týsdagur 31. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
31
vinnusíðurnar
– Tað, sum hevur
verið størsta íkast
ið til gongdina og
vøksturin í Ìslandi,
hevur verið privati
seringin av bank
unum og teimum
ymsu grunnunum
sigur stjórin í Lands
banki, Halldór J.
Kristjánsson, sum
heldur, at føroyingar
kunnu læra av
íslendsku royndunum
á hesum øki
Privatisering
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hvat kunnu Føroyar læra av
útviklinginum í Íslandi, har
privatisering av bankum og
grunnum fær æruna fyri
stóra
búskaparvøksturin
í landinum seinastu árini.
Tann spurningin settu vit
stjóranum í næststørsta
íslendska
bankanum
”Landsbanki”, Halldór J.
Kristjánsson.
– Tað, sum hevur verið
størsta íkastið til gongdina
og vøksturin í Ìslandi,
hevur verið privatiseringin
av bankunum og teimum
ymsu grunnunum. Tað er
nakað man kann læra av
Íslandi. Kann eg geva mítt
íkast við nøkrum, so eru tað
ráðini um at gera hetta skjótt
og væl. Ikki í ov smáum
bitum men í stórum eindum
og privatisera relativt skjótt,
tí tá fær man tær nýggju
kreftirnar inn í hesar sterku
fyritøkurnar. Føroya Banki
er ein sera sterkur og góður
banki. Men við privatum
íleggjarum
hevði
hann
kunnað ment seg víðari júst
sum íslendsku bankarnir og
sum Landsbanki gjørdi í
2000.
– Um tú varð spurdur av
føroyskum politikarum, um
vit skulu privatisera 100%
av Føroya Banka longu í
morgin, hevði tú so svarað
játtandi?
–
Ikki
neyðturviliga
soleiðis. Men gerið tað so
skjótt sum man følir ber
til. Men ein má ikki geva
politikarum ráð. Tað er ikki
mín uppgáva. Eg kann bara
siga, at royndirnar í Islandi
eru tær, at man skal gera
hetta kontrolerað. Gerið
tað relativt skjótt men ikki
yvir eina nátt. Tað skal fyri
reikast væl.
Tað almenn og
kapping
– Men eru tað ikki eisini
fyritøkur í einum lítlum
samfelag sum tí føroyska,
har tað eisini er neyðugt at
hava tað almenna við. Vit
hava jú sæð bæði Smyril
Line og Atlantic Airways,
sum ikki vóru til var tað
ikki fyri tí almenna eisini.
– Tað byggir sjálvandi
á umstøðurnar í hvørjum
einstøkum landi. Og tað
má man so sjálvur gera
av. Eg fari ikki at leggja
meg út í, hvussu føroyingar
skulu hugsa, kann bara
siga tykkum, hvat vit hava
gjørt og hvat vit hava fingið
burtur úr privatiseringum.
Tó kann eg siga so mikið
sum, at tað, sum kappast
á marknaðinum, eigur at
vera á privatum hondum.
Tað eru væl royndirnar í
øllum londum. Hevur tú
kapping á bankaøkinum,
innan telecom osfr. so
eigur staturin ikki at vera
involveraður, men harfyri
sigi eg ikki, at tað ikki
kunnu
vera
uppgávur,
sum náttúrliga skulu vera
almennar. Og tað kann so
vera ymiskt frá landi til
land.
Landsbanki
er
næst
størsta fyritøkan í Íslandi.
Bara Kaupthing er størri.
Halldór Kristjánsson held
ur tað eisini kundi ver
ið forvitnisligt at fortalt
føroyingum, at fíggjarsek
torurin í dag er nú tann
størsti einstaki sektorurin
í Íslandi, hann er størri
enn fiskivinnan. Tað hendi
í ár. Og hannn leggur
aftrat: – Tað er gleðiligt
fyri okkum at síggja, at
fíggingarsektorurin - eftir
privatiseringina - er vaksin
so nógv, at hann er tann
størsti einstaki sektorurin í
Íslandi.
Lata upp deild
i Føroyum
– Hava tit meira ítøkiliga
ætlanir við tykkara íløgu
politikki i Føroyum?
