týsdagur 31. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 210 - 31. oktober 2006
vinnusíðurnar
– Tað liggur eitt
stórt og hart arbeiði
aftanfyri stóra
vøkstrinum í Íslandi.
Útlendingar hava
gjørt sera stórar
íløgur í Íslandi,
og síðani bankar
og grunnar vórðu
privatiseraðir hevur
altjóða kapital
marknaðurin móttik
ið okkum við opnum
ørmum. Hann hevur
stórt álit á okkara
bankaskipan sigur
stjórin í næststørsta
bankanum í Íslandi,
Landsbanki, Halldór
J. Kristjánsson. Hann
heldur negativu
umrøðuna av
íslendskum bankum
vera órættvísa
Fíggjarvirksemi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var ikki ein og hvør,
sum Føroya Banki fekk
vitjan av leygardagin. Stjór
in í íslendska bankanum
Landsbanki kom við leigu
flogfari til Føroya saman
við 20 starvsfeløgum frá
bankanum at vera við til
upplating av málningafram
sýning. Halldór J. Kristjáns
son telist millum fremstu
vinnulívsfólkini í Íslandi.
Hann er sera fegin um
gongdina í Íslandi seinastu
árini og heldur avgjørt, at
henda gongd eisini kann
koma Føroyum væl við.
Hann er sera fegin um,
at tað eydnaðist at fáa
eina framsýning í lag við
føroyskum
listarfólkum
í Landsbankahølunum í
Reykjavík og so eina við
íslendskum
listarfólkum
í Føroya Banka í Havn.
– Vit fingu hetta hugskotið
herfyri, at nú bankarnir
eiga so nógv góð listarverk,
og báðir bankarnir fylla
ávikavist 120 og 100 ár var
tað eitt gott hugskot at vísa
føroyingum og íslendingum
og okkara kundum hesi
listaverkini. Tað er gott, tá
hugskot kunnu gerast til
veruleika og hugskot, sum
kunnu gagna so mongum
sigur Halldór J. Kristjáns
son.
Hann sær fram til størri
samstarv millum Landbanki
og Føroya Banka og mill
um Landsbanki og før
oyskt vinnulív. – Vit hava
stóran áhuga í føroyska
marknaðinum og hava lænt
pengar til føroyskar fyri
tøkur. Tað hevur verið ein
góð forrætning fyri okkum.
Vit
kundu
eisini
gott
hugsað okkum at fáa enn
meira samstarv við Føroya
Banka.
Landsbanki í
14 londum
– Men er føroyski markn
aðurin ikki ov lítil fyri Land
banki?
– Jú tað kann man siga.
Vit leggja størsta dent
in á at menna okkum á
bretska
marknaðinum,
har vit eisini hava størsta
partin av okkara útlendsku
forrætningum. Vit arbeiða
nú í 14 londum og hava m.a.
skrivstovur í Bretlandi,
Írlandi, Fraklandi, Hálandi,
Týskalandi, Italia, Sweits
og USA. Vit hava ikki
enn gjørt so nógv burtur
úr Norðurlondum men er
tað serstakliga Bretland og
Írland og so Norðureuropa
vit hava satsað uppá.
– Hvussu ber tað til, at
íslendskir bankar og fígg
ingarstovnar
knappliga
gera so nógv um seg og fáa
so góð úrslit?
– Tað er tí, at vit hava eina
góða altjóða kredittmeting
frá viðurkendum stovnum,
ið meta um slíkt. Tað gevur
íslendsku bankunum góða
atgongd til altjóða fígg
ingarmarknaðin. Vit kunnu
læna pengar á altjóða markn
aðinum, og Landsbanki hev
ur verið stórur lántakari í
Evropa, men seinastu tíðina
hava vit eisini lænt nógvan
pening í USA, soleiðis at
25% av tí kapitali, sum vit
hava lænt á altjóða kapital
marknaðunum, sum ger tað
møguligt hjá okkum at veita
so nógv lán í øllum Europa,
nú koma úr USA. Sostatt
er tann norðuramerikanki
marknaðurin tann mest týð
andi fyri Landsbanki, tá
talan er um at taka lán.
