Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 210 - 31. oktober 2006 vinnusíðurnar Oljuleitingin á før­ oyska landgrunninum liggur nú í hondunum á nøkrum av heimsins størstu oljufeløgum, BP og Shell umframt tí amerikanska felagnum Anadarko. Um góðar 8 mánaðir setir hetta samtakið av tungvektarum og við BP sum fyristøðufelag borin í Williamleiðina, einar 150 kilometrar úr Føroyum. Borað verður djúpri enn 4 kilometrar Williambrunnurin Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú fimta oljuboringin á før­oyska landgrunninum heldur ikki gav eitt nøktandi úrslit verða øll eygu nú vend móti Williamleiðini nakað syðri á landgrunninum enn Brugdan, sum júst er borað og sum var turr. Tað er BP, sum er fyristøðufelag fyri hesi boring á loyvi 007. Hini feløgini, sum eru við, eru Shell og Anadarko. Verk­ætlanarliðið hjá BP hittist fyri fyrstu ferð í Aber­deen nú um dagarnar. Við úr Føroyum var Hjarn­ ar Djurhuus, føroyski um­boðsmaðurin hjá bretska oljurisanum. Her er talan um tann næsta brunnin, sum BP borar við Føroyar. Fyrstu ferð gekst ikki sum ætlað, tá borað varð í sokallaða ”Gullhorninum” í ein lands­syning úr Føroyum. Brunnurin hjá BP, Svínoy var eins og hinir tríggir brunnarnir í hesum økinum eitt vónbrot, tó at ein virkin kolvetnisskipan varð staðfest. Tað var í sjálvum sær av stórum týdningi fyri víðari kanningar og leiting á landgrunninum. Virkið á Atlantsmóti BP, sum leingi hevur ar­beitt saman við einum øðr­um av heimsins størstu olju­feløg­ um, Shell, er tað oljufelagið, sum í dag er mest virkið á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland, tá talan er um framleiðslu av olju og gassi. Felagið legði eisini harðast út, tá fyrsta útbjóðing lat upp her hjá okkum og beyð sær til at bora ikki færri enn tríggjar brunnar. Tað skuldi so vísa seg eftir ta fyrstu boringina, at BP metti ikki, at har var nakað at fara eftir í ”Gullhorninum”. Tí fór BP undir samráðingar við føroyskar oljumyndugleikar um at flyta síni bori­for­ pliktilsi longur inn á land­ grunnin, inn á tað nógv um­rødda basaltið. Sam­ráð­ ingar vórðu so eisini við ameri­kanska olju­felagið Anadar­ko, sum um­situr loyvið 007 og hevur gjørt rættiliga um­fat­andi kann­ ingar har. Endin varð, at BP, Shell og Anadarko gjørdu eina avtalu sínamíllum og við føroyskar myndugleikar um at leggja teir báðar brunnarnar, sum vóru eftir at bora frá 1. útbjóðing, saman og bora ein brunn á landgrunnsbasaltinum. Eina nøkunlunda eins avtalu gjørdu Statoil og Amerda Hess samtøk sínámillum og við myndugleikarnar, og tað var Brugdan, sum júst er liðug borað. Startskot Hjarnar Djurhuus, sum hevur verið umboðsmaður hjá BP øll hesi árini felagið hevur verið virkið í Føroyum, sigur, at fundurin hann júst er heimafturkomin av í Aberdeen varð eitt slag av startskotið til kom­andi boringina. Tey umleið 16 fólkini í verk­ ætlanarbólkinum vóru sam­ an í tveir dagar og settu út í kortið stóru og spennandi boriverkætlanina, sum hevur fingið heitið William. BP hevur gjørt av at bora á landgrunninum í 3. ársfjórðingi í 2007, á 007 loyvinum. Hetta skuldi so merkt í teoriini, at til ber at seta borin í William 1. juli ella um umleið 8 