrar brunnar vilja oljufeløgini bora aftrat, áðrenn pakkað verður saman! Hvussu við bjartskygninum og vón­ brotunum. Skulu vit aftur til at seta vónina til enn ein brunn, sum tó kanska aftur verður turrur. Ella skulu vit sláa kalt vatn í blóðið. Hvørja ávirkan hava skiftandi vónir og vón­brot á samfelagið sum heild, á búskapin, á húsaprísir osfr. Hetta eru nakrir av spurningunum, sum sjónvarpsfólkini taka upp í sendingini í kvøld. Stjórin á Jarðfeingi: William verður ein spennandi brunnur Fimti brunnur tómur og hvat nú! Sigurð í Jákupsstovu hevur vónir um, at Williambrunnurin fer at hepnast betri enn Brugdan. Her er Stena Don á Nólsoyarfirði og ger klárt til at bora. Mynd Jan Müller Atli Dam og Poul Schüter skriva undir undirgrundaravtaluna í 1991 og var tað henda, sum setti gongd á føroysku oljuleitingina.