Men á útlánssíðuni og
tænastuveitingum, sum er
okkara speciali, arbeiða við
mest í Onglandi, Írlandi og
Norðurevropa.
Stórar útlendskar
íløgur
– Oftani verður tikið til,
at nú Ísland er eitt so lítið
samfelag, so er tað sera
óheppið um man koyrir ov
nógv egg í eina kurv. At tað
skal so lítið til fyri at kobba
búskapinum. Er tað so?
– Tá tosað verður um
Ísland í dag, so er tað sera
týdningarmikið at vísa á, at
vit tey seinastu nógvu árini
hava havt ein sera stóran
vøkstur. Og ein orsøkin til
tað eru stórar útlendskar
íleggingar í Íslandi. Tað
mugu vit ikki gloyma, tá
hugsað verður um stóra
vøksturin: at vit hava
havt beinleiðis útlendsk
ar íløgur í Íslandi, sum
muna sera nógv. Sum eru
vaksnar frá 5% av brutto
tjóðarúttøkuni til 35%. Teir
størstu útlendsku íleggj
ararnir í Íslandi í dag eru
amerikanskar
fyritøkur,
Alkoa, sum er tann størsti
aluminiumsframleiðarin í
heiminum, Century Alumin
um og kanadiska Alcan. Vit
tosa her um troytan av vatn-
og geotermiskari orku.
Hesar íløgurnar eru sera
sera stórar og hava havt
stóra ávirkan á vøksturin,
sum vit hava í dag. Men
útlendskar íløgur verða
eisini gjørdar í tøkniliga
útviklingin. Har er talan um
bæði evropeiskar og ameri
kanskar íløgur. Tað er eisini
tað, sum ger, at vit líkjast
meira Írlandi enn mong
onnur evropeisk lond.
Halldór J. Kristinjánsson
sigur víðari, at íslendingar
hava bygt upp sterkar fyri
tøkur í Íslandi og í Evropa,
sum nú eisini gera íløgur í
Norðuramerika. Tað er so
ein meira internationalur
útviklingur.
Órættvís umrøða av Íslandi:
Ísland stórt álit
á altjóða fíggjar
marknaðum
Halldór J. Kristjánsson,
stjóri í Landsbanki:
-Harð og stórt arbeiði
liggur aftanfyri stóra
vøksturin í Íslandi, har
fíggingarøkið nú er
størri enn fiskivinnan
Mynd Jan Müller
Varastjórin í Føroya Banka, stjórin á Shell og stjórin í Landsbanki høvdu nógv at tosa um, tá
framsýning við íslendskari málningalist lat upp í Føroya Banka
Mynd Jan Müller
Ríkir normenn
Frá at vera fátækasta Norðanlandið er Noreg í dag
tað landið um okkara leiðir, har miðalinntøkan fyri
hvønn íbúgva er hægst. Ikki óvæntað eru tað mongu
oljumilliónirnar, sum toga inntøkurnar uppeftir.
Somikið nógv upp, at bruttutjóðarinntøkan fyri hvønn
íbúgva nú er millum 25% og 35% hægri enn tann
hjá svimum, dønum og finnlendingum. Samstundis
er norski oljugrunnurin vaksin við stórari ferð, og er
hesin nú upp á 1.250 mia kr.
Amerikanskur kuldi
ávirkar oljuna
Prísurin á ráolju er øktur nógv, nú roknað verður
við, at talan verður um ein óvanliga kaldan vetur í
USA. Serfrøðingar rokna við, at eftirspurningurin
eftir ráolju kann økjast við 30%, um kuldin í
USA stendur við, og tað ávirkar sjálvandi eisini
prísirnar. Samstunds verður ikki roknað við,
at OPEC fer at økja um framleiðsluna, so økti
eftirspurningurin kann nøktast.