Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 23 vinnusíðurnar sigur, at dýpið, har BP fer at bora, er einar 740 metrar. Ætlanin er at bora meira enn 4000 metrar frá sjóvarmálanum. Sjálv boritíðin er mett til einar 80 dagar, tvs. nakað stytri enn boritíðin hjá Stena Don á Brugduleiðini. BP ynskir ikki at gera viðmerkingar til, hvussu tjúkt basaltlagið er her. Men líkt kundi verið til, at basaltið er nakað tynri enn á Brugduleiðini, tá hugsað verður um, at William liggur nakað longri úr Føroyum enn Brugdan, og vit vita, at basaltið verð­ ur tynri sohvørt vit koma longri úr Føroyum. Ein av oddamonnunum hjá BP fyri hesi boringini, Tim Goodwin segði við Vinnusíðurnar herfyri, at teir ætla sær at vera eitt sindur varnir hesaferð ikki at hava ov stórar vónir, tí talan er um ókent og sera váðiligt øki, har tað ikki er borað áður. Hann metti, at sannlíkið fyri at gera eitt fund er 1 út av 10. Kortini helt hann møguleikarnar vera góðar fyri at fáa eina skilagóða boring og metti somuleiðis, at úrslitið av Brugduni fór ikki at fáa nakra avleiðing fyri William. Sosialurin skilur, at sjálvt prospektið William skal vera eitt sindur øðrvísi enn Brugdan, og møguliga eisini betri. Hvat tað so vil siga kann bert tíðin vísa. Nú Brugdan ikki gjørdist so áhugaverd sum vónað spurdu vit føroyska BP stjóran, um tað er sannlíkt, at teir fara at lata dyrnar uppá glopp fyri at fáa onnur feløg við í boringina, fyri harvið at spjaða váðan uppaftur meira. Hann sigur, at tað vil altíð vera áhugi fyri slíkum brunnum, men nú fáa vit so at síggja, hvat hendir. Spurningurin er so eisini, hvør ávirkan verður av Brugduni. ar átta mánaðir Location 6005/13-William Aberdeen Vit koma at hoyra nógv til henda boripallin komandi árið. Transocean Rather hevur júst sett borin í Rosebankleiðina skamt frá markinum, og tá hann er liðugur har í vár gongur leiðin inn á føroyska landgrunnin at bora Williambrunnin. Hjarnar Djurhuus greiðir verkætlanarbólkinum, sum stendur fyri Williamboringini frá um Føroyar í Aberdeen í farnu viku Mynd BP Williambrunnurin liggur miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, tó væl nærri Føroyum. Rimmar tøl frá Statoil Úrslitið hjá Statoil í juli-ársfjórðingi var betur, enn marknaðarserfrøðingar høvdu væntað. Við einum meðal oljuprísi beint niðan fyri 70 dollarar fyri tunnuna var úrslitið fyri skatt 27,8 mia. norskar krónur ímóti 24,4 mia. krónum í sama ársfjórðingi í fjør. Inntøkurnar vóru 106,3 mia. krónur ella slakar fýra mia. krónur meiri enn í triðja ársfjórðingi í 2005. Í meðal fekk Statoil 69,2 dollarar fyri tunnuna í juli-ársfjórðingi, og tað var 13 prosent meiri, enn felagið fekk í triðja ársfjórðingi í 2005. Gassið gav uppaftur meiri, tí gassprísurin var heili 33 prosent hægri enn í fjør. At úrslitið ikki gjørdist betur, enn tað bleiv, kemst av, at framleiðslan var minni í ár enn í fjør. Norskir fjølmiðlar skriva, at Kristin Halvorsen, fíggjarmálaráðharri, kann ikki annað enn frøast um úrslitið hjá Statoil. Eitt er, at staturin eigur 70 prosent av felagnum, men av avlopinum í triðja ársfjórðingi skal felagið rinda 19,1 mia. krónur í skatti. Sostatt hevur felagið 8,6 mia. krónur eftir at leggja í kassan, tá skatturin er goldin, og tað er eitt prosent minni enn í sama ársfjórðingi í fjør.