Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 29 vinnusíðurnar Burðardygg vinna Hóast kappingin er herd, so er grundarlagið undir Vónini somikið sterkt, at felagið væl og virðiliga megnar at standa ímóti broytingum Roknskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Verður hugt at roknskapunum hjá P/F Vónini fyri seinastu fýra árini, so er einki at ivast í, at talan er um eina sunna fyritøku. Samanlagda yvirskotið hevur hesi árini verið góðar 35 mió kr., og tað hevur givið eina góða renting av eginognini. Somikið góða, at tað hjá partaeigarunum helst er vorðin ein spurningur um, hvørt tíðin ikki er komin at luta út størri upphæddir í vinningsbýti, soleiðis at eginognin ikki gerst ov stór lutfalsliga við einum ov lágum eginpeningsavkasti sum avleiðing. Herd kapping Í ársfrágreiðingini til roknskapin verður sagt, at felagið ikki roknar við einum eins góðum úrsliti í 2006, sum felagið hevði í fjør, og hetta kann helst hava fleiri orsøkir. Ein tann týdningarmesta man tó vera kappingin, sum á heimamarknaðinum er herd, nú annað trolvirkið eisini er sett á stovn. Hinvegin hevur Vónin væl og virðiliga nakað at standa ímóti við. Sunni raksturin hevur styrkt munandi um grundarlagið undir fyritøkuni. Egin­ peningurin var við árslok 2005 79% av samlaða fíggjarjavnanum (soliditetur), og gjaldførislutfallið var ikki minni enn 377, sum er óvanliga høgt fyri eina fyritøku við somikið stórari javnvág. Á Vónini starvaðust í 2005 76 fólk. tan P/F Vónin Høvuðstøl (tkr.) 2002 2003 2004 2005 Bruttovinningur 33.416 35.579 28.319 31.463 Úrslit áðrenn rentur 10.298 11.876 6.192 7.402 Ársúrslit 11.164 9.900 6.488 7.507 Støðisogn 33.848 36.220 35.674 34.245 Ogn í umferð 42.041 46.592 46.859 58.246 Eginpeningur 47.142 54.942 59.232 73.239 Skuld íalt 28.747 27.870 23.301 19.252 Fíggjarjavni Lyklatøl Ognaravkast 14 14 8 8 Eginpeningsavkast 29 22 13 12 Soliditetur 62 66 72 79 Gjaldførislutfall 231 222 245 377 Móðurfelag hjá: Qalut Vónin A/S 75% Vónin Canada Ltd. 75% Hopedale Ltd, Canada 100% Sp/f Skipshandilin 100% Høvuðspartaeigarar: P/F Tjaldur, Tórshavn Olaf Olsen, Glyvrar Otto C. Dam, Argir Janus av Reyni, Tórshavn Sámal G. Jacobsen, Fuglafjørður Sp/f R.M., Fuglafjørður Philip K. Muinde, Aberdeen P/F Palli hja Mariannu fraklendingar byrjaði við, at ein franskur reiðari og ein skipari vóru í Føroy­ um fyri umleið trimum mán­aðum síðan og sluppu at síggja, hvussu par­trol virkar umborð á ís­fiskatrolarunum, Baki og Stelki. – Vit seldu teimum trol og grunn og fóru til Fraklands at hjálpa teimum at rigga reiðskapin til. Síðan fóru tveir royndir føroyskir skiparar, Agnar Joensen og Eyðfinn Jacobsen, út við skipunum tann fyrsta túrin at læra teir tað grundleggjandi við partroli. Rógvi sigur, at aftur­meld­ ingarnar, sum felagið síðan hevur fingið úr Fraklandi, eru framúrskarandi, og frak­lendingar eru sera væl nøgdir. – Royndin hjá hesum felag hevur ført við sær, at onnur reiðaríir í Fraklandi eisini hava vent sær til okk­ ara. Bæði Agnar og Eyðfinn eru royndir við partroli. Agnar hevur verið við heilt frá byrjan, og Eyðfinn hevur roynt í eini 15-16 ár við partroli. Í Íslandi Men Vónin hevur ikki bara verið í Fraklandi og lagt reiðaríum og trolmonnum lag á. – Fyri trimum vikum síð­an vóru vit eisini í Ís­landi og løgdu einum reiða­ríi, Brim Seafood, lag á. Hetta er eitt stórt felag, sum ræður yvir næst flestu fiskiveiðikvotunum í íslendskum sjógvi. – Eg og Agnar Joensen vóru fyrst á Akureyri og hjálptu teimum at rigga reiðskapin til - og kunnaðu teir um, hvussu vit gera. Síðan fóru Agnar