– Ikki júst. Vit vilja halda
fram við tí, sum er. Vit hava
fingið ein umboðsmann og
hava áhuga fyri at menna
okkara hjáveru her. Hákup
Steingrimsson er settur
sum umboðsmaður hjá
Landsbanki og er í ferð við
at fyrireika virksemi her frá
hølunum í Nólsoyarstovu
í Havn.
– Verða tit harvið ikki
kappingarneytar hjá Før
oya Banka og Føroya Spari
kassa?
– Vit vilja heldur kompli
mentera hvør annan, fara
saman við øðrum um størri
uppgávur og vera við í
uppgávum, sum møguliga
ikki kunnu gerast uttan, at
útlendskir bankar eru við.
– Eiga føroyingar at
leggja seg meira eftir tí fígg
ingarliga økinum eins og tit
hava gjørt í Íslandi?
– Tað er so eitt av økj
unum. Men tað mest týdn
ingarmikla er diversitetur,
fjølbroytni.
Órættvísar
skuldsetingar
– Nú verður nógv gjørt
burtur úr, at ein orsøk til, at
tað gongur so væl í Íslandi,
er hvítvasking av russiskum
gangstarapengum. Er tað
ein órættvíst skuldseting?
– Tað er fullkomiliga
órættvíst at koma við slíkum
skuldsetingum. Eg veit ikki,
hví tað verður skrivað so,
tí teir íslendsku bankarnir
eru fíggjaðir á altjóða
kapitalmarknaðunum á ein
sera opnan hátt, við opnum
lániavtalum við heimsins
størstu og fremstu bankar.
Tað er einki í hasum søg
unum, og eg veit ikki, hví
tær koma fram aftur og
aftur. Halldór heldur, at tað
er bert ein lítil partur av
danskarum, sum tekur undir
við slíkum skuldsetingum,
tí í tístóra og heila eru
teir sera væl móttiknir í
Danmark.
Halldór J. Kristjánsson
leggur aftrat, at tey í Íslandi
hava gjørt sær stóran
ómak við at kunna altjóða
fíggingarmarknaðin
um
gongdina í Íslandi nógvu
seinastu árini, hvussu sam
felagið er ment og bygt út
saman við teimum bestu
partnarunum og bankunum
í øllum heiminum, har opin
leiki og skipað viðurskifti
hava verið nøkur av lykla
orðunum. M.a. hevur IMF
váttað hetta. –Hetta er nak
að, sum íslendingar hava
arbeitt hart fyri.
Halldór J. Kristjánsson, stjóri í næstastørsta íslendska bankanum, Landsbanki, ivast ikki í, at privatisering av Føroya Banka og
øðrum almennum fyritøkum kann skapa stóran búskaparvøkstur i Føroyum, her saman við Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka.
Teir ynskja hvør øðrum tillukku við ávikavist 100 og 120 ára degnum
Mynd Jan Müller
Privatisering lykil til búskapar
vøkstur í Føroyum
Búskaparhitan í Kina
Kinverski tjóðbankin heldur nú eitt sera vakið eygað
við framhaldandi stóra vøkstrinum í búskapinum.
Eftir trý ár við einum miðal búskaparvøkstri á 10% er
vandin fyri ovurhiting nú vorðin ítøkiligur. Tí hevur
Tjóðbankin nú tikið stig til búskapartiltøk, sum skulu
tálma vøkstrinum. Eitt nú við rentuhækkingum, eins
og stjórnin hevur í hyggju at seta serligar avmarkingar
í gildi.
Stress fyri 8 mia kr.
Stress kostar donskum vinnulívi og statinum
á leið 8 mia kr. um árið. Tað skrivar danska
Børsen. Sagt verður, at hvønn dag eru
35.000 danir sjúkrameldaðir við stress sum
grundgeving. Fyri vinnulívið er tað sjálvandi
ein forðing fyri vøkstri, og tí verður nú lagt
upp til, at virkisleiðslurnar skulu duga betri
at broyta gerandisdagin hjá starvsfólkum
sínum.