Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 27 vinnusíðurnar Kreativir íslendingar Fleiri serfrøðingar eru á einum máli um, at mongu og stóru íslendsku íløgurnar líkjast hvíttvasking av peningi og skattaundandrátti. Danska Ekstra- Bladet hevur síðani sunnudagin havt greinarøð um íslendsku íløgurnar, sum umvegis skattskjól uttanlaands ferðast óskattað aftur til ánararnar. Hetta í sjálvum sær er ikki ólógligt, men illgruni er um, at talan er um meira enn bara skattaundandrátt skrivar danska blaðið. Útseta Shtokman Fyri nøkrum vikum síðani boðaði russiska Gazprom frá, at tað ætlaði sær ikki at hava útlendsk feløg við í útbyggingini á Shtokman-leiðini í russiska partinum av Barentshavinum. Í dag skrivar Interfax úr Moskva, at øll Shtokman-útbyggingin er útsett, og at tað fyrsta gassið kemur ikki haðani fyrr enn í 2013. Tað er tvey ár seinni enn ætlað. Fleiri feløg ætlaðu sær upp í Shtokman- útbyggingina, teirra millum Statoil og Hydro. - Heimurin er so lítil í dag. Sambandið bæði sjóvegis og loftvegis er regluligt, og sam­skiftis­møgu­ leikarnir eru góðir. Tí er eingin orsøk at halda, at Vónin ikki í allar mátar hevur verið við í teirri kapping, sum verið hevur. At prísirnir á botntrolum nú eru í botni, merkir ikki, at vit bara hava skúmað róman hini árini, sigur stjórin, Hjalmar H. Petersen Vónin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Trolfyritøkan P/F Vónin við dóttirfeløgum, sum í dag hevur virkir í Fuglafirði, Havn, Nuuk í Grønlandi og í Ný Foundlandi, telist millum størstu útbjóðarar av trolum og trolreiðskapi í Norðuratlantshavi. Í Fuglafirði starvast eini 40 fólk, sløk 20 á Viðarnesi í Havn, 8-12 á Qalut Vónin í Grønlandi og eini 6-8 á virkinum Vónin Kanada í Ný Foundlandi. Tilsamans hevur Vónin Group, sum felagið verður nevnt undir einum, umleið 80 fólk í starvi, men talið av fólki veldst eitt sindur um, hvussu nógv virkini hava at gera. Vónin Group bjóðar seg fram við síni egnu fram­ leiðslu á øllum økjum inn­ an trolmarknaðin, heilt úr trolum til teir smærru trolbátarnar til tey størstu pelagisku trolini hjá kombi­ neraðu trol-og nóta­skip­un­ um. Haraftrat framleiðir fyri­ tøkan nótir til alivinnuna og nótir til kraftblokkaskipini, og felagið tekur sær eisini av at umvæla nótir. Hørð kapping Hóast kappingin á trol­mark­ naðinum er hørð, stava umleið 60% av inntøkunum hjá Vónin Group frá útflutn­ ingi. Hetta er ein lutfalsliga stórur partur hjá eini før­ oyskari vinnufyritøku, tá ið havt verður í huga, hvussu stórur okkara egni floti er, sum veiðir við troli. Kortini hevur felagið megnað at staðið seg í hørðu kappingini við fyritøkur av sama slagi í okkara grannalondum. Kappingarneytarnir hjá Vónin Group um okkara leiðir eru serliga í Íslandi, Danmark, Noregi og Hálandi. Aftrat hesum hava vit so fingið eitt nýtt felag í Føroyum – og Vónin soleiðis enn ein nýggjan kappingarneyta, sum er Føroya Trol í Vestmanna. Stjórin í Vónini, Hjalmar H. Petersen, sigur, at teir prísir, sum vit síggja á før­ oyska marknaðinum í dag við botntrolum, sum virkið í Vestmanna serliga hevur lagt seg eftir í kappingini, ikki eru reellir. - Vit hava altíð havt reellar prísir, men tað, vit síggja í dag, eru prísir, sum í longdini ikki eru at liva við hjá nøkrum, sigur hann. Men Vónin er eitt stórt og væl etablerað felag – og við dugnaligum fólki, sum alla tíðina hevur verið í kapping við aðrar útbjóðarar í granna­londunum. - Heimurin er so lítil í dag. Sambandið bæði sjóvegis og loftvegis er regluligt, og samskiftismøguleikarnir eru góðir. Tí er eingin orsøk at halda, at Vónin ikki í allar mátar hevur verið við í teirri kapping, sum verið hevur. At prísirnir á botntrolum nú eru í botni, merkir ikki, at vit bara hava skúmað róman hini árini, sum stjórin tekur til. Føroysk framleiðsla Hjalmar vísir á, at virkini í Fuglafirði og í Havn, sum ávikavist leggja seg eftir pelagiskum trolum til tey stóru trol- og nóta­ skipini og botntrolum til feskfiskaskipini, selja um­­ leið 33% av síni framleiðslu av landinum. - Virkið í Nuuk, Qalut Vónin og virkið í Ný Found­landi, Vónin Kanada, framleiða serliga til teir marknaðir, har tey virka, og tað er, tá ið vit taka framleiðsluna hjá hesum virkjunum við, at 60% av samlaða umsetninginum hjá Vónin Group stavar frá útflutningi, sigur hann. Á virkinum í Nuuk er føroyingurin, Petur Ja­cob Jacobsen, leiðari, og í Ný Foundlandi er fram­ leiðsluleiðarin, Jógvan P. Olsen, føroyingur. - Bæði í Grønlandi, har framleiðslan serliga er rækju­ trol og í Ný Foundlandi, har høvuðsparturin eisini er rækjutrol og síðan svart­ kalvatrol, framleiða virkini tær trolvørur, sum Vónin hevur ment. Harafturat selja virkini lemmar, weir og annað til trolvinnuna. Hjalmar ivast onga løtu í, at tað er til fyrimunar fyri viðskiftafólkini hjá Vónin Group – skip og reiðaríir - at felagið hevur virksemi í Grønlandi og Ný Foundlandi, og hann leggur aftrat, at felagið ongar ætl­ anir hevur um at gevast í londunum vestanfyri. Hann sigur, at orsøkin til, at framleiðslan til pelagiska flotan liggur í Fuglafirði, er, at tað serliga er har, hesi skip koma og fara. - Av trolum til pelagisk­an fisk, framleiða vit so­leið­ is trol bæði til svart­kjafta­ fiskiskap, sildafiskiskap og makrelfiskiskap, sigur Hjalmar. Kongafiskatrol Vónin hevur eisini fram­ leitt og ment eitt nýtt konga­ fiskatrol, sum er roynt um­borð á Fagrabergi við góð­um úrsliti. - Vit hava arbeitt við hesum í fleiri ár og halda, at vit nú eru rættiliga nær tí optimala – fyri ikki at siga, at vit eru náddir heilt á mál. Vit seta stórar vónir til hetta trolið, sum vit vænta verður ein succes – eisini í kapping við onnur kongafiskatrol, sum longu eru á marknaðinum, sigur Hjalmar H. Petersen, sum hevur verið stjóri í Vónini seinastu 4-5 árini. 60% av um­setning­inum hjá Vónin Group er útflutningur Hjalmar H. Petersen hevur verið stjóri í P/F Vónini seinastu 4-5 árini, og undir sínum veingjabreiði hevur hann umleið 80 fólk í starvi – í Føroyum, Grønlandi og Ný Foundlandi Vónin bjóðar seg fram á øllum økjum innan trolmarknaðin – heilt frá trolum til smáu trolbátarnar til stóru pelagisku trolini og nótirnar