og Eyð­ finn sum serfrøðingar og royndir skiparar út við skip­unum, ein umborð á hvørjum skipi. Rógvi sigur, at Vónin hevur frætt úr Íslandi, at skipini hava havt góð úrslit, síðan teir byrjaðu at partrola. – Trol og grunnur, sum vit hava latið teimum, hava riggað óføra væl, og sjálvt partrolara-prinsippið, sum hann rópar tað, er við at koma upp á pláss hjá teimum. At fáa í lag Men slíkt samstarv kemur ikki í lag av sær sjálvum, og tí spurdu vit Rógva Joen­sen, hvussu Vónin so­leiðis er komin út um land­oddarnar við sølu av reiðskapi og vitan. - Tað fyrsta, eg gjørdi, tá ið vit royndu okkum í Íslandi, var at bjóða út­gerðarstjóranum hjá Brim Seafood, sum eg hevði møtt har yviri, heim til Føroya. Maðurin er Reynir Georgsson, og hann slapp umborð á Jaspis og Ametyst at hyggja, hvussu alt riggar. Reynir var rættiliga hugtikin og fór síðan aftur til Íslands at royna at sannføra leiðsluna í felagnum um, at partrol er nakað, sum vert er at royna. Rógvi sigur, at boð komu aftur úr Íslandi við fyrispurningi um, hvørt tveir skiparar hjá teimum kundu sleppa umborð á tveir partrolarar at síggja, hvussu hetta riggar. – Hetta vóru skilamenn, sum komu úr Íslandi, men tá ið teir komu til Føroya, tóktust teir heldur negativir og vístu seg ikki at vera nakað serligt við upp á hetta. Teir sluppu umborð á Safir og Smaragd – men tá ið teir komu í land aftur, vóru teir meira positivir og sóu møguleikar við hesum veiðihátti. Seinni kom so endaligur fyrispurningur úr Íslandi um veiting av reiðskapi og vitan til at koma í gongd. Í fremstu røð Rógvi sigur, at síðan teir leveraðu reiðskap og ”know how” til íslendska felagið, eru nógv vakin eygu í Íslandi, sum fylgja við, hvussu gongst hesum trolarapari. – Eg haldi ikki, at vit føroyingar standa aftanfyri aðrar, tá ið ræður um veiði í baldrutum sjógvi og á ringum botni. Vit hava nógva vitan, sum vit kunnu selja til aðrar. At selja trol og reiðskap er í sær sjálvum eingin trupulleiki, men tað týdningarmesta í slíkum føri er, at keyparar duga at brúka reiðskapin, so hann kemur til størstu nyttu. Rógvi Joensen leggur dent á, at hetta er reiðskapur og vitan, sum Vónin saman við nógvum skiparum – og ígjøgnum mong ár – hevur ment til tað, hann er í dag. – Íslendingar og aðrir hava lært okkum nógv, men í hesum førinum eru tað vit, sum læra aðrar, og eg ivist onga løtu í, at føroyingar á hesum øki – og øðrum við - kunnu læra umheimin nakað, sum vit duga betri enn flestu aðrir, sigur hann. Maðurin til vinstru á myndini er Reynir Georgsson, útgerðarstjóri hjá Brim Seafood í Íslandi. Hinir báðir eru skipararnir, Eyðfinn Jacobsen (í miðjuni) og Agnar Joensen Mynd: Rógvi Joensen »Sparfrúgv« til kvinnur Føroya Sparikassi hevur tikið stig til at seta á stovn ein íløguklubba fyri kvinnur, og nú hevur klubbin so eisini fingið navn. Kapping varð skrivað út um hetta, og hesa vann Bjørgfinnur Nielsen, sum skeyt upp, at navnið skuldi verða Sparfrúgv. Eitt navn, sum bæði vísir til hugtakið um at spara, eins og næst hægsti sjavs-trumfurin gevur orðinum eina ávísa vekt, sum hann tekur til. Vilja hava greiðu á skattaskjólum Seinasta árið hava útlendskir grunnar gjørt íløgur fyri íalt 120 mia kr. í donskum vinnulívi. Fyri ein stóran part hoyra hesir grunnar heima í skattaskjólum á eitt ú Cayman- oynnum, og nú skattamálaráðið hava skil á, hvaðani pengarnir stava. Kristian Jensen, skattamálaráðharri, sigur, at skattavaldið í løtuni er í ferð við at kanna peningastreymin í seks stórum donskum fyritøkum, soleiðis at eitt yvirlit kann gerast yvir, hvat veruliga gongur fyri seg.