Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 210 - 31. oktober 2006 vinnusíðurnar Vónin Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rógvi Joensen, ið starv­ast hjá P/F Vónini sum sølu­ maður, er klaks­víkingur. Hann hevur siglt alla sína tíð og hevur drúgvar royndir í trolvinnu umborð á ymiskum skipum, bæði partrolarum í seinnu helvt av áttatiárunum, men eis­ini umborð á størri trolar­um sum Vesturvón og Akra­ bergi. Rógvi hevur eisini verið á aðrari veiði, eitt nú krabba­ veiði í Grønlandi, har teir royndu við rúsum. Hann var á krabbaveiði í eini 4 ár og gavst í Grønlandi fyri tveimum árum síðan. Í mars í ár byrjaði hann so í starvi hjá Vónini sum sølumaður – í fyrsta lagi við botntrolum uttanlands, sum tað verður rópt. Men dagliga starvið á Vónini ber eisini í sær, at Rógvi arbeiðir við øðrum enn bara botntrolum uttan­ lands. – Ymiskt annað verður flættað upp í mítt dagliga arbeiði, og ein partur av hes­um er sjálvandi heima­ marknaðurin fyri botn­ trolum og flótitrolini, sum vit eisini hava í okkara út­boði, sigur hann. Áhugi fyri partroli Seinastu mánaðirnar hevur Vónin fingið nógvar fyri­ spurningar úr øðrum lond­ um um partrol, sum føroy­ ingar eru kendir fyri at duga sera væl – ja, helst betur enn flestu aðrir. Føroyingar hava par­trol­ að á feskfiskaveiði und­ ir Føroyum síðan fyrst í áttatiárunum, og tað er eing­ in loyna, at Vónin sam­an við framskygnum trolara­ skiparum eiga æruna av tí kunnleika og vitan, vit í dag hava á hesum øki. Rógvi sigur, at føroyskur serkunnleiki hevur verið langt frammanfyri flestu aðrar á hesum øki, tí partrol er ikki so kendur veiðiháttur aðrastaðni sum í Føroyum. – Íslendingar byrjaðu eis­ ini at partrola fyri einum 15 árum síðan, men góvust beinanvegin, tí teir fingið hetta ikki at rigga líka so væl sum vit. Spaniólar og írar partrola eisini, men ikki í sama mun sum føroyingar, sigur hann. Selja ”pakkaloysn” Vónin, sum er eitt leið­ andi trolvirki í Norðurat­ lantshavi, hevur gjørt ein sonevndan ”Start-Up” trol­ pakka, har felagið eitt nú selir botntrol og grunn og bjóðar seg fram at læra aðrar at partrola. Rógvi sigur, at hesin pakki ber í sær, at Vónin er við frá byrjan, bæði við vitan, tøkum serkunnleika og reiðskapi. - Vit hava fingið ein hóp av fyrispurningum, og mong eygu eru í løtuni vend higar til lands at fáa størri kunnleika til henda veiðihátt – ikki minst, nú oljan er so dýr, og eingin veit, hvar oljuprísurin í fram­tíðini endar. Men tað er ikki bara orku­sparing við at partrola. Hetta er eisini ein sparing í reiðskapi og sliti – og ikki minst er veiðan størri við partroli fyri hvønn tóv­ tíma. Tað fara vit at venda aftur til í aðrari samrøðu við Rógva. Í Fraklandi Hann sigur, at fyrispurn­ ingarnir, sum Vónin hev­ ur fingið, í fyrsta lagi eru úr Íslandi, Fraklandi og Póllandi, men fyri­spurn­ ingar eru eisini úr øðrum londum, eitt nú Kanada. Ítøkiliga samstarvið við Reiðskapur snýr seg um vit P/F Vónin, sum er eitt leiðandi trolvirki í Norður­atlantshavi, hevur gjørt ein sonevndan ”Start-Up” trolpakka, sum ber í sær, at felagið selir botntrol og grunn og bjóðar seg fram at læra aðrar tjóðir at partrola. – Stórur áhugi er fyri okkara reiðskapi og vitan, og mong eygu eru vend hendanvegin í løtuni, sigur Rógvi Joensen, sølumaður Útlendskir reiðarar og skiparar hava verið umborð á føroyskum partrolarum og sæð, hvussu føroyingar partrola Mynd: Vilmund Jacobsen Dýr føroysk økisnøvn Kostnaðarmiklastu og truplastu økisnøvnini at fáa sær til eina heimasíðu eru nøvn, sum enda við .fo. Vinnuvitan skrivar, at avgreiðslutíðin fyri føroysk økisnøvn er millum tær longstu í vesturheiminum, samstundis sum føroysku nøvnini eru dýrari enn tey hjá londunum kring okkum. FO- ráðið sigur tó við vinnuvitan, at tað nú verður arbeitt við at slaka krøvini til keyparar, so skipanin gerst smidligari. Sundstin inn á topp-25 JSS Consult, har Jógvan Sundstein er stjóri, hevði eitt framúr úrslit í 2005. Felagið var annars í fíggjarligum trupulleikum, men søla av ognarpartinum í einum donskum holding-felag hevur av álvara skumpað úrslitið rætta vegin. Samlaða yvirskotið í 2005 varð 18 mió kr., og hetta hevur flutt felagið upp á topp-25 listan á Business-line.