mánaðir. BP ynskir tó ikki at áseta nakran ávísan dag men heldur seg til 3. árs­ fjórðing. Tað er jú ikki óvan­ligt, at seinking er í, tá talan er um at fáa pall á borileiðina. Avtala er annars gjørd um at leiga boripallin ”Transocean Rather”, sum eftir øllum at døma verður ein týðandi aktørur, spælari á Atlantsmótinum bæði í ár og næsta ár. Tað er nevniliga so, at júst hes­in pallurin í løtuni borar tríggjar met­ ingar- og av­mark­ingar­ brunnar (appraisal) á Rose­ bankkelduni skamt frá før­ oyska markinum. Bori­tíðin er mett til at vara heilt til várs, tað veldst so sjálvandi um, hvussu gongst. Borurin varð settur í Rosebank í farnu viku, og tað er so nakað seinkað í mun til upprunaligu ætlanina. Rosebank og vit Men hvussu og ikki, so fer ljóskastarin at verða settur á júst henda boripallin kom­ andi árið. Tað verður hann og hansara fólk, sum nú standa til at skulu finna fyrstu føroysku oljuna og samtíðis finna svarið, um Rosebank veruliga er eitt risasstórt oljufund, sum hildið verður. Og verður Rosebank væleydnað, so fer tað alt fyri eitt at fáa lív í tann partin av føroyska landgrunninum, sum liggur upp at Rosebank, føroysku megin markið. Har hava somu feløg, sum hava funn­ ið Rosebank, Chevron, Stat­ oil, Dong og OMV, loyvi at bora, og tað er sera sannlíkt, at tey fara at bora her í 2008 ella 2009, verður Rosebank positivt, sum nógv halda. Tað er mitt í øllum hesum spennandi útviklinginum, at BP liðið nú setir út í kortið. Komandi tíðina fara fleiri av serfrøðingunum hjá felagnum at flyta inn á skrivstovuna hjá felagnum Yviri við Strond, har tað hevur verið rættiliga friðar­ ligt nú í fleiri ár. Hesi fólk­ ini skulu til at práta við føroyskar myndugleikar, stovnar og fyritøkur av ymsum slag, nú tað eru so mong viðurskifti, sum skulu koma uppá pláss undan eini so stórari boriverkætlan. BP hevur annars longu gjørt av at brúka útgerðarhavnina í Runavík. Meira enn 4000 metrar Vit spurdu Hjarnar Djur­ huus, hvussu er við dýpi og longd av boring. Hann Bora Williambrunnin um góð Hjarnar Djurhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP saman við Tim Goodwin, sum saman við øðrum fer at standa á odda fyri boringini næsta ár Mynd Jan Müller Tungt hjá Restorffs Raksturin hjá P/F Restorff’s Bryggjarí hevur gingið striltið seinnu árini. Eftir nøkur ár við smærri undirskotum, var hallið í fjør 3.803 tkr. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hetta einamest kemst av minkandi framleiðslu. Bæði tí sølan av øli hevur verið minkandi, eins og felagið í fjør seldi sodavatnsframleiðsluna til P/F Føroya Bjór. Takkað verið eini uppskriving av virkisbygninginum, er eginognin framvegis positiv, men skal tað standa við, er neyðugt at fáa avlop í fyritøkuna. Eitt mál, sum leiðslan ætlar at røkka við at nútímansgera framleiðsluna og við at styrkja um kapitalgrundarlagið undir fyritøkuni. Fleiri hava hálvan frídag Í morgin er minningardagur teirra sjólátnu, og hjá nøkrum feløgum er talan tá um hálvan frídag. Vinnuhúsið upplýsir á netinum, at limir hjá Føroya Arbeiðarafelag og Klaksvíkar Arbeiðsmanna/ kvinnufelag verða lønt eftir yvirtíðarsatsum, um arbeitt verður eftir klokkan 12 hendan dagin.