Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 210 - 31. oktober 2006 vinnusíðurnar – Partrol merkir ikki bara eina munandi spar­ing í olju­nýtsluni. Tað eru so nógvar aðrar sparingar við partroli, um­framt at veið­an fyri hvønn troltíma eisini er munandi betur, sigur Rógvi Joensen, ið starvast sum sølumaður hjá P/F Vónini Partrol Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum lýst í aðrari grein á vinnusíðunum í dag, er trolvirkið Vónin av álvara farið at marknaðarføra botntrol og grunnar – og ta vitan, sum føroyingar hava um partrol – úti í heimi. Hetta verður gjørt við ein­ um sonevndum ”Start Up” trolpakka, har felagið bæði veitir trolútgerð og vitan. Nógvir fyrimunir Sosialurin hevur skift orð við mannin, sum stendur aftanfyri fyri hesa verkætlan hjá Vónini, Rógva Joensen, ið serliga tekur sær av sølu av botntrolum uttanlands. Hann sigur, at fyrimun­ irnir við partroli ikki bert snúgva seg um orkusparing, sum tó er ein týðandi part­ ur. – Við partroli nýtist skip­ um bara eitt trolspæl og ongar lemmar. Tó hava vit øll árini bygt skip við tveimum trolspølum. Men nú verða so tey fyrstu skip­ ini bygd, sum bert hava ta eina spælið. Tað eru nýggju skipini, sum P/F Beta, ið Faroe Seafood nú eigur, letur byggja í Spaniu, sigur hann. Rógvi vísir á, at slitið umborð á lemmatrolarum er munandi meira enn um­borð á partrolarum. - Við partroli brúkar skip­ ið minni orku, ongar lemm­ ar, ein weir og bert ta eina trolspælið. Hann sigur, at lemmarnir taka nógvan sjógv á seg, og tá ið teir eru burtur – og søkk verða brúkt í staðin, er nógv lættari hjá skipunum at tóva, hóast trolið er størri. Størri veiða – Allir, sum partrola, veksa um trolið, men royndir vísa, at sjálvt tá ið skipini hava eitt vanligt trol undir, er fiskiskapurin við partroli munandi betri enn við lemmatroli. Hví so er, er ongantíð prógvað, men hugsandi er kanska, heldur Rógvi, at weirarnir kunnu órógva fiskin. – Við partroli hála skipini trolið aftaná sær – við ávísari fjarstøðu millum skipini, men við lemmatroli siglir skipið frammanfyri trolið - og omanyvir, har trolið gongur, sigur hann. Hann sigur, at eisini hjá teimum stóru skipunum - nótaskipunum, sum hava roynt seg við partroli eftir sild, vísir tað seg, at tey fáa munandi meira, enn tá ið teir trola einsamøll. – Hugsandi er, at tað í hesum førinum ger mun fyri veiðina, at skipini ikki sigla omanyvir, har sildin gongur, tá ið hon er uppi í sjónum, sigur Rógvi. Hann sigur, at Orkuráðið í sínari tíð segði í eini frá­ greiðing, at trolarar, sum partrola, spara eini 20-25% í oljuútreiðslum. – Haraftrat koma so aðrar sparingar í minni sliti og minni reiðskapi – umframt tað, at veiðan ikki bara økist tvífalt, men kanska trífalt, sigur hann. Tað vísir seg eisini, at tá ið partrolarar koma á leiðir, har lemmatrolarar royna, fáa lemmatrolararnir ikki helmingin av tí, sum partrolararnir fáa. Ættarliðsskifti Rógvi Joensen sigur, at tað neyvan hevur verið so lætt hjá føroyskum trolara­ skiparum at samstarva tey fyrstu árini við partroli. – Menn førdu jú skipini og ráddu fyri, hvar og hvussu fiskað varð. Tá ið føroyingar byrjaðu at partrola longu fyrst í áttati­ árunum, noyddust menn at samstarva. Hann heldur tað ikki vera løgið, um onkur skipari í fyrstuni kundi kenna seg tiknan av ræði, tí nú ráddi hann bara aðruhvørja ferð, trolið var úti. – Tað eru fleiri av teim­ um, sum byrjaðu at partrola, sum framvegis eru í vinnu, men sum tíðin er liðin, hava vit eisini havt eitt ættar­ liðsskifti, har menn, sum byrjaðu á dekkinum umborð á partrolarum, seinni eru endaðir á brúnni. Rógvi heldur, at tíðin, sum føroyingar hava fiskað við partroli og ættarskifti, sum verið hevur, eisini hevur gjørt sítt til, at partrol er ein púrasta náttúrligur veiðiháttur undir Føroyum í dag. – Einki er at ivast í, at tað hevur lætt nógv um raksturin av skipunum, at vit hava havt so nógvar partrolarar á feskfiskaveiði. Bæði hjá reiðaríum og fiskimonnum hevur tað sjálvandi sín týdn­ ing, hvussu bíliga hvørt kilo av fiski kann førast til lands, sigur Rógvi Joensen, sum vegna P/F Vónina er fiskimonnum takksamur fyri ta íkast, sum teir hava givið í menningini av reið­ skapi. Nógvir fyrimunir eru við partroli – Tað eru fleiri av teim­um, ið byrjaðu at partrola, sum framvegis eru í vinnu, men sum tíðin er liðin, hava vit eisini havt eitt ættar­liðsskifti, har menn, sum byrjaðu á dekkinum umborð á partrolarum, seinni eru endaðir á brúnni, sigur Rógvi Joensen, sølu­maður hjá P/F Vónini Mynd: Vilmund Jacobsen Virus móti ali-bakterium Líkt er til, at ein virus, sum er funnin á Galathea- rannsóknarferðini, kann fáa stóran týdning fyri alivinnuna. Á leiðini millum Ghana og Suðurafrika varð hesin virus millum tað, sum kom úr havinum, og fyribils tykjast eginleikarnir serstakliga áhugaverdir. Ikki minst, tí hetta virus at kalla etur nakrar bakteriur, sum ofta gera um seg í alivinnuni. Framsýning í Grønlandi Í døgunum frá 17. til 19. november verður fiskivinnuframsýningin Polar Fish í Sisimiut í Grønlandi. Undirtøkan hevur verið so góð, at luttakararnir eru tvær ferðir so nógvir sum í 2002, tá framsýningin var seinast. Hesaferð eru 65 framsýnarar úr sjey londum. Í 2002 vitjaðu 5.000 fólk Polar Fish, og fyrireikararnir vóna at fáa uppaftur fleiri á gátt í ár. Framsýningin er ein frakframsýning fyri fiskimenn, trolaraeigarar og fiskiídnaðin